Dupultfunksjónir á sjúkrahúsum mugu støðgast

Í løgmansrøðuni hesuferð varð sjúkrahúsverkið enn einaferð umrøtt, og eisini hesuferð sera stutt. Sligið varð fast, at dupultfunktiónir skulu takast burtur.

Løgmaður tekur soleiðis til:
”Sjúkrahúsini verða samskipað, so vit fáa eitt samansjóðað heilsuverk við trimum sjúkrahúsum. Dupultfunksjónir skulu beinast burtur við at samskipa virksemi og tænastur. Hetta skuldi verið lagamanni, nú vit hava útbygt okkara undirstøðukervi fyri risa upphæddir, og sum hevur havt við sær, at fjarstøðan í størsta partinum av landinum ikki er størri enn í einum stórbýi. Fakligar ósemjur og lokalpolitikkur mugu ikki sleppa at tarna hesum máli.”

Tann, íð vit á Klaksvíkar Sjúkrahúsi skulu samstarva við arbeiðir við at niðurleggja okkum.

Hetta er vælkend tala og hevur verið á skránni í nógv ár. Men tað er lættari sagt enn gjørt.

Tá tann vit skulu samstarva við bæði vil og arbeiðir fyri, at vit skulu niðurleggjast og enntá fer út í fjølmiðlarnar at kunngerða hetta, so hava við ein álitis trupulleika. Alt samarbeiði byggir á álit. Og tað er púra greitt, at hesin arbeiðsháttur er ein forðing fyri samarbeiðinum.

So hvussu skulu vit samarbeiða við ein stovn sum vil, at vit skulu niðurleggjast? Snýr samarbeiðið seg um hvussu vit skulu niðurleggjast? Spurningurin hevur verið settur ferð eftir ferð í ymsum bólkum og nevndum – men onki svar!







Útvið ein milliard farin í sjúkrahúsverkið seinastu 10 árini uttan nakrar treytir, bert sum gáva og bonus.

Seinastu 10 árini eru pumpaðar úvvið ein milliard inn í sjúkrahúsverkið í øktum játtanum og einum riðil av eykajáttanum, uttan nakrar treytir í heila tikið. Onki at ivast í, at hesin skattagjaldarans peningur hevðið komið betur við aðrastaðni.

Ein stórur partur er farin til økta umsiting sum nú er komin í sjálvssveiggj og í stóran mun livur sítt egna lív. Og restin er helst farin í svørt hol íkomin av ússaligari management.

Peningurin varð helst betri brúktur í tí sokallaða primersektorinum, heimhjálp, skúlalækni, kommunulæknar o.s.fr. Ein alt størri partur av okkara borgarum gerðast kronisk sjúk samstundis sum fólk gerðast eldri.

Hesi ganga inn og út av sjúkrahúsunum, men høvdu verið nógv betri kannað og viðgjørd í primersektorinum. Harafturat hevðið tað eisini verið munandi bíligari. Tað er alt ov stór trúgv til, at sjúkrahús hava munandi árin á fólkaheilsuna. Stórsta árinið fært tú við einum vælskipaðum og framkomnum primer sektor.


Undirstøðukervið skal sparast inn aftur við miðsavning

Løgmaður nevnir at undirstøðukervið (t.e. Norðoyatunnilin) er útbygt so væl, at nú skuldið verið lagamanni at samskipa, ella við øðrum orðum spara pening.

Fyri tað fyrsta, so er aðrastaðni heilt farið burtur frá, at tað fast nøkur sparing við miðsavning ella samskipan. Tað vanliga er, at miðfyrisitingin bólgnar, krøvini vaksa og lættar viðgerðir koma inn í tungt og kostnaðarmikið umhvørvi og alt kemur at kosta meira. Vanligt er at kanning og viðgerð kemur at kosta eini 10 – 15% meira við miðsavning.

Harafturat gerst tænastan munandi verri. Longu nú hevur verið frammi, at taka tilbúgvingina burtur av Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta sum ein náttúrlig gongd eftir, at telefonvaktin í Klaksvík á sinni varð burturtikin, politivaktin niðurløgd og kommunulæknavaktin flutt til Landssjúkrahúsið.

