Allan ætlar sær ikki at leypa fram av

Fótbóltur: Føroyski landsliðsvenjarin minnir á, at føroyingar framvegis skulu minnast til, at tað eru hinir, sum eru teir stóru, meðan føroyingarnir eru teir smáu

Allan Simonsen, landsliðsvenjari, ætlar sær at vinna, hvørja ferð hann savnar sínar spælarar saman at fyrireika seg til eina nýggja uppgávu, og soleiðis er tað eisini hesa ferð.

? Málið við hesum dystinum er at vinna fyrst í september, tá Estland og Litava koma at vitja. Tá verður tað, at stig fara at standa uppá spæl í EM undankappingini, men hetta merkir sjálvandi ikki, at vit ikki vilja vinna á íslendingum. Vit hava tvær tær sístu ferðirnar verið tætt við, og serliga fyri tveimum árum síðani mundu vit fingið javnleik.

Allan Simonsen plagar at siga, at um føroyskur fótbóltur skal røkka góður úrslitum í altjóða høpi, so er tað so sera týdningarmikið, at man veit fyritreytirnar:

? Vit eru teir minnu hesa ferð, og tað fara vit eisini at verða, tá Estland og Litava koma henda vegin. Fara vit sjálvir at halda, at nú eru tað vit, sum skulu út og stýra dystinum og at spælið skal ganga fyri seg eftir okkara treytum, so er tað lívshættisligt, sigur venjarin, sum undirstrikar týdningin av, at liðið er væl skipað alla staðni á vøllinum og alla tíðina.

? Úrslitini vísa, at íslendingar hava tikið seg nógv fram í europeiskum fótbólti. Teir hava fingið góð úrslit móti fronsku heimsmeistarunum og Russlandi, og tað átti at verið nóg mikið at sagt okkum, hvørja mótstøðu vit fáa í kvøld, men teir flestu av okkara spælarum hava drúgvar royndir móti stórum fótbóltstjóðum, so nú fáa vit at síggja, sigur venjarin, sum fer at seta liðið so tætt upp at útgangsstøðuni í EM undankappingardystunum, sum tað ber til.

Landsliðsvenjarin er tann einasti í føroyska hópinum, sum áður hevur vunnið móti Íslandi. Tað hevur hann gjørt fleiri ferðir sum danskur landsliðsspælari, m.a. 3. juli í 1972, tá Danmark í Reykjavík vann 5-2 á Íslandi. Hetta var fyrsta ferðin, at Allan Simonsen var á landsliðnum, og hann skoraði tvey av málunum.