Tað restar bert eitt umfar av 3. deild í fótbóltskappingini hjá monnum. Skálamenn hava langt síðani vunnið deildina og verða sostatt at síggja aftur í 2. deild komandi ár.
Men stríðið um annaðplássið, sum gevur rætt til tveir dystir um upp- og niðurflyting móti næstniðasta liðnum í 2. deild, er als ikki avgjørt. Í løtuni er liggur GÍ á næstovasta plássinum, men gøtumenn hava eisini lið í 2. deild, so teir kunnu ikki flyta upp. Sostatt gevur triðja plássið rætt til dystirnar um upp- og niðurflyting, og her eru fleiri lið, sum kunnu fara avstað við hesum plássinum. Á triðja plássið í løtuni er B68, sum hevur 27 stig og málmunin 46-37. Nummar fýra er ÍF, sum eisini hevur 27 stig og málmunurin hjá fuglfirðingum er 49-42, t.e. bert tvey mál verri enn B68.
B36 er á fimta plássið við 25 stigum og málúrtøkuni 50-44, so teir hava eisini ein møguleika fyri at røkka triðja plássinum (B36 hevur lið í 2. deild, men tað liðið er í stórum vanda fyri at flyta niður).
Og bæði VB og FS Vágar hava eisini ein teoretiskan møguleika fyri at røkka triðja plássinum, men FS Vágar kann ikki flyta upp, tí teir eisini hava lið í 2. deild. Dystirnir í seinasta umfari eru lagaðir soleiðis, at øll hesi liðini kunnu enda á triðja plássi. Teir fimm dystirnir verða allir spældir samstundis leygardagin klokkan 12.00.