Eftir er so, at taka tilbúgvingina á Klaksvíkar sjúkrahúsi burtur, soleiðis kann sjúkrahúsið eisini fáa ein náttúrligan deyða. Tað tykist sum henda ætlanin nú er tikin av skránni í øllum førum fyribils.

Tað er heilt greitt, at í tilbúgvingini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hevur bert beinagrindina eftir. Hetta er helst bíligasta tilbúgving í øllum heiminum. Verður tað skorið av hesum støðga allar skurðviðgerðir á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og sjúkrahúsið kann eins væl snara lykilin um.


Ongin sparing við miðsavning og samanlegging af funktiónum.

Á pappírinum sær alt sera vakurt út. Á pappírinum síggja vit trivaligar sparingar uppá eini 10 – 20% við at samskipa og savna funktiónir. Tá av tornar verður í veruleikanum eitt yvirforbrúk millum 10 - 15%. Hetta eru ikki gitingar, tað eru gjørdar stórar kanningar yvir fleiri ár í okkara grannalondum sum prógva hetta.

Um sparing skal gerðast so er, at taka eini 10 – 15% av játtanini hjá sjúkrahúsunum yvir ein kamb. Tað er gjørt fyrr og tað bar til.

Nýggjir arbeiðsháttir vóru tá funnir og virksemið gjørt effektivt. Men tá høvdu vit sjálvandi Pál og Høgna. Eg veit ikki um nakar er nú sum kann skera ígjøgnum í tøttum samstarvi við serkunnleikan. Sætt at siga kom tá samstundis ferð á menningina innan sjúkrahúsverkið.

Hitt alternativið er, at flyta nakað av kanning og viðgerð til smáu sjúkrahúsini, har tað kann gerðast bíligari.





Útvið ein milliard krónir út gjøgnum vindeygað seinastu 12 árini.

Men tann risaupphædd sum púra uttan vit og skil er pumpað inn í heilsuverkið seinastu 10 árini er gloppin okkum av hondum. Fyri hesa upphædd kundi verið bygdur og goldin kontant 1,5 Norðoyatunnil og harafturat frítt at ferðast. Her vóru upplagdir møguleikar at spart – men tað er ov seint nú.

Játtanin sum verður brúkt í dag kann kallast ein rammujáttan. Politikarnir játta eina upphædd til eitt sjúkrahús og vóna so, at hetta sjúkrahúsið fær sum best burturúr.

Tað er ikki lætt hjá teimum at seta krøv í hesum sambandi. Svarið frá sjúkrahúsunum er vanliga ullint og kann ikki brúkast til at meta effektivitet, kvalitet og møguligar rationaliseringar.

Tað liggur í áhuga sjúkrahússins, at fáa rammujáttanina økta hvørt ár, og í tí sambandi bera fram orsøkir sum tæna hesum endamáli. Rammuáttanin ber ikki í sær nakran áhuga til at økja um effektivitet og kvalitet ella rationalisera og økja tænastuna.

Nú talgilda heilsuskipanin er komin ræður um, at duga væl at registrera kanningar og viðgerðir. Tann sum er kringast til hetta kann fáa økt sína játtan. Og soleiðis kann haldast áfram.


Betri undirstøðukervi ført til økt virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Tað varð eitt sindur óvist hvønn veg rákið fór at ganga tá Norðoyatunnilin opnaði. Summi hildu, at alt fleiri fóru til Landssjúkrahúsið. Men tølini siga nakað annað.

Tað hevur verið ein munandi vøkstur av sjúklingatali á Klaksvíkar Sjúkrahúsi seinastu árini, og tað eru mest sjúklingar sum koma uttanfyri Norðoyggjar. Sostatt hevur Klaksvíkar Sjúkrahús í veruleikanum í stóran mun fingið gamla upptøkuøkið aftur at umsita.

Parturin av sjúklingum sum koma uttanfyri Norðuroyggjar er seinastu árini vaksin frá 18% til 31 % og setur hetta stórt trykk á sjúkrahúsið.

Tøl frá 2005 og 2008 vísa, at ambulatorium og skaðastova er farið úr 3.200 til 4.300, røntgen kanningar eru hækkaðar til tað dupulta úr 2.500 til 5.000 og laboratoriukanningar eru farnar úr 70.000 til 100.000 árliga. Hetta bert fyri at taka nøkur dømi. (sí fig. 1)


Fig 1
 
 
 
Klaksvíkar Sjúkrahús

 
 

 
Lyklatøl

 
 

 
Kanning og viðgerð
2003 - 05 meðal
2008
 

 
For- efteramb. Og skaðastova
3.295
4.343
Røntgen kanningar
2.538
4.910
Laboratoriu kanningar
73.112
103.867
Skurðviðgerðir á skurðgongini
594
706
Fysioterapi
21.626
20.899
 

 
Innleggingar
2005.
2008.
 

