gingið striltið hjá NSÍ móti B36 í Havn. Í 1995 vann B36 1-0, og árið fyri tað var úrslitið 2-0 til B36. John Petersen var leikbannaður seinast á Tvøroyri, men kemur aftur úr Noregi í dag og er við í morgin [...] Runavík á stevnuni 13. juni, og nú kemur NSÍ so í Gundadal. Júst hesin dysturin varð í fjør spældur um sama mundið á árinum, og ta ferðina vann B36 3-2 í einum sera spennandi og vælleiktum dysti. Sum heild [...] Svangaskarði, var í 1996, og tá vann heimaliðið 3-1. Í 1995 vann TB 2-1, og bæði í 1994 og 1993 endaði javnt 1-1. Seinasta útpurring hjá sumbingum Í Sumba kemur VB á vitjan, og sostatt er talan um reina
hálvleiki, og tað hevði heldur ikki verið av leið, um teir vóru á odda í hálvleikssteðginum, men B36 átti seinna hálvleik og vísti eisini sum heild betra spælið, og í síðsta enda var sigurin uppiborin. B36 varðveitti [...] spældur púra blankur frammanfyri B36-málinum, men hann gav sær alt ov góðar stundir, og so kundi Egin eisini ta ferðina verja fyri. Egin Høgnesen var besti maður hjá B36, og í fyrra hálvleiki var tað bert [...] ferðina bjargaði Milanovic frálíkt B36-skotum tvær ferðir upp í slag. Aftan á málið royndi NSÍ at leggja trýst á, men tað gekk illa í hond, og B36 fekk glið á skjóta spælið frameftir, serliga úti í vinstru
trýstið á B68, og heimaliðið raknaði við og fekk tvey mál. Fyrri hálvleikur var rættiliga javnur og liðini fingu tvey mál í part fyrstu 45 minuttirnar. Tvørámenn byrjaðu betur, men B68 kom eisini við, og tá góðir [...] ígjøgnum tunnu B68-verjuna. Teir fingu eisini javnað bert seks minuttir aftan á málið hjá B68. Dan Mortensen, sum byrjaði á væl mannaðu miðjuni hjá TB, skallaði eitt innlegg í málið, og so var aftur javnvág [...] Tað var tætt og spennandi á Svangaskarði sunnudagin, tá TB var og vitjaði B68. Dysturin endaði 4-3 til toftamenn, eftir at TB hevði verið á odda 3-2, tá tíggju minuttir vóru eftir av dystinum. Men tvørámenn
20 stig, og tað eru trý fleiri enn NSÍ, sum nú liggur á næstniðasta plássi. Í seinasta umfari av kappingini spælir EB/Streymur á heimavølli móti LÍF, meðan NSÍ fer til Gøtu at spæla móti GÍ. Og tað skal [...] fult uppiborin og skuldi verið størri heldur enn minni. Halldór Joensen hevur roynst væl sum málskjútti hjá EB/Streymi í ár, og hesaferð fekk hann tvey mál. Hini bæði skutu Tummas Joensen og Eyðfinnur Joensen [...] varðveita plássið í 2. deild. Níggjunda plássið gevur teimum tveir dystir um upp- og niðurflyting móti næstbesta liðnum í 3. deild, og havandi í huga munin, sum er í støðinum millum deildirnar, man 2. deildarliðið
grannarnir í B36 vunnu 2-0 á NSÍ, og tað gjørdu teir, sjálvt um álopstrumfarnir Jákup á Borg og John Petersen lógu veðurfastir uttanlands. Støðutalvan vísir, at HB og B36 eru á veg til at vinna gull og silvur [...] tørn um fjórða plássið og harvið rættin til komandi summar at taka lut í Intertoto Cup. GÍ tók seg trý stig inn á NSÍ, og nú er munurin millum hesi bæði eysturoyarliðini trý stig. B36 stórt tak Um vit líta [...] niðurflytingarvanda, og teir mugu fyrst og fremst líta á og vóna, at tey bæði suðuroyarliðini, sum teir hava undir sær, ikki fara at fáa stig. Í síðsta umfarinum fær ÍF vitjan av HB, og skulu teir bjarga
