úr Dímun, fingu eina sanna dreymabyrjan í nýggja felag teirra, Hillerød. Hetta tá Hillerød á útivølli skuldi royna seg móti Vejle. Hóast hvørgin teirra var millum tær fyrstu 11 á vøllinum, so hevði venjari [...] nevnliga tær báðar á vøllin í seinna hálvleiki, og hesi trý korterini nýttu tær báðar til at prógva, at venjarin kann rokna við teimum báðum. Tá seinni hálvleikur byrjaði, var Hillerød á odda 1-0, men tá [...] 4-0 á máltalvuni, og hevði Eyðvør skotið tvey av teimum trimum málunum, sum fullu í seinna hálvleiki. Meðan Eyðvør stóð sína roynd sum áleypari, skuldi Helga taka sær av uppgávunum longri afturi á vøllinum
ísfjøllum - Kava niður á ein hvalakirkjugarð og síggja tann ótrúliga gróðurin í íshavsins djúpum - Búgva á íshotelli i Kangerlussuaq - Búgva í iglo í Ilulissat - Fara á hávaveiðu ella fiska - Á hvalasafari - Gongutúr [...] Eysturgrønlandi? Ein túr á sleðu í Sisimiut ella ein siglitúr í Ilulisaat? Eitt róligt vikuskifti í Kangerlussuaq, ella eina summarferiu í Suðurgrønlandi, har tú fært at sanna, hví landið ber hetta navnið [...] Grønlandi. Tilboð Millum onnur tilboð hjá teimum eru hesi: - Ferðast í nánd av brotnandi ísfjalli - Klatra á ísfjøllum í Mið-, Suður- ella Eysturgrønlandi - Vitja smábygdir, búgva í privatum grønlendskum heimum
sum tey høvdu sett á skrínið í kamarinum. Jólaaftanskvøld fóru tey til songar, og brátt lógu tey í fasta svøvni, og yvir enni teirra lýsti friðurin. Meðan ketilin sjóðaði so hugnaliga á eldstaðnum, greiddi [...] glað og nøgd, og ein kendi seg sum heima alt fyri eitt. Kom á tal við ein gamlan mann, ið stóð í miðjum urtagarði og lúkaði ókrút burtur. Tað sást á honum, at hann livdi seg inn í hendan fagra blómuheim. Hetta [...] ikki kann sammetast við tykkara sokallaðu humanistisku- og mentunarligu skipan. Tykkara skipan er bygd á tað materialistiska. Tykkara mentan er sera sjálvsøkin og kemur ongantíð at gagna heildini. Okkara skipan
sólskin - tað var løgið, tí tað var jú mitt um náttina. Dávid sá óteljandi einglar á himmalinum. Teir sungu og spældu á hørpu, og Dávid trúði ikki sínum egnu eygum. Hann helt seg droyma. Men eins knappliga [...] Dávidi, sum fekk lítla Jesubarnið at flenna fyri allar fyrstu ferð. Jólakúlurnar minna okkum á, at tann sanna jólagleðin kostar einki, men kemur av tí, sum vit geva - óansæð hvussu lítisvert tað kann tykjast [...] smurdi Dávidi eina breyðflís og lat hann væl í. Kavin lá tjúkkur uttanfyri, og stjørnurnar skinu bjartar á himmalinum. Dávid bíðaði, inntil hann hoyrdi hinar hirðarnar koma ígjøgnum gøtuna, og so helt hann avstað
broyttir í fleiri ár. Við tekjum, sum tú undrast á, at tey líta á. Tí at síggja til tykjast tær at skula svíkja, hvørja ferð brúk er fyri at hava tekju liggjandi á húsunum. [...] eftir beinanveg. Nýggjur hamur Vit koyra inn í miðbýin í Wroclaw og verða sett av á »Vaglinum«, um vit kunnu siga so. Á stóra torginum við Ráðhúsi. Og har er sum í einumhvørjum vestureuropesikum miðaldarbýi [...] heldur tú teg vera staddan í Vestureuropa, tá tú ferðast í størru polsku býunum. Men tá komið verður út á bygd, sæst skilliga, at her hevur tann endurbygging, sum býunum hevur verið fyri, ikki rokkið. Og serliga
