Um so var, at alt fall út, sum B36 ynskti tað, so kundu teir liggja fremstir í landskappingini eftir hetta umfarið. GÍ skuldi vinna á KÍ, í fyrsta dystinum eftir at Kurt Mørkøre er farin av landinum, og samstundis skuldi B36 vinna á B68 í Havn.
GÍ vann ikki á KÍ, sum tí framhaldandi liggur á fremstaplássinum. Men nú er munurin bara eittans stig, so meira spennandi fær tað valla verið.
Hinvegin var tað um reppið, at B36 spældi síni egnu kort so illa, at teir ikki vunnu á toftamonnum. Tað er kanska torført at fáa eygað á, tá dysturin endaði 4-0, men trý tey seinastu málini komu ikki fyrr enn seinastu tjúgu minuttirnar. Støðan var 1-0 til B36 líka til 70 minuttir vóru farnir.
Tað sigur ikki so lítið, um spæl toftamanna, at teir megnaðu, at halda vandamiklasta álopi burtur frá sínum brotsteigi í so drúgva tíð.
Tí veruleikin er tann, at B68 við nærgangandi spæli syndraði spælið hjá B36. Toftamenn lógu tætt í kroppinum á havnarmonnum, og teir fingu ongantíð stundir at umráða næsta leikin áðrenn ein toftamaður var í hølunum á teimum.
Syndarliga vánaligt
Hóast B36 hevur fleiri landsliðsleikarar í sínum hópi, so má sigast, at tað sást ótrúliga lítið til teirra í fyrra hálvleiki. Jens Kristian royndi eitt sindur, men hevði torført við at fáa samanspæl við hinar leikararnar, tí teir raktu heilt einfalt ikki hvønn annan tá teir avleveraðu.
Antin fór bólturin ov langt, ella fór hann ov stutt ella fóru bóltur og maður hvør sín veg. Tá er lítil vón at byggja skilagott spæl, og úrslitið var eisini hareftir. Næstan eingin líkinda møguleiki til hvørgan av partunum.
Einasta sum líktist einum møguleika áttu toftamenn, tá ein av brasiliumonnum stakk frá verjuni, men Egin Høgnesen bjargaði meistarliga tá B68 royndi seg við skoti.
Og hóast tað, so var B36 kortini frammanfyri tá hvíldin kom fyri. Ótrúligt men satt.
Fram móti hvíldini fingu teir eitt horna. Bólturin varð spældur høgt inn í teigin, har John Petersen royndi seg við onkrum sum minti um eitt saksaspark. Bólturin fór ikki í mál, men endaði fyri føtrunum á Jens Kristiani, sum var farin fram við, og hann stóð púra blankru ein metur frá málinum, og so var 1-0.
Rættvísi er sjáldan til í fótbólti og tað var tað heldur ikki í Gundadali í gjár.
B68 vóru óhepnir
Tá so er, at annað liðið trýstur og trýstur, so endar tað ofta við máli hinvegin. Soleiðis var eisini í Gundadali. Toftamenn royndu av øllum alvi at trýsta B36, sum nú var væl fyri. Teir vóru frammanfyri og høvdu tí ongan skund. Sigurin var á veg í hús, og tankarnir vóru longur frammi í vikuni, til europeiska dystin móti týrkiska liðnum.
Og einu løtuna trýstu toftamenn so nógv, at áskoðararnir untu teimum eitt mál. Tað var í hvussu er ikki rættvíst, at B36 vann við hasum spælinum. Tá var javnleikur óivað rættvísara úrslitið.
Og so hendi tað. B36 fór í skjótt mótálop. John fekk bóltin árakað brotsteigin uttast í vinstra borðið. Hann royndi at bróta ígjøgnum B68 verjuna, og teir tóku beinini undan honum. Fríspark varð dømt til B36. Jákup á Borg tók sær av frísparkinum, sum hann smekkaði í kassan við einum ótrúliga hørðum og vøkrum skotið, sum brast í yvirliggjaran áðrenn bólturin fór í málið. Eitt einastandandi vakurt fríspark, sum ungi landsliðsleikarin hjá B36 eigur stóran heiður av.