meðan B36 er dottið niður á niðurflytingarplássið. Tað var leingi, áðrenn tað var nakar serligur munur á liðunum í Runavík leygardagin, og fyrstu løtuna í bæði fyrra og seinna umfarinum hevði B36 gott [...] við síðuna av Jack Jacobsen, og tað vísti seg at rigga væl. NSÍ kom á odda, tá 21 minuttir vóru farnir. Miðvallarin í høgru, Bergur Winther, fór ígjøgnum og legði innfyri, og har toygdi unglingaspælarin [...] teir. Bólturin varð stungin av miðjuni og fram ímillum í vinstru, og Gunnar Nielsen potaði framvið málverjanum. So var spennandi og javnt eina løtu, men eftir at NSÍ var komið framum aftur vóru tað teir
aftur úr Fuglafirði, men teir taptu 1-0. Og sigurin hjá ÍF ger, at teir og toftamenn eru mest sum púra javnir tvey stig aftanfyri GÍ. B68 hevur málmunin pluss níggju, og ÍF hevur málmunin pluss sjey. ÍF hevur [...] KÍ næstsíðsta vikuskifti megnaði 3-3, og tað vil siga, at tað ber illa til at gera sær nakrar greiðar metingar um møguleikarnar hjá B68 og ÍF. GÍ fær vitjan av B36, sum bara hevur æruna at spæla fyri. [...] pláss í 1. deild er avgreitt. B68-B71 2-1 (1-0) Um teir á heimaliðnum høvdu roknað við, at teir fóru at vinna ein lættan sigur, so noyddust teir at meta umaftur, tá tað var gott og væl hálvrunnið. Ellivu minuttir
plássið rætt til dystirnar um upp- og niðurflyting, og her eru fleiri lið, sum kunnu fara avstað við hesum plássinum. Á triðja plássið í løtuni er B68, sum hevur 27 stig og málmunin 46-37. Nummar fýra er ÍF [...] ÍF, sum eisini hevur 27 stig og málmunurin hjá fuglfirðingum er 49-42, t.e. bert tvey mál verri enn B68. B36 er á fimta plássið við 25 stigum og málúrtøkuni 50-44, so teir hava eisini ein møguleika fyri [...] fyri at røkka triðja plássinum (B36 hevur lið í 2. deild, men tað liðið er í stórum vanda fyri at flyta niður). Og bæði VB og FS Vágar hava eisini ein teoretiskan møguleika fyri at røkka triðja plássinum
gjørt avtalu við jugoslavan Milan Cimburovic, sum í fjør og í ár hevur verið venjari hjá Royn. Sáttmálin við NSÍ er galdandi fyri 1999 og ár 2000, og ætlanin er, at jugoslavin, sum ikki bara skal venja, men [...] gini í ár, Ion Geolgau og Tomislav Sivic, fara at halda fram. Hin fyrr nevndi varð í ár settur fyri eitt tvey ára skeið, og hin seinni nevndi hevur fyri stuttum bundið seg til B36 í tvey ár afturat. S [...] Starvsnevndin í NSÍ hevði í gjárkvøldið boðað spælarunum til fundar. Á skránni var kunnan um nýggja venjaran, sum felagið hevur gjørt avtalu við, og sáttmáli verður undirskrivaður fyrsta dagin. NSÍ hevur gjørt
ógvusliga í dystinum móti NSÍ, og hann gongur framvegis við høkjum. John Petersen hevur verið smáskaddur og hevur ikki vant, síðani hann kom aftur úr Noregi, men hann verður væntandi aftur í B36-álopinum móti sínum [...] viðvíkur, so eru tað framvegis fleiri lutir, ið bíða eftir svari. B36 og KÍ hava kvalifiserað seg til Europa Cup, men æran telur ikki so lítið, og í botninum verður spælt av lívsins kreftum fyri at sleppa undan [...] leikbannaður, men tað er hann ikki. Símun Petur Justinussen og Poul Ennigarð noyddust báðir av vøllinum í Fuglafirði, og teir hava vant millum lítið og einki í vikuni, men tað kann vera, at teir fara at royna