 
Samanlagt
1.560
1.768
Sjúklingar frá Norðuroyggjum
82%
69%
Sjúklingar aðrastaðni úr Føroyum
18%
31%
 

 
Kirurgiskir
60%
58%
Medisinskir
40%
42%
 
 
 


Vit tosa her um munandi økt virksemi og økt upptøkuøki sum sjálvandi lættir um hjá miðøkinum.


Skeiv gongd í játtanar og spari politikki

Men hvussu verður hetta lønt. Er tað so, at Klaksvíkar Sjúkrahús liggur fremst tá tað kemur til øking av játtanini? Nei, skúkrahúsið verður ístaðin fíggjarliga pínt.

Um sjúkrahúsið hevðið fylgt við játtanini hjá t.d. Landssjúkrahúsinum seinastu 10 árini so varð játanin til Klaksvíkar Sjúkrahús 10 mió. hægri enn hon er í dag. Um Landssjúkrahúsið hevðið fylgt játtanarøkingini hjá Klaksvíkar Sjúkrahúsi so varð játtanin til Landssjúkrahúsið umleið 50 mió. kr. lægri enn hon er í dag.

Samstundis er upptøkuøkið hjá Landssjúkrahúsinum minkað tilsvarandi, tá alt fleiri eysturoyingar søkja til Klaksvíkar og harfturat hevur tað lætt munandi um arbeiðsbyðruna, at komunulæknavaktin nú passar skaðastovuna á Landssjúkrahúsinum (sí annars fig. 2).

Sostatt eru í verunleikanum 10 mió. kr tiknar av játtanini til Klaksvíkar Sjúkrahús seinastu árini, um sammett verður við sjúkrahúsverkið sum heild.

Flytingin av kommunulæknavaktini til Landssjúkrahúsið kostaði Klaksvíkar Sjúkrahúsi umleið 3 mió. kr. Men sjúkrahúsið fekk bert 1 mió. í øktari játtan og noyddist at spara 2 mió. kr. Økingin av aktivitetinum í kjalarvørrinum av Norðoyatunnlinum fer við umleið 2 mió. kr afturat. Vit hava ikki fingið pening til hetta men spart á øðrum økjum..

Samlaða sparingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi seinastu árini er soleiðis í veruleikanum, sammett við sjúkrahúsverkið sum hild, umleið 14 mió. kr. Tað er skorið inn á bein og starvsfólk renna sum ongantíð áður. Sjúkrahúsið er vorið ein risa sparing fyri landsbúskapin, ein dygg tænasta fyri borgarin, nógv umhildið millum sjúklingar, arbeiðir á hægsta støði og veitir viðgerð og røkt innan fleiri serøki.

Fig 2
Roknskapartøl fyri føroysku sjúkrahúsini frá 2004 til 2008 + plan 2009
200020012002200320042005200620072008ÆtlanVøksturvøkstur20102000 til 2010í %LS227.100243.035263.102264.294287.640297.947313.887342.224377.283398.402171.30275,4KS41.23343.29046.76746.67148.86749.64851.66055.17757.54561.75320.52049.8SS31.15331.66133.19335.18638.61038.67039.95942.48544.21148.40117.24855,4

Tilsamans síggja vit her eina øking innan sjúkrahúsverkið uppá 209 mió. kr seinastu 10 árini. Um vit nú regulera tað fyri prístalinum verður tað ein netto øking uppá 185 mió kr.


1000 mió. kr. í skeivari íløgu

Samnalagt hevur so sjúkrahúsverkið fingið øktar játtanir seinastu 10 árini uppá umleið 900 mió. kr. (prístalsreglulerað). Afturat hesum koma so nógvar eykajáttanir. Soleiðis nærkast vit milliardini sum skattaborgarin skal betala, og hetta uttan nakrar treytir í heila tikið.