Onkun tið á heimskendum leikvøllum so sum Crvena Zvezda í Beograd og C. Vanden Stock í Belgia, meðan staðarnavnið aðrar tíðir hevur verið minni hugvekjandi. Eitt nu á Serevalle í San Marino ella á Ta?Qali [...] venja seg við undirlagið á heimsgitna Luzjniki Stadion, fingu vit okkum eitt prát við útvarpsmannin, hvørs rødd man vera kend av hvørjum mansbarni her á landi. Triðings øld á landsliðnum Hóast tað nú eru [...] Qali Stadion á Malta. Ein felagsnevnari hevur tó alla tiðina verið í hesum frásagnum og vitjanum. Røddin hjá Jógvan Arge hevur hvørja ferð verið á staðnum, og umvegis fartelefon, satelitt ella onkra aðra
biltúrin. Skotska landslagið er eitt litspæl av tí aðru verð, talan er um eina sanna litsýmfu, “farvusymfoni” vildi onkur sagt á gerandismálinum. Grasið, lyngurin, heiðarnar, runnarnir, villu blómirnar, skógurin [...] aftaná eina løtu á vegnum, so byrjar tann stóri vakurleikin at opinbera seg, og hvørja ferð ein heldur: “at hetta var tann vakrasta av øllum sjónum!”, so bíðar enn eitt vakurt ferðamál longur á leið. Eitt tað [...] oyggjarnar bara nevndar “Western Isles”. Á vestursíðu Skotlands eru tey mongu hvítu húsini meira í samljóði við alla tað vøkru náttúruna, meðan øll tey mongu gráu húsini á eystursíðuni, og í Hetlandi hava hug
ártíggju og nógvum royndum at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at greiða viðurskiftini ? uttan úrslit, so var neyðugt at leggja á annan bógv. Semja í landsstýrinum Á landsstýrisfundi fyrst í juni í ár legði [...] legði undirritaði fram upprit og uppskot um nýggja lóggávu á arbeiðsmarknaðarøkinum. Semja var í landsstýrinum um, at skil skuldi fáast á viðurskiftunum sum skjótast, og fekk undirritaði undirtøku fyri at [...] samgonguni, og at undirritaði skuldi kalla partarnar á arbeiðsmarknaðinum saman at viðgera lógaruppskotini (allir tjóðveldislandsstýrismenninir vóru á fundi). Vinnumálaráðið avgreiddi uppskotini til løg
hetta men spart á øðrum økjum.. Samlaða sparingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi seinastu árini er soleiðis í veruleikanum, sammett við sjúkrahúsverkið sum hild, umleið 14 mió. kr. Tað er skorið inn á bein og starvsfólk [...] hevur gjørt. Sergreinin “framkomin urologi” hevur virkað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi á sera høgum støði í meira enn 15 ár og er seinastu árini eisini komin á Landssjúkrahúsið. 2 urologar standa fyri hesum virkseminum [...] Sergreinin hondkirurgi hevur virkað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í meira enn 15 ár og tekur sjúklingar úr øllum landinum. Sergreinin hevur alla tíðina ligið á sjúkrahúsinum og er ikki á hinum báðum sjúkrahúsunum.
men skjótt fekk hon tamarhald á sær."Góðan dagin," segði hon. Ikki fekk hon sagt meira. Fólkið trokaði á, men Jóan helt seg síggja, at hon var fegin at síggja seg. Hon sá á eygum hennara, at hon var hansara [...] ung. Nógv teirra høvdu ikki hitst áður. Tey fingu hug á hvørt øðrum. Summi gjørdust góð fyri lívið. Jóan hevði ikki ró á sær. Hann sá fyri sær eyguni á Durutu, har hon stóð í durunum. Skuldi hann fara niðan [...] Seint var á kvøldi. Tvey ung vóru á veg millum býlingarnar. Duruta og Jóan, sum nøvn teirra vóru, vóru komin at verða góð hvørt við annað, hóast teirra unga aldur. Men hvør kann siga, nær ástin skal vakna