Duldi vakurleikin í Vestur-Skottlandi

Skottland 2 partur

Føroyingar á fer› í Skottlandi eiga avgjørt at hugsa um vestursí›ina. Her kunnu føroyski fer›afólkini síggja óspilta og vakra náttúru í stórt mát.

 

 

Komnir í land í Scrabster er tað, sum innara røddin rópar “Aberdeen” ella “Inverness”, og føroysku ferðafólkini fara beinu leiðina suður eftir, framvið eysturstrondini. Aberdeen hevur stóran symbolskan týdning fyri samvinnuna millum føroyingar og skotar. Tað var her, at abbi ella langabbi seldu sín fisk, og mangt føroyskt heim var fjálgað við lutum og gávum, sum vóru keyptar í “Bon Accord” ella aðrastaðni í Aberdeen. Tí er eitt band, sum dregur í føroyska ferðamannin at sikta eftir Aberdeen tá ein kemur inn í Thurso, og skal velja “síðu”, hvørt ein skal fara eystureftir ella vestureftir. Og higartil hava nærum øll valt at fara eystureftir, men tað kann bara skyldast, at allur vakurleikin í Vestur-Skottlandi er duldur fyri teimum. Tað ein ikki kennir, saknar ein ikki. Men nú undirritaði á fyrsta sinni skoðaði vakurleikan í Vestur-Skottlandi, er birtur í mær ein stórur longsul at vitja aftur higar. Og eigur eingin rættsiktaður ferðamaður at frásiga sær møguleikan at skoða hendan ósigiliga vakurleikan.

 

Wild West

 

“Wild West” er ikki bara í Amerika, sama máliska kann verða nýtt fyri at lýsa landslutin Sutherland í skotska hálendinum. Ì tíðarskeiðnum millum hálvan juni, og seinast til august býðst høvi hjá føroyingum at fara við Norrønu, og vitja hesar villunar víddir. Tað fyrsta ein eigur at gera – um ein gongur ímóti fjøldini – og velur at fara vestureftir, er at bunkra í Thurso. Tí langt er millum bygdirnar, og eru nógvar bygdir – fyri føroyingar – í einari ógvuliga heimligari stødd. Tó so, bensinstøðir eru at finna, og tað við einari forsvarligari frástøðu millum tær, men tann fullkomni biltúrurin krevur, at ein bunkrar upp hvørja ferð. Tí náttúran, sum er at skoða leggur væl og virðiliga lunnar undir tann fullkomna biltúrin. Skotska landslagið er eitt litspæl av tí aðru verð, talan er um eina sanna litsýmfu, “farvusymfoni” vildi onkur sagt á gerandismálinum. Grasið, lyngurin, heiðarnar, runnarnir, villu blómirnar, skógurin, og so fjallatindirnir, ið gerast hæddarpunktini í øllum litspølunum. Teir fyrstu kilometrarnar aftaná Thurso, eru meira, sum eitt stórt vallað lendi, við m.ø. Dounray og tess gamla kjarnorkuverki, sum gav føroyingum mangar vøkunætur. Men so knappliga aftaná eina løtu á vegnum, so byrjar tann stóri vakurleikin at opinbera seg, og hvørja ferð ein heldur: “at hetta var tann vakrasta av øllum sjónum!”, so bíðar enn eitt vakurt ferðamál longur á leið. Eitt tað mest forkunnuga í Sutherlandi, eru allar sandstrendurnar, stórar, reinar og óspiltar, og eru tær nógvar í tali.

 

Smoo Cave

 

Náttúruupplivingar eru altíð ein frægd fyri eyga, men tað ger ikki eina ferð verri, um ein náttúruppliving eisini kann verða “interaktiv”, fyri at nýta eina nýmótans málisku. Ein av hesum interaktivu náttúruupplivingunum er Smoo Cave, sum er frámerki hjá bygdini Durness í Vestur-Sutherlandi. Smoo Cave er ikki ein størri sjónbær uppliving enn holurnar, ein kann sigla inn í, tá ein fer undir bjørgini í Føroyum, men alternativa upplivingin í hesum førinum er, at ein kann spáka oman til Smoo Cave. Bilurin verður parkeraður, og so gongur ein fleiri trin, sum er gjørd av viði oman til spennandi helluna. Áin Smoo endar leið sína við Smoo Cave, har hon fossar niður í hetta spennandi hellið, av sonnum eitt vátt og gott upplivilsi. Trapputrin eru bæði norðanfyri og sunnanfyri Smoo Cave, og tá ein tekur trinini upp aftur, sleppur hvør og ein í sínum lagi at sanna, um kondisjónin er góð og ring. Men tað er vert at líða eitt sindur fyri eina stóra uppliving.

 

Hvítu húsini

 

Ikki er tað ofta, at ein tekur til neilig lýsingarorð tá talan er um Skottland, men eitt sum fellur føroyingum tungt at venja seg við, eru øll tey gráu húsini. Nógv býar- og bygdarløg fella grátt í grátt, Lerwick í Hetlandi er tiltikin í so máta. Men her eru góð tíðindi fyri føroyingin, sum ætlar at uppliva Vestur-Skottland. Í Ullapool, sum er ein hugnaligur og vakur fiskivinnubýur, ið ikki er ókendur millum føroyskar fiskimenn, hava tey mótsatt Lerwick valt at fara hvítt í hvítt. Ullapool er eisini portrið til Suðuroyggjarnar/Hebridirnar, um ein ynskir at vitja tær. Í Skottlandi verða oyggjarnar bara nevndar “Western Isles”. Á vestursíðu Skotlands eru tey mongu hvítu húsini meira í samljóði við alla tað vøkru náttúruna, meðan øll tey mongu gráu húsini á eystursíðuni, og í Hetlandi hava hug at leggja ein lítlan dempara á tað stóru upplivingina.

 

Skræddaraseymað loysn

 

Tá ein skal fara um í ókendum øki, kann ofta verða torført at nágreina ferðina viðv. gisting, matarsteðgum o.ø. Føroyingar, ið ynska at uppliva stórleikan í Vestur-Skottlandi eru í tí hepnu støðu, at Smyril Line hevur eina skræddaraseymaða loysn. Gjøgnum Smyril Line ber til at bíleggja kømur á gistingarhúsum og gististøðum í Vestur-Skottlandi og úti á Hebridinum. Frástøðan millum gistingarnar er av passandi slagi, so ferðafólkunum ikki nýtast at fáa strongd, og røkka tey ferðamálini við einum rímiligum tíðarmáli. Umframt náttúruupplivingarnar ber sjálvsagt til at uppliva mál og mentan. Tað er nevnliga í Vestur-Skottlandi, at gamla geliska málið og mentanin hevur síni livilíkindi. Men mangan má ein standa málleysur og hyggja, so langt sum eyga røkkur.