- Vit skilja væl tey sum bíða

- Men, vit kunnu ikki liva við, at okkara borgarar eru í vanda á farleiðini millum bygdirnar, sigur borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen.

Kommunustýrið í Húsavíkar kommunu, sum fevnir um Húsavík, Dal, Djúpadal og Skarvanes, hevur ikki verið nógv við í almenna kjakinum um, hvørjir tunlar skulu byggjast fyrst. Men, kortini eru bygdirnar, sum tørva nýtt vegasamband, tí verandi farleið er ikki tíðarhóskandi, í ávísan mun settar upp ímóti hvørji aðrari í landspolitisku toganini um hesar farleiðir.

 

Borgarstjórin í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, heldur tað vera ógvuliga óheppið, at hetta er vorðið soleiðis, tí slíkar avgerðir eru í síðsta enda landspolitiskar og ikki kommunalar. Hon sigur, at sjálvandi skilja tey, ið varða av borgarunum í Dali, sum hava eitt sera vánaligt og ótíðarhóskandi vegasamband, at tørvirnir eisini aðrastaðni eru stórir.

 

- Vit harmast eisini um, at bygdir og økir í Føroyum eru sett upp ímóti hvørjum øðrum, soleiðis sum vit hava hoyrt og sæð tað í heyst. Vit hava blandað okkum lítið í almenna kjakinum, men í vár noyddust vit at tala at, tá tað á Føroya løgtingi varð sagt, at øll viðurskifti ikki vóru greið við ætlaða tunlinum til Dals.

 

Í brævi til miðlarnar gjørdi bygdaráðið í Húsavíkar kommunu tá vart við, at henda útsøgn á tingsins røðarapalli ikki var røtt, tí teimum kunnugt var linjuføringin, sum Landsverk hevði sett út í kortið fyrst í hesum árinum, longu tá púra greið, og Søvn Landsins høvdu sagt, at tey í samband við fornminnir ikki  løgdu seg ikki út í nevndu linjuføring.

 

- Haraftrat høvdu vit fingið at vita, at verkætlanin við Dalstunlinum var púra greið og klár at fremja, sigur borgarstjórin sum heldur, at bygdaráðið ikki kundi lata hetta á sær sita, og tí gjørdu tey vart við, at útsøgnin á tingsins røðarapalli ikki var samsvarandi veruleikanum, soleiðis sum tey høvdu fingið at vita.

 

Aðru ferð, at kommunustýrið í Húsavíkar kommunu gjørdi vart við seg, var hin 23. september í ár, tá tey í brævi vendu sær beinleiðis til løgmann, Aksel V. Johannesen. Stjórin í Landsverki, Evald Kjølbro, hevði tá í KvF víst á, at trygdin á Dalsvegnum var í vanda.

 

- Hetta kundu vit sum kommunustýri heldur ikki lata á okkum sita. Vit hildu hetta vera so mikið álvarsamt, at vit skrivliga heittu á løgmann um ikki at víkja frá teirri ætlan, sum Landsverk hevði sett út í kortið og sum segði, at Dalstunnilin skuldi byggjast fyrst, tí her er tørvurin á nýggjari farleið størstur.

 

Nú nýggjur landsstýrismaður er valdur í samferðslumálum, og hann hevur gjørt greitt, at hann fer at fylgja ætlanini um at byggja Hvalbiartunnilin fyrst, síðan Dalstunnilin og í triðja lagi Fámjinstunnilin, letur bygdaráðið í Húsavíkar kommunu ongan iva vera um, at tey taka fult undir við hesum.

 

Brynhild Sørensen sigur, at sjálvsagt vóna tey í bygdaráðnum, at tunnilsarbeiðið kann fremjast uppá lutfalsliga stutta tíð, og tí vóna tey eisini, at landsins myndugleikar fara at seta ta fíggjarorku av, sum hetta krevur.

 

- Tað er gott at vita, at verkætlanin nú er komin har til, at tunnilsarbeiðið skjótt kann byrja. Vit kunnu ikki liva við, at okkara borgarar eru í vanda á farleiðini millum bygdirnar. Eg trúgvi, at vit øll eru glað, um henda verkætlan kann fremjast yvir fýra ár.

 

Sjálvsagt vóna tey í Húsavíkar bygdaráð, at eisini aðrar bygdir, sum í dag hava vánaligt vegasamband, fara at fáa eina dagførda farleið, tí skal smáu bygdunum, sum liggja soleiðis fyri, sum eitt nú Dalur og Fámjin, verða lív lagað, er neyðugt, at farleiðirnar kunnu gerast tryggar fyri tey fólk, sum ynskja og vilja búgva á staðnum.