Dreymarnir gerast veruleiki

FERÐAVINNA Nógvir møguleikar eru fyri góðum og spennandi upplivingum í grønlendsku náttúruni.

Hevur tú hug til ein krevjandi og langan upplivingartúr í Eysturgrønlandi?
Ein túr á sleðu í Sisimiut ella ein siglitúr í Ilulisaat?
Eitt róligt vikuskifti í Kangerlussuaq, ella eina summarferiu í Suðurgrønlandi, har tú fært at sanna, hví landið ber hetta navnið?
Hetta eru bert nøkur av teimum mongu tilboðunum, sum grønlendska ferðavinnan hevur at bjóða teim vitjandi.
- Vit siga tað so, at tað truplasta hjá tí vitjandi er at velja millum tilboðini. Men her kunnu vit hjálpa teimum, siga tey hjá ferðavinnuskrivstovuni Nordic Adventure í Grønlandi.

Tilboð
Millum onnur tilboð hjá teimum eru hesi:
- Ferðast í nánd av brotnandi ísfjalli
- Klatra á ísfjøllum í Mið-, Suður- ella Eysturgrønlandi
- Vitja smábygdir, búgva í privatum grønlendskum heimum og uppliva mentanina heilt tætt
- Spæla ísgolf í Uummannaq
- Vitja garðin hjá Eiriki Reyða
- Baða í keldum sum hava 36 hitastig, umgyrd av kava og ísfjøllum
- Kava niður á ein hvalakirkjugarð og síggja tann ótrúliga gróðurin í íshavsins djúpum
- Búgva á íshotelli i Kangerlussuaq
- Búgva í iglo í Ilulissat
- Fara á hávaveiðu ella fiska
- Á hvalasafari
- Gongutúr á ógranskaðum øki
- Í tyrlu yvir Innlandsísin