- Vit skriva long brøv...

- Eg haldi, at tað er deiligt hjá Høgna at sleppa til skips, og eg havi einki ímóti at vera einsamøll, meðan hann er burtur. Men tað er deiligt at fáa mannin aftur, sigur kona landslæknan, Randi Mohr

At sita heima

- Vit hava so nógvar sjómanskonur í Føroyum, og eg havi einki ímóti at teljast millum hesar, nú maðurin aftur hevur hug at royna sjólívið. Tíðin gongur so skjótt, og eg havi einki ímóti at vera einsamøll, meðan maðurin er burtur. Men tað verður deiligt at fáa hann heimaftur, tá ið túrur er lokin.
Tað sigur Randi Mohr, kona landslæknan, Høgna Debes Joensen, sum mynstraði umborð á Skálabergi mánakvøldið.
- Vit tosa saman av og á, men vit samskifta við telduposti hvønn dag.
Randi dylur ikki, at hon og Høgni skriva langar meylar hvønn dag, hann er burtur – og hon er heima.
- Hetta er ein øðrvísi samskiftisháttur millum okkum bæði, og hetta hevur eisini sína "sjarmu", um vit so kunnu siga. Høgni fortelir mær, hvat hendir umborð - og eg fortelji honum, hvat hendir her heima.
Hon vísir á, at við slíkum samskifti verður kanska okkurt skrivað, sum tú ikki sigur í tí dagliga, og tí er hetta ein ørvísi – men eisini áhugaverdur – samskiftisháttur, meðan maðurin er burtur.
- Tá ið Høgni er komin aftur hinar báðar túrarnar, hevur hann verið rættiliga "uppfrískaður", sum Randi Mohr tekur til.
Hon ivast onga løtu í, at hesin túrurin eisini verður gevandi hjá manninum, Høgna Debes Joensen.
- Eg haldi, at tað er gott fyri okkum menniskju at royna okkurt nýtt – og fara burtur úr tí, vit gera dag um dag og ár um ár, sigur Randi Mohr.