Dreymabyrjan

:)

Eftir at hava sitið á beinkinum í fyrra hálvleiki, høvdu Eyðvør úr Dímun og Helga Ellingsgaard avgerandi leiklutir í 4-0 sigrinum hjá Hillerød


Jákup Mørk


Tær báðar føroysku fótbóltsgenturnar, Helga Ellingsgaard og Eyðvør úr Dímun, fingu eina sanna dreymabyrjan í nýggja felag teirra, Hillerød. Hetta tá Hillerød á útivølli skuldi royna seg móti Vejle.

Hóast hvørgin teirra var millum tær fyrstu 11 á vøllinum, so hevði venjari felagsins gjørt av, at tær báðar skuldu vera við í hópinum, og tað skuldi vísa seg, at hetta var ein sera heppin avgerð.


Eyðvør skoraði

Venjarin sendi nevnliga tær báðar á vøllin í seinna hálvleiki, og hesi trý korterini nýttu tær báðar til at prógva, at venjarin kann rokna við teimum báðum.

Tá seinni hálvleikur byrjaði, var Hillerød á odda 1-0, men tá dysturin var liðugur, stóð 4-0 á máltalvuni, og hevði Eyðvør skotið tvey av teimum trimum málunum, sum fullu í seinna hálvleiki.

Meðan Eyðvør stóð sína roynd sum áleypari, skuldi Helga taka sær av uppgávunum longri afturi á vøllinum, og tá mótstøðuliðið einki fær burturúr, má sigast, at eisini hon røkti sína uppgávu til fulnar. Spurninugrin er so, hvørt hetta er nóg mikið hjá teimum báðum, til tess at tær kunnu tryggja sær fast pláss liðnum. Einki er at taka seg aftur, at liðið telist millum tey sterkastu í Danmark, og einar sjey av kvinnunum teljast millum leikararnar á danska kvinnulandsliðnum. Kappingin um at koma á besta liðið er tí sera hørð, men møguleikarnir hjá teimum føroysku leikarunum munnu ikki vera versnaðir eftir dystin sunnnudagin.

Hillerød er nú á fjórða plássi í donsku elitudeildini, sjey stig aftan fyri OB á fyrsta plássinum.