Nú skuldið ein trú, at sjúkrahúsini høvdu fingið nokk av peningi, men gakk! Enn sum áður sama gíslatøka í august mánaða, har Heilsumálaráðið verður tikið á bóli, læknar støðga kanning og viðgerð og seta seg í staðin at loysa kabalir. Ikki tí, hetta hevur verið lønandi arbeiðsháttur seinastu árini og givið rúgvusmikið av peningi. So hví ikki halda áfram í sama spori.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur tó ikki ligið frammaliga á hesum øki. Til dømis hevur leiðslan á Klaksvíkar Sjúkrahúsið havt tann óvana at taka fyri fullt, at givin játtan skal haldast. Leiðslan hevur heldur ikki staði seg væl tá tað kemur til, at biðið um eykajáttan. Sjúkrahúsið helt eisini uppat við at reka sjúklingar framman fyri seg fyri, at fáa hægri játtan. Hevur eisini mett tað av stórum týdningi við loyaliteti mótvegis játtandi mynduleika.

Sjúkrahúsið hevur valt at brúka eina lítla men dygga leiðslu sum kann taka skjótar avgerðir í tøttum samstarvi við starvsfólkið.

Alt ov stórur partur av øktu játtanin til miðøkið er, sum vit vita, farin til at menna leiðslunar. Tær er nú er so máttmiklar, at tær seta sær føri at gerða álop á aðrar stovnar, eitt nú Klaksvíkar Sjúkrahús.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur vunnið eina nøgdsemiskanning, serlæknar standa í kø fyri at arbeiða her, kanning, viðgerð og røkt eru á hægsta støði. Leiðslan er kompetent og harafturat hevur sjúkrahúsið havt gott samband við Heilsumálaráðið. Men verður hetta mett sum ein fyrimunur?




Hvat eru dupultfunktiónir?

Løgmaður nevnir dupultfunktiónir. Fyribrygdið er ringt at definera og tey flestu vita ikki hvat tað snýr seg um. Vit sum arbeiða innan verkið kunnu heldur ikki semjast um hvat dupultfunktiiónir merkja. Í okkara grannalondum eru tey farin heilt frá fyribrigdinum dupultfunktiónir fyri meira enn 30 árum síðani.

Eitt sjúkrahús stendur fyrst og fremst fyri kanning og viðgerð. Fyri at talan kann verða um eitt sjúkrahús er sostatt neyðugt við grundleggjandi funktiónum á sjálvum sjúkrahúsinum so sum laboratorium, røntgen, tilbúgving, fyrisiting, fluttningstænastu, skaðastovu, skurðstovu, seingjardeildum, fysio- ergoterapi servicu- og røktarstarvsfólki o.s.fr.

Tær funktiónir sjúkrahúsið hevur, verða so leiddar av serlæknum á økinum. Uttan hesar grundleggjandi funktiónir onki sjúkrahús.

Hetta vil so eisini siga, at tað er neyðugt við eini røð av “dupultfunktiónum” fyri, at eitt sjúkrahús skal fungera. Eru tað hesar funktiónir løgmaður hugsar um so so er líka gott, at snara lykilin um beinan vegin.

Róð hevur verið fram undir, at ávís kanningartól bert skulu verða á einum sjúkrahúsi uttan at greitt hevur verið frá, hvat hugsað verður um. Til dømis hava skannarar verið nevndir.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevði fyri nøkrum árum síðan 1 skannara. Seinastu 2 árini eru 3 framkomnir skannarar komnir afturar og verða hesir brúktir dagliga. Framyvir fer tað haraftur at verða øktur tørvur á framkomnum skannarum um sjúkrahúsið skal kunna virka sum eitt sjúkrahús.


Sergreinir – undirsergreinir - ambulatoriir

Eisini hevur verið nevnt, at sergreinir bert skulu verða á einum staði. Um vit taka serøkið kirurgi so kann eitt sjúkrahús ikki liva uttan hetta serøkið. Sama er galdandi fyri serøkið medisin.

Sergreinin ortopedi byrjaði á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fyri meira enn 30 árum síðani, men bleiv seinri upptikin á Landssjúkrahúsinum. Fyri nøkrum árum síðani stuðlaði Heilsumálaraðið Suðuroyar Sjúkrahúsi so liðútskiftingar eisini kunnu fara fram har. Sostatt hevur Heilsumálaráðið onkið ímóti, at dupultfunktiónir gerðast til trippelfunktiónir.

