Uttanfyri var stormur og kavarok, eitt ósvivaligt veður, men inni í kroysuni var fjálgt, og her andaði av friði og gleði. Innandura valdaði kærleiki og vinalag. Tann sanni huffarsligi og rætti jóladámurin lá og hvíldi yvir hesari vesælu kroysu, ið ongin gav stórvegis ans. Borgirnar runt um fingu kroysuna at síggja so lítla og skrivisliga út. Tað varð sagt, at eingin, sum hevði virðing fyri sær sjálvum, kundi geva hesari vesælu kroysu ans.
Jú so sanniliga var her altíð sera hugnaligt at sita, her valdaði friður, og tað var eins og inn higar náddi ikki ófriðurin, ei heldur íspegilsgaldranirnar.
Nú sat Súsanna einsamøll við eldstaðin, elligomul, men tó andsfrísk, og ein sælur friður lá yvir enni hennara.
Hon tosaði um gamlar dagar, tá ið hon og bróður hennara Jákup saman við foreldrunum búleikaðust í hesari smáttuni. Greiddi mær frá teim fáu jólagávunum, ið tey høvdu fingið, og sum tey høvdu sett á skrínið í kamarinum.
Jólaaftanskvøld fóru tey til songar, og brátt lógu tey í fasta svøvni, og yvir enni teirra lýsti friðurin.
Meðan ketilin sjóðaði so hugnaliga á eldstaðnum, greiddi Súsanna mær frá einum vøkrum dreymi, ið hon hevði havt fyri mongum árum síðani, og sum hon ikki hevði grett um áður fyri nøkrum.
Her vil eg, so gott sum eg kann minnast, endurgeva dreymin.
Súsanna droymdi, at abbi hennara, ið fyri mongum Harrans árum síðan var farin heim í teir ævigu bústaðirnar, var komin til hennara í dreymi.
Abbin greiddi Súsonnu frá einum samfelag, ið hann, sum ungur, hevði vitjað, og sum hann fegin vildi greiða henni frá.
Abbin greiddi so livandi frá:
»Deyðamóður og útlúgvaður kom eg til hetta fyri mær fremmanda land. Her var so avbæra vakurt. Reinleikin skein innar í hvørt skýmaskot.
Fólkini vóru so vinarlig, glað og nøgd, og ein kendi seg sum heima alt fyri eitt.
Kom á tal við ein gamlan mann, ið stóð í miðjum urtagarði og lúkaði ókrút burtur. Tað sást á honum, at hann livdi seg inn í hendan fagra blómuheim. Hetta gav honum nakað, ið jagstrað menniskju ikki kenna. Hesin friðurin, ið lýsti av enni hansara.
Vit heilsaðust, og hann beyð mær innar.
Hann byrjaði alt fyri eitt at greiða mær við livandi og innilgum orðum frá hesum samfelag, ið eg var komin til.
Hetta er ikki eitt samfelag í vanligari týðing. Sum tú óivað longu hevur lagt til merkis, eru menniskjuni her sera ymisk, bæði í útsjónd og atburði.
Fyri mær at hoyra, tosa tey ymisk tungumál. Men hetta hugsa vit als ikki um til dagligt. Vit hugsa annarleiðis.
Vit skilja hvønn annan. Hetta er júst tað gátuføra við hesum samfelagnum, og hetta er júst grundstøði undir hesum samfelag. Ein samfelagsskipan, ið als ikki kann sammetast við tykkara sokallaðu humanistisku- og mentunarligu skipan. Tykkara skipan er bygd á tað materialistiska. Tykkara mentan er sera sjálvsøkin og kemur ongantíð at gagna heildini. Okkara skipan hevði als ikki hóska til tykkara materialistiska heim.
Í tykkara samfelag ræður ein evnismentan. Her hjá okkum verður tann andaliga, vísdómsins mentanin sett í hásæti.