B68 misti ein mann
Málið til 2-0 kom fyri toftamenn á tí mest órættvísu løtuni. B68 høvdu havt spælið og initiavtivi, og B36 hevði framhaldandi trupulleikar at fáa spælið at hanga saman. Toftamenn royndu seg við eini útskifting í álopinum. Øssur Jacobsen, sum annars stríddist óført varð tikin út og fyri hann kom veteranurin yvir øllum Aksel Højgaard á vøllin.
Men tað munti lítið. Hann hevði eina roynd á málið ? við høvdinum, men tann bólturin fór við síðuna av. Meiri fekk hann ikki fatur á, tað fekk hann ikki loyvi til frá B68 verjuni.
Ikki nógvar minuttir eftir 2-0 málið til B36 royndu teir seg við enn einum skjótálopið. Bólturin varð stungin inn um B68 verjuna, og tveir mans fóru avstað. Tað var vandamikið, og tað sá Finn Mørk eisini. Hann toygdi seg eftir manninum við bóltinum og fekk hann, men ikki bóltin!
Reytt kort til Finn og nú var liðugt hjá toftamonnum. Eftir hetta var tað meiri ein spurningur um hvussu nógv B36 fór at vinna, tí nú hekk alt brádliga saman.
Sigfríður setti futt í
B36 fekk tvey mál afturat. Øssur Hansen fekk hevnd fyri rópini frá B68 áskoðarunum tá hann heilfluktaði ein bólt í kassan úr stuttari fjarstøðu. John Petersen var enn einaferð maðurin sum tók túrin í vinstra borðið, millum eini fýra B68 leikarar. Hann slapp framvið og legði bóltin inn fyri í einum høgum boga.
Sigfríður royndi at taka bóltin við bringuni, men hann sprakk eitt sindur ov langt frá honum. Tað bilti bara einki tí har stóð Øssur, og áðrenn nakar vardi hevði hann svingað høgrabeinið og hamrað bóltin í málið, uttan at málmaðurin hevði ein livandi kjans. Øssur rakti bóltin so klokkureint, at hann kundi bara fara tað eina staðið
John Petersen fekk so at enda eisini løn fyri sítt stríð. Klokkan stóð á 45 minuttum tá Piddi spældi ein bólt langt fram í høgra borð. John elti og var í grundini eitt sindur heppin tá hann steig á bóltin! Á tann hátt fekk hann fatur á honum og spældi inn um málmannin sum kom út í móti.
Sjálvur smeyg hann sær inn um og trillaði bóltin í kassan úr sera spískum vinkli.
Sigurin var í hús, 4-0 til B36, og tað var ov nógv, men sum venjarin segði aftaná dystin. ? Eg visti at tað fór at koma. Teir hugsaðu um dystin hósdagin, og soleiðis er tað altíð hjá okkum. Áðrenn europadystin spæla vit altíð vánaligt í landskappingini. Vit vunnu, og tað er tað týdningarmiklasta, segði Sivic, sum sjálvur ikki var við í dystinum orsakað av sjúku.
Skulu vit hinvegin geva einum manni "skylduna" fyri at hava góða ávirkan á B36 spæli, so var tað Sigfríður Clementsen. Hann kom inn um miðjan annan hálvleik og hann stríddist sum úlvur á skóg, og tað er ikki ov nógv sagt, at tað var hann, sum við sínum stríði fekk hinar B36 leikararnar at leita aftur á beint í einum annars ótrúliga vánaligum og ófantaligum dysti, har eisini dómararnir høvdu ein ringan dag.
Tað er í hvussu er sjáldan at ein spælari, sum stendur aftanfyri miðjuna verður dømdur rangstaddur! Tað saman við øðrum hendingum í dystinum hevði við sær, at spælarar gjørdust ov heitir, og tað gjørdu taklingarnar eisini. Keðiligt, men veruligt.