Í løtuni eru 5 ortopedar knýttir at Klaksvíkar Sjúkrahúsi og kunnu enn sum áður taka sær av so at siga øllum ortopediskum skurðviðgerðum. Klaksvíkar Sjúkrahús er sostattt til reiðar at taka sær av allari ortopediini eins og tað altíð hevur gjørt.

Sergreinin “framkomin urologi” hevur virkað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi á sera høgum støði í meira enn 15 ár og er seinastu árini eisini komin á Landssjúkrahúsið. 2 urologar standa fyri hesum virkseminum. Tað er ongin trupulleiki, at Klaksvíkar Sjúkrahús heldur áfram við at taka sær av allari framkomnari urologi í Føroyum bæði til frama fyri land og sjúklingar.

Undirsergreinin barnaortopedi hevur virkað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eini 15 ár og 2 ortopedar taka sær av hesum. Hetta verður gjørt í tøttum samarbeiði við størsta barnasjúkhús í Norðanlondum, Astrid Lindgrens Barnsjukhus í Stockholm. Børnini úr øllum Føroyum eru vælkomin til at brúka hesa tænastu og sjúkrahúsið er til reiðar at taka sær fult og heilt av hesi sergrein.

Sergreinin hondkirurgi hevur virkað á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í meira enn 15 ár og tekur sjúklingar úr øllum landinum. Sergreinin hevur alla tíðina ligið á sjúkrahúsinum og er ikki á hinum báðum sjúkrahúsunum.

Undirsergreinin akslakirurgi hevur eisini virkað í meira enn 15 ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. 3 ortopedar taka sær av hesum. Hetta er nú eisini byrjað á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahúsið er til reiðar, at taka alla akslaskurðviðgerð á seg.

Sergreinin rheumatologi hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum sett starv og avloysarar í 30 ár.

Sergreinin nefrologi hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í 10 ár

Sergreinin anæstesiologi hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum sett tarv og avloysarar í 15 ár.

Ambularoriir

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fylgjandi ambulatoriir
Sárambularorium
Ortopediskt ambulatorium
Kirurgiskt ambulatorium
Barnaortopediskt ambulatorium
Akslaambulatorium
Rheumatologiskt ambulatorium
Urologiskt ambulatorium
Diabetes ambulatorium
Anestesi ambulatorium
Hond kirurgiskt ambulatorium
Lungaambulatorium



Framtíðin

Tað sum tykist at verða grundleggjandi tá politikar seinastu árini hava tosað um “dupultfunktiónir” er, at takast skulu vælfungerandi funktiónir av Klaksvíkar Sjúkrahúsi og miðsavna tær, undir tí høga máli at spara.

Men hyggja vit eftir játtanar økingini seinastu árini so er hon nógv stórst í miðøkinum. So vit kunnu eins og okkara grannalond sanna, at tað gjørdist ongin sparing men alt gjørdist dýrari við ógvusligum játtanar økingum og endaleysum eykajáttanum.

Játtanin til miðøkjið er seinastu 10 árini økt við eini upphædd svarandi til umleið játtanina til Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús tilsamans. So í verunleikanum hevur Landssjúkrahúsið fingið játtanina hjá Klaksvíkar og Suðuroyar Sjúkrahúsum uttan at fáa sjúklingarnar.

Hetta samstundis sum upptøkuøkið til miðøkið er minkað. Minkingin kemur av, at alt fleiri koma gjøgnum Norðoyatunnilin til Klaksvíkar Sjúkrahús til kanning og viðgerð. Hetta snýr seg bæði um akuttar og ætlaðar sjúklingar.

Tað hevur seinastu tíðina verið frammi, at Klaksvíkar Sjúkrahús skal menna seg við endurvenjingum, rehabilitering og ávísum ambulatorium. Hetta er so nakað sum leingi hevur verið tørvur á.

Tó krevur henda funktión onki sjúkrahús og verður best rikin sum ein bíligari stovnur sum ikki krevur sjúkrahúsfunktiónir. Og tað er heldur ikki neyðugt at lækni er til steðar á tílíkum stovni. Stovnurin verður best og mest rationelt rikin við læknavitjan eina ella tvær ferðir um vikuna.

