1. deild menn:
B71-B36 0-0 (0-0)
B36 menninir fóru vónbrotnir av vøllinum á Sandi. Teir høvdu ikki megnað at spælt seg til stórvegis málmøguleikar, og tí var ikki undarligt, at teir ikki høvdu skorað. Troystin lá í, at mótstøðuliðið heldur ikki hevði skorað og serliga í, at KÍ tapið í Vági hevði við sær, at B36 aftur er ovast á støðutalvuni.
Sandoyingar skulu hava rós fyri mátan, sum teir fóru til verka og megnaðu uppgávuna. Síðani summarsteðgin hava teir havt fleiri av mest royndu sandoyingunum á liðnum, og tað hevur havt við sær, at teir meiri enn áður hava megnað at fylgt ætlanini, sum teir hava lagt. Í øðrum dystum eftir summarsteðgin hevur orkan verið ov lítil síðstu løtuna, og tað hevur kostað fleiri mál og stig, men móti B36 megnaðu teir at halda tørn alla tíðina, eisini tí at mótstøðumenninir vóru troyttir.
Yvirskotið var burtur
B36 hevði bóltin kanska 80 prosent av tíðini. Teir megnaðu at varðveita bóltin, og ikki so sjáldan fluttu teir bóltin millum sín einar tíggju fimtan ferðir, áðrenn sandoyingar fingu fatur á.
Tomislav Sivic visti væl, at tað fór at vera eitt stórt tak at seta spælararnar upp aftur, eftir stóra stríðið og vónbrotið móti Ankaragücü. Tí var tað ikki so undarligt, at hann gjørdi brúk av, at B36 hevur størri breidd í 1. deildarhópinum, enn hini liðini hava. Egil Zachariassen var í álopinum undir liðini á Jákupi á Borg, meðan John Petersen var hangandi álopsmaður, og á miðvøllinum var Djóni N. Joensen nýggjur maður sammett við Europa Cup dystin.
Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen vóru dúgligir at taka lut í álopspartinum, og sum 2. hálvleikur leið var Arnbjørn Danielsen, sum var aftastur í verjuni, ofta frammi og tók lut í eitt tvey samanspæli.
Í summarsteðginum boðaði Tomislav Sivic frá, at síðsti dysturin hjá honum fyri B36 fór at vera síðsta hóskvøld í Europa Cup, men á Sandi kundi hann ikki halda sær. Í royndini at fáa málið og harvið øll stigini skifti B36 venjarin nógv út. Longu í steðginum setti hann Sigfríða Clementsen, sum sambært venjaran er ein av fáu føroyskum skarprættarunum, inn í álopið, og seinni komu bæði venjarin sjálvur og Ronnie Samuelsen upp í part, uttan at tað eydnaðist at skora.
Ofta hevur tað víst seg, at B36 menninir síðstu løtuna hava havt eyka orkuna, sum skal til fyri at trýsta eitt mál ígjøgnum, men hesa ferð eydnaðist tað ikki. Valdemar Novisci var einaráðandi í brotsteiginum hjá B71. Hann tók sær av innleggunum og langskotunum. Næst við var B36, tá Ninoslav úr spískum stútaði frísparksinnlegg úr vinstru uppum málið.
Hildu avtalurnar
Sandoyingar, sum tykjast hava serlig evni at seta seg upp móti góðum liðum, meðan tað onkuntíð knípir móti teimum lægru staddu, vistu, at teirra lutur fór at vera at verja, og tað gjørdu teir sera væl. Páll á Reynatúgvu kom ofta ímillum sendingar og blokeraði nógvar skotroyndir, Ib Mohr Olsen og Jógvan Jón Petersen hildu seg, burtursæð frá deyðbóltstøðum, afturi á vøllinum, har teir saman við Julian Floresco høvdu tríggjar teir fremstu menninar hjá B36 í stuttum tjóðri, og á vongverjunum tettu Bjørn Thorsteinsson og Antines Magnussen væl.
Eli Hentze og Rúni í Soylu vóru fremstir. Teir fingu ikki nógv at arbeiða við frá miðvøllinum, sum mest hugsaði um at verja, men tá bólturin kom fram á vøllin, eftir at sandoyingar høvdu steðgað B36 uppspæli, vóru álopsmenninir góðir at varðveita hann, meðan teir bíðaðu eftir hjálpini frá teimum longri afturi á vøllinum. Kári Sørensen og Petur Ritter, sum hevur verið nógv plágaður av skaðum, stríddust óført.
Sandoyingar settu ongantíð Egin Høgnesen á orduligar royndir. Onkra ferðina var um reppið, at teir megnaðu at spæla seg leysar, men síðstu sendingarnar vóru ikki nóg neyvar, og so ráddi aftur um at verja. Tað var strevið, men tað eydnaðist, og sjálvandi eru sandoyingar ovurfegnir um úrtøkuna.
B71: Valdemar Novisci ? Bjørn Thorsteinsson, Ib Mohr Olsen, Páll á Reynatúgvu, Jógvan Jón Petersen, Antines Magnussen ? Petur Ritter, Julian Floresco, Kári Sørensen ? Rúni í Soylu, Eli Hentze
B36: Egin Høgnesen ? Pól Thorsteinsson, Arnbjørn Danielsen, Jens Kristian Hansen ? Jan Guttesen, Djóni N. Joensen, John Petersen, Ninoslav Milenkovic, Øssur Hansen ? Jákup á Borg, Egin Høgnesen