leggja á vørumenning í Føroyum - Tað er ikki so frægt at man tíansheldur bara fylgir við, hvat íð hinir gera, kappingarneytarnir, norðmenn, íslendingar o.a. Tað sama er skilið við tøkniligu framleiðslumenningini [...] nakran stovn ella virki, íð burturav fæst við vørumenning". Tí soleiðis er tað. Eg havi tosa við ein mann á fiskasøluni, sum hevur sagt mær at hann er tann einasti í landinum sum fæst við slíkt, men bert [...] eina "mini" smoltstøð til undirvísing og royndir, royndir við blóðging, kryvjing, køling, pakking o.a., og framleiðslu- og vørumenning innan meirviðgerð av alifiski, kann ein slíkur fiskivinnu- og havb
BROYTINGARNAR og umskipan av øllum tí almenna bygnaðinum hava m.a. við sær, at landsstýrismenn flyta úr Tinganesi og við teimum eisini teirra stýri. Hetta hava vit longu sæð er hent við eitt nú heilsu- [...] frammi í orðaskiftinum, men har tað hevur ligið í luftini, at hetta var nakað, sum kundi bíða. Best man vera at taka hetta stig nú, tí øll eru vit samd um, hvussu stóran týdning og ávirkan - uppá gott og
fótbóltsdystir eftir, og teir verða báðir spældir hetta vikuskiftið. Tað er B36, sum í samstarvi við m.a. Sosialin hevur bjóðað íslendska liðnum Leiftur av Ólafsfirði hendavegin. Leiftur, sum skal spæla tveir [...] 1995 vann 1-0 niðri í Wales. Í málinum stendur føroyski landsliðsveteranurin Jens Martin Knudsen, sum man vera enn meira kendur enn Páll. Jens Martin varð fyri stuttum valdur til triðbesta spælara í íslendsku [...] bert túrin úr Vágunum til Havnar. Vónandi kann Leiftur, sum hevur fleiri útlendskar klassaspælarar, m.a. úr Skotlandi, Nigeria og Danmark, geva føroyingum eitt gott fótbóltsupplivilsi, bæði í Gundadali í
mínum, men hinvegin, livir tú nóg leingi, kemur tann dagur eisini, sigur Jógvan A. Hansen, og brosar skemtandi. Jógvan A. Hansen varð bori í heim í Miðvági 17. oktober 1898. Foreldur hansara vóru Nicolina [...] bryggjuna, eygleiðir lívið og virksemið gjøgnum kikaran, sum í dag er besta ítriv hansara. Hóast Jógvan A. Hansen er 100 ár, so sæst tað ikki á honum, um ellið tyngir. Livandi brúnu eyguni fylgja væl við øllum [...] og síðsta skipið hann var við var Hjørdis, sum Kristian Danielsen, skipari í Kvívík, førdi. Jógvan A. Hansen var giftur við Binu, og tey fingu trý børn. Hann bleiv einkjumaður í 1971, og búði einsamallur
ivaleyst best kendur sum hann, ið fyrireikaði Janus Djurhuus til at fara undir hægri lestur. Um hendan mann skrivar Hanus Andreassen: »Emil Victor Schau Bruun kom til Føroya í 1889 og gjørdist prestur í Vága [...] Viðareiði. Eisini harra Jónasi vil hon løna, tó at hann einki ilt hevur gjørt, men bara elskað hana«. Hans A. Djurhuus letur lesaranum eina psykologiska frágreiðing, hví Beinta er so sint, sum hon er. Við millumbilum [...] líktaluni hann heldir yvir bóndan á Ryggi. Høvundurin hevur ilt við at grundgeva taluna - hjá Hans A. Djurhuus er Peter Arrheboe ikki óður í høvdinum - og roynir at krógva sum mest í ullintum tilsipingum
Fáur man taka Henrik Old í álvara, tá hann roynir at lúgva fyri fólki, at tingmaður úr Suðuroy tekur undir við skerjing av flutnings- og ferðasambandinum til og frá Suðuroynni, sum frammanundan er so torført [...] P. í Grund, landsstýrismann. Í viðmerkingum sínum til misálitisuppskotið nevndi uppskotsstillarin m.a. søluna av Teistanum fyri bert 13,0 mill. kr. og ta avleiðing av hesum, at siglingin við ferðafólki [...] Søfartsstyrelsen svaraði í skrivi, dagfest 29. mai 1997, avrit hjálagt. Svarið talar fyri seg og ger m.a. greitt, at tá Teistin varð seldur og Smyril tikin úr skotlandssiglingini vóru eingi krøv sett til skipið
nógv um tey donsku viðurskiftini. Men greiðir man dønum frá, hvussu viðurskiftini eru millum Danmark og Føroyar, tá teir koma við smartum viðmerkingum, kann man ofta fáa nógv upp á pláss. Tá uppfata teir [...] hugsa seg kanska eitt sindur betri um næstu ferð. Tá ið man lesir tey føroysku bløðini fyri tíðina um relatiónirnar millum Føroyar og Danmark, fær man varhuga av, at tað mesta hevur upprunastøði í undirl [...] ein tjóð góð bert hon er ein tjóð? Man kann nú spyrja, hvat eg vil siga við øllum hesum. Høvuðsorsøkin er at gera vart við, at verðin ikki bert er svørt og hvít, sum man annars kann fáa varhugan av við at
nógv um tey donsku viðurskiftini. Men greiðir man dønum frá, hvussu viðurskiftini eru millum Danmark og Føroyar, tá teir koma við smartum viðmerkingum, kann man ofta fáa nógv upp á pláss. Tá uppfata teir [...] hugsa seg kanska eitt sindur betri um næstu ferð. Tá ið man lesir tey føroysku bløðini fyri tíðina um relatiónirnar millum Føroyar og Danmark, fær man varhuga av, at tað mesta hevur upprunastøði í undirl [...] ein tjóð góð bert hon er ein tjóð? Man kann nú spyrja, hvat eg vil siga við øllum hesum. Høvuðsorsøkin er at gera vart við, at verðin ikki bert er svørt og hvít, sum man annars kann fáa varhugan av við at
vita um hesa so týðandi broyting í ferðsluni áðrenn, síggi eg, at vegaavmerkingin er broytt. Nú skal man koyra á høgru síðu á koyribreytini fyri at sleppa víðari oman eftir Landavegnum móti miðbýnum. Í vinstru [...] vil eg fegin spyrja myndugleikarnar, antin tað so er politiið ella Tórshavnar Kommuna. Hvussu kann man fyrst hava eina vegaavmerking í mong mong ár fyri so bráddliga at broyta hana, uttan so mikið sum at [...] kava, og avmerkingin ikki sæst longur? Hvussu skulu tey, sum nú so dánt hava vant seg við at brúka høgrA partin av koyribreytini fyri at kunna koyra beint fram, vita, at avmerkingin nú aftur er broytt til
bendir á, at tað komandi ár vera fleiri, sum verða uppaftur betri fyri, enn teir hava verið í ár. Tað man vera langt síðani, at bonkurin hevur verið so sterkur, sum hann var á ferðini í Vilnius og í Aberdeen [...] hava staðið seg væl ímóti í ár (burtursæð móti Estlandi, sum stóra tapið ímóti skal hevnast). Tað er m.a. út frá omanfyri standandi, at vit síggja 1999 sum eitt framúr spennandi landsliðsár. Tað kann gerast