við, og serliga fyri tveimum árum síðani mundu vit fingið javnleik. Allan Simonsen plagar at siga, at um føroyskur fótbóltur skal røkka góður úrslitum í altjóða høpi, so er tað so sera týdningarmikið, at
byggja upp fiskivinnuna um somu tíð, sum oljuvinnan hevur verið í landinum, so kann vandi vera fyri tí øvugta her í Føroyum: at tá vit fáa eina oljuvinnu, so fer hon at minka um fiskivinnuna. Her kann ein [...] lært nógv og fingið nógv at hugsa um eftir Hetlandsvitjanina, bæði hvat viðvíkur olju, fiskivinnu og mentan. -Tað var sera áhugavert at vitja í Sullom Voe og hoyra søguna um, hvussu hesin oljurisin kom í verðina [...] fleiri milliardir. Hvat kann ein læra av tí? Bara tá hugsað verður um, hvussu stórt lendi brúkt er til oljuterminalin, so ivist eg í, um vit í Føroyum eiga nakað tilsvarandi bæði hvat viðvíkur dýpi á sjónum
hann steig á bóltin! Á tann hátt fekk hann fatur á honum og spældi inn um málmannin sum kom út í móti. Sjálvur smeyg hann sær inn um og trillaði bóltin í kassan úr sera spískum vinkli. Sigurin var í hús [...] Um so var, at alt fall út, sum B36 ynskti tað, so kundu teir liggja fremstir í landskappingini eftir hetta umfarið. GÍ skuldi vinna á KÍ, í fyrsta dystinum eftir at Kurt Mørkøre er farin av landinum, og [...] num. Men nú er munurin bara eittans stig, so meira spennandi fær tað valla verið. Hinvegin var tað um reppið, at B36 spældi síni egnu kort so illa, at teir ikki vunnu á toftamonnum. Tað er kanska torført
beinleiðis at vita, at her fór talan meiri at vera um sirkus enn um veruligan fótbóltsdyst. B36 stóð seg væl, turkiska fótbóltsfelagið fekk nógv at hugsa um, og tá Tomislav í gjár hitti turkisku pressuumboðini [...] altjóða søguni hjá føroyskum liðfótbólti. Tað er Tomislav Sivic, spælandi venjaran hjá B36, sum vit tosa um. Hann og hinir spælararnir hjá B36 fara í kvøld á vøllin í Gundadali, til seinna hálvleik av fjúrtan [...] fyri felagið, og tá vit fóru á vøllin, vóru seks av spælarunum hjá okkum sjúkir í búkinum, og seinni um kvøldið gjørdust allir hinir sjúkur. Hesa ferð eru vit allir væl fyri. Turkararnir hava kokkar við
Turkisku myndamenninir eru til arbeiðis og tíðindamenninir tosa við venjararnar, men hvat tosað verður um er ikki gott at vita, tí vit skilja ikki eitt orð av tí teir siga. Leikararnir taka sær av løttum - [...] sum var tað betra liðið. Vit trýstu og teir vardu. Tað gjørdu teir ógvuliga væl. Vit spurdu venjaran, um hann var bilsin av spælinum hjá B36 men tað svarar hann ikki beinleiðis uppá, men sigur, at munurin [...] hesin er knáur í enskum. Skuldu vunnið við fleiri málum Hesin ungi maðurin letur ikki nakran iva vera um, at Ankaraliðið eigur at kunna gera av við B36 í UEFA kappingini. Vit áttu at vunnið tann fyrra dystin
kenna, at teir vóru á heimavølli, men tað hevði sjálvandi verið øðrvísi, um fjøldin hevði verið størri, og ikki at tala um, um veðrið hevði skikkað sær, sum tað annars hevur gjørt síðani fyri ólavsøku [...] at koma, tá landsliðið fer at royna seg tvær ferðir um eina viku. Føroyskur liðfótbóltur stendur framvegis í skugganum av landsliðnum, tá tað ræður um altjóða uppgávur. [...] og tað gjørdi tiltakið á Tórsvølli í síni heild til nógv minni enn tað, sum tað kundi havt verið, um veðrið hevði havt lagað seg øðrvísi, men soleiðis eru treytirnar í Føroyum. Trúgvu B36 fólkini eystanfyri
spæla meiri enn eina løtu, síggi ongan sovornan spælara, og um B36 komandi ár skal hugsa um at sleppa víðari í Europa Cup, so mugu teir fara út um landoddarnar at keypa álopsmannin ella dreparan, sum maðurin [...] eg sera harmur um, tí eg haldi, at vit vóru betri enn teir, og eg haldi eisini, at vit áttu at havt skorað týdningarmikla málið á útivølli. Vit høvdu í hvussu so er møguleika til tað, og um vit høvdu havt [...] spælarar, sum tilsaman hava skorað fleiri mál, enn øll tey, sum KÍ hevur fingið? ? Púra rætt. Jákup á Borg og John Petersen eru fínir fótbóltsspælarar, men tað er galdandi fyri teir báðar, at teir eru miðvallarar
Høgnesen á orduligar royndir. Onkra ferðina var um reppið, at teir megnaðu at spæla seg leysar, men síðstu sendingarnar vóru ikki nóg neyvar, og so ráddi aftur um at verja. Tað var strevið, men tað eydnaðist [...] 1. deildarhópinum, enn hini liðini hava. Egil Zachariassen var í álopinum undir liðini á Jákupi á Borg, meðan John Petersen var hangandi álopsmaður, og á miðvøllinum var Djóni N. Joensen nýggjur maður [...] og Rúni í Soylu vóru fremstir. Teir fingu ikki nógv at arbeiða við frá miðvøllinum, sum mest hugsaði um at verja, men tá bólturin kom fram á vøllin, eftir at sandoyingar høvdu steðgað B36 uppspæli, vóru
miðvøllin. Pazek var nógv við í álopsspælinum, men royndu menninir í verjuni hjá VB hildu tørn. Um talan var um nakra troyst hjá klaksvíkingum, so var hon, tá teir frættu, at B36 ikki hevði vunnið á Sandi [...] umrøða hypotetiskar spurningar. Í hesum sambandi er stóri spurningurin, hvussu tað hevði lagað seg, um VB ikki so skjótt hevði fingið mál, tá teir eftir hvíldina løgdu fyri sum eitt ódnarveður. Í sovornum [...] Hetta fara klaksvíkingar ivaleyst at eftirmeta aftur og aftur, samstundis sum teir fara at iðra seg um, at teir ikki megnaðu at leggja meiri sjógv millum seg og B36. Ódnarveðrið VB var aftanfyri 1-0, tá
donsku stjórnina um at taka Hvítubókina í rámasta álvara, og ikki vísa á, at hon er ábyrgdarleys, tá hugsað verður um nógvu praktisku og poltisku trupulleikarnar, ið bókin hevur hug til at leypa lættliga framvið [...] koyra kring um á sínum smáu oyggjum í sínum alt ov dýra bili. Hetta eru sjálvandi fordómar, ið víst verður á, men hildið verður, at hetta hevur gjørt, at vanligi danin als ikki hevur áhuga fyri, um ríkisfe [...] løtuni. Um føroyingar ynskja at vera sjálvstøðugir, so er hetta í fínasta lagi, sigur Uffe Østergaard við Aktuelt í gjár. Uffe Østergaard er væl kendur við føroysk viðurskifti. Hann hevur skrivað um sambandið