Hjá tykkum verður mentanin antin nýtt sum heiðursmentan- mannadyrkan, meðan her hjá okkum er mentanin við í øllum virki okkara, er ein livandi, gróðrarmikil og lívgevandi eind, er sera virkin, og menniskjuni liva í henni. Tann andaliga mentanin er ein natúrligur partur í gerandisdegnum.
Mentanin verður ikki eins og hjá tykkum at stytta sær stundir ella ein gulltrúnumentan, men her verður mentanin nýtt í tí andaliga virkna lívinum.
Her eru vit øll tænarar. Eingir valdsharrar, hvørki í manna- ei heldur í einglalíki, fáa heimstað her.
Børnini og ungdómurin verða sett í heiðursplássini. Sannur javnrættur ræður og øll verða vird eins.
Eitt løgið samfelag, hugsaði abbi, og hann kundi ikki rættiliga skilja, at hetta kundi bera til, men hesin gamli maðurin helt áfram at greiða abba frá hesum fyri honum løgna samfelag.
Vegurin til tað sanna frælsið ? sannleikan ? knýtir hesi menniskju saman, og javnrættarandin blæsir solidariska gróðralýðku hvønn morgun gjøgnum hetta samfelag.
Hvør einstakur kennir seg sum tað neyðugasta klípi í hesum samfelagnum og tessvegna grettir ikki, at júst tey smæstu klípini verða gjølla eftirhugd og verða vard. Onki klípi við hesi umhugsan og kærleika fer fyri skeyti. Grundstuðulin undir hesari skipan eru júst tey smæstu og neyðarsligu klípini. Her valdar tað fullkomna brøðralagið. Tænaraandin og tænaravirksemi eru tey berandi liðini, og út frá hesum sprettur júst samhugin.
Fyribrigdi rík, fátæk, høg og lág, yvir og undir eru ikki til, vegna tess at stjala, snýta, gera sær dælt av, finst ikki í hesum fullkomna samfelagnum, í hesum tænarasamfelagnum.
Eingin ger nakað fyri at vinna sær heiður og rós. Tað, ið hvør einstakur ger, er fyri at tæna heildini. Ein spaki verður eins nógv virdur og ein læknaknívur, ein grótsmiður líka nógv virdur sum ein tónleikasmiður.
Samfelagsvirðini verða javnt lutað sundur til tann einstaka samfelagsborgaran. Øll eru felags um virðini, tilfeingið, og øll eiga samfelastólini.
Listilærd ríkmenni finnast als ikki, tað er eingin gróðrarbotnur fyri slíkum í samfelag okkara.
Tann andaliga heildin er í øllum samfelagnum, luttekur í øllum virkseminum og ávirkar hvørja løtu hesar mongu milliónirnar av samfelagsborgarum at verja tey smæsu klípini.
Ein sera einføld samfelagsskipan, ið als ikki ber brá av sjálvsøkni, eginvild og heiðursgirnd.
Abbi takkaði hesum gamla manninum fyri gestablídni og fyri hesa frálíku frágreiðing um hetta gátuføra, andaliga ríka og hetta fullkomna tænara samfelag, ið ljóðaði at vera tað fullkomna samfelagið. Síðan leitaði abbi sær heim aftur«.
Súsanna vaknaði og goymdi hendan dreymin væl og virðiliga í hjarta sínum, og nú mong harrans ár seinni, meðan vit sita so fjálgt her inni í hesi vesælu kroysu, greiðir Súsanna mær frá hesum dreymi og ynskti, at hesin dreymurin gjørdist veruleikin! At okkara samfelag bleiv grundað á ein slíkan hátt, at júst tey smáu, neyðarsligu klípuni máttu verða vard, júst hesi klípi, ið vóru við at stuðla øllum garðinum!
Eg takkaði fyri hugnaliga samveru og ynskti Súsonnu gleðilig jól og leitaði mær út aftur í marglætissamfelagið.
Gleðilig jól!