Klaksvíkar sjúkrahús stendur í dag sum ein bjartur viti innan kanning og viðgerð í Føroyum.

Sjúkrahúsið hevur framkomna kanningar og viðgerðar skipan innan aksla skurðviðgerðir. Ein skipan sum nú í meira enn 15 ár hevur verið leidd av serlæknum innan akslaskurðviðgerðir við dynamiskum ultraljóð skanningum og eftirfylgjandi skurðviðgerðum. Ein stór sparing fyri landsbúskapin

Reglulig vitjan av serlækna í hond skurðviðgerðum seinastu 15 árini hevur lyft støði á hesum øki munandi, samstundis sum tað er tíðandi sparing fyri skattaborgarin. Klaksvíkar Sjúkrahús er einasta sjúkrahús í Føroyum sum hevur hesa serviðgerð

Ryggja skurðviðgerðir hava verið støðugt vaksandi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi seinastu 5-6 árini og eru til munandi sparing hjá landsbúskapinum. Klaksvíkar Sjúkrahús er einasta sjúkrahús í Føroyum har settur er serlækni í ryggja skurðviðgerðum.

Tann framkomna urologi skipanin á sjúkahúsinum hevur tætt samarbeiði við donsk sjúkrahús og sostatt besta støðið í landinum. Skipanin hevur nú meira enn 15 ár á baki. Kanningar og viðgerðar skipanin er á hædd við tað besta sum fæst í Norðanlondum.

Innan barnaortopedi hevur menningin gingið sera skjótt. Klumpfótsviðgerðin er á heimsstøði og hevur í longri tíð ligið væl frammanfyri líknandi viðgerð í Danmark. Samstundis hevur hetta viðført, at tað nú sjálvdan gerðst neyðugt at skurðviðgerða. Børnini verða nú viðgjørd í Klaksvík í staðin fyri, at fara av landinum.

Ferðandi barnaortopedar úr Svøríki hava harafturat seinastu 15 árini ment eina kanning og viðgerð av børnum við ortopediskum sjúkum í Føroyum sum hevur høgt norðurlendskt støði.

Skurðviðgerðir og kikarakanninga innan maga og tarm fara regluliga fram av serlækna innan kirurgi. Henda kanning og viðgerð hevur ment seg munandi seinastu 6 árini.

Skurðviðgerðir innan maga, tarm, aðraknútar, brokk o.s.fr. hevur eisini ment seg stórliga seinastu árini.

Liðútskiftingar av knøum og mjadnum eru farnar fram síðani 1988 og verður nú leiddar av 3 ortopedum.

Kikarakanningar í liðir byrjaðu í 1978 og verða nú gjørdar í akslaliðum, knæliðum, albogaliðum, hondliðum, fótliðum o.s.fr. 4 ortopedar taka sær av hesum, ein føroyskur og 3 útlendskir.

Eitt stórt tal av øðrum ortopediskum skurðviðgerðum fara eisini fram har bæði føroyskir og útlendskir ortopedar luttaka.

Skaðastova, for- og eftirambulatorium innan kirurgi, ortopedi, barnaortopedi, urologi, hondkirurgi, akslakirurgi, ryggkirurgi, nefrologi, medisin, diabets o.s.fr. eru økt munandi eftir at kommunulækna vaktin fyri Norðuroyggjar og Eysturoy flutti til Landssjúkrahúsið og partar av Eysturoy nú aftur eru farnar at vitja Klaksvíkar Sjúkrahús eftir at Norðoyatunnilin opnnaði.

Eitt sjúkrahús í menning til stóran bata fyri upptøkuøki og restina av Føroyum. Uttan hesa menning og serviðgerð koma ongir læknar til sjúkrahúsið og tá fánar sjúkrahúsið burtur og doyr.

Sjúkrahúsið hevur ligið á odda við sparingum, rationaliseringum og loyaltitet mótvegis arbeiðsgevara. Hetta undir sera høgum arbeiðastrýsti øktum upptøkuøki, skerdari játtan og stórum sparikrøvum.

Eftir er so at fáa at vita hvørjar sjúkrahúsfunktiónir Klaksvíkar Sjúkrahús skal varðveita ella fáa afturat fyri at kunna halda áfram sum eitt sjúkrahús. Tað vil siga serøki sum gerða tað áhugavert hjá serlæknum í heila tikið at arbeiða her.