seinastu árini, at vit í Føroyum næstan eru vorðin partur av globaliseringini. Júst her hevur vitjanin frá danska stjóranum eisini týdning, tí soleiðis merkja starvsfólk okkara, at vit eru ein partur av einum [...] Stampe hevur ein heldur øðrvísi leiðsluhátt, enn vit vanliga síggja. – 100 handlar rekur tú ikki aftanfyri skriviborðið, sigur hann, tá vit hitta hann nú hann vitjar í Føroyum. – Tað er í handlunum at tingini [...] Andreasen alla tíð ein samskifti sínamillum, og vitjanin nú er eisini ein liður í tí samskiftinum. – Vit tosa alla tíðina saman um, hvussu vit kunnu bøta um fyritøku okkara, sigur Simon Stampe, og Birgir
ikki eins góðar og tær eru her. - Nú liggja vit meiri sentralt, og møguleikarnar at parkera eru nógvar ferðir betri her. Og eg haldi eisini, at tað eru nógv fleiri vitjandi nú enn áður, vísir Jona Olsen [...] í búðini er skjótt at enda komin. Klokkan eitt lótu tær tríggjar rituvíkskonurnar - Lis Højgaard, Irena Johannesen og Jona - upp dyrnar í Blákrossbúðini í Saltangará. Tær eru partur av teimum 62 kvinnunum [...] Olsen á. Drúgt Liðin eru longu nógv ár, síðani Blái Krossur lat upp ein endurnýtsluhandil við brúktum klæðum í Havn, nevndur Blákrossbúðin. Nú hevur felagsskapurin fingið búð nummar 2, ið er við til at geva
Ráðnum Fyri Ferðslutrygd viðurkennir trupulleikan. - Tað eru summir vegir í Føroyum, sum eru sera vandamiklir. Vegurin í Miðvági er ein av teimum, og vit hava fleiri ferðir gjørt vart við hetta. Tað er keðiligt [...] kunnu teir við fakligu vitanini viðgera hesi krøvini, og vit finna í samstarvi eina loysn, sigur Jón. Onnur vegastrekki, sum eru serliga útsett, eru millum annað Skipanes, Sandavágur og Kollafjørður. Men [...] minuttir. Tá kann ferðgái vera ferðgái. Tí mugu vit nýta fysiskar forðingar eisini. Børn eru børn Summi vilja leggja skyldina hjá børnunum, tí at tey eru ikki nóg ansin í ferðsluni. Onnur leggja skyldina
friður. Vit klára okkum uttan útvarp eina løtu, sigur formaðurin í skúrinum. Vit eru komnir á gátt í egningarskúrinum hjá útróðrarbátinum Anna J, og ynskja at fáa eitt lítið prát við menninar sum eru til arbeiðis [...] sum onkrir útróðrarmenn nevna tað. Nú er at arbeiða, tí bæði veður og streymur eru til vildar. - Ja, teir vóru úti bæði mánadagin og eru úti aftur í dag. Teir eru úti so ofta sum veðrið er til vildar [...] spentur fastur í stampin. - Líkindini eru góð í dag. Eg haldi teir eru vestanfyri og royna. Eru líkindini betri at royna eystanfyri, so fara teir hagar. - Men í dag eru teir so farnir vesturum! 2000 pund
Hóast línurnar ikki eru av teimum longstu, hevur tað ikki stórvegis ávirkan á fiskiskapin henda dagin. - Vit plaga at liggja um 100 pund uppá stampin. Og tað haldi eg eisini at vit gera í dag, sigur Sakaris [...] Men tað er ikki altíð at teir koma higar at landa. - Tað veldst alt um, hvussu veðurlíkindini eru. Vit eru tí eisini onkutíð vestanfyri, greiðir Sakaris frá. Tað tók ikki langa tíð at landa Norðhavið. [...] Eiði: - Í dag høvdu vit 50 stampar við, greiðir skiparin frá. Hetta talið av stampum er vanliga tað, teir hava við sær, tá lagt verður frá landi. Sjáldan meiri enn tað. Línurnar eru heldur ikki so langar
tørvin á stovnsplássum, og vit eru so at siga komin undir land, tá ið tað snýr seg um stovnspláss til børn í barnagarðsaldri. Nú ræður um at fáa teim yngru børnunum pláss. Í dag eru flestu børnini umleið tvey [...] bíðilistan, men býráðsformaðurin vil ikki úttala seg nærri um, hvørjar tær eru. Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at í hesum fíggjarárinum eru ikki pengar settir av til fleiri íløgur í bygging. - Henda samgongan [...] skuldi standa klárur at taka fyrstu børnini inn í august. Men orsakað av eitt nú keðiligum veðri, er byggingin seinkað nakað. - Vit rokna við, at tá ið næsta skúlaár byrjar, verður í øllum førum ein stova liðug
arbeiðið frá hond bæði skjótt og væl. Nú er komið so nær málinum, at tað ikki er so langt eftir til tann seinasta skrúvan er komin á sítt rætta pláss á klædninginum. Trý ár eru liðin síðani Gunnleiv og konan [...] Hetta var tað! Húsini eru um 100 ára gomul, eru lítil og hugnalig, og uttanfyri er eitt nærum 10.000 fermetrar stórt øki. - Eg ætli mær ikki sum so at brúka hetta økið til nakað. Vit hava jú seks børn, so [...] var áðrenn, líkist bestemt ikki tí sum er nú, slær hann fast. Køkurin - fyri at taka eitt dømi - var har sum gongin er nú. Og tær báðar stovurnar í búhæddini eru gjørdar til eitt stórt rúm við køki. Loftið
forlagstjóri. Í føroyskum sálmabókum eru nógvir sangir hjá Linu Sandell sum t.d. í sálmabókini hjá føroysku fólkakirkjuni, Missiónssangbókini og í Songbók Guds. Vit hava í fleiri førum tvinnar føroyskar [...] pápa sínum til Gøteborg. Leiðin gekk fyrst í hestavogni til Jønkjøping. Hagani fóru tey við báti. Komin umborð, sótu tey leingi á dekkinum og nýttu ta góða veðri. Lina spurdi pápan, um hann ikki var troyttur [...] Lina verður í brævi frá Evangeliska Fosterlands-stiftelsen, biðin um at koma í tænastu har, sum eitt nú týðari til høvundavirksemi og onnur verkevni. Fosterlands-stiftelsen, sum útinnti víðfevnt andaligt
lupu teir á og tóku Vetrarslottið. Orsøkin til, at hon verður nevnd Oktoburkollveltingin, hóast vit nú eru komin út í novembur, er at Russland áðrenn kollveltingina nýtti julianska kalendaran. Eftir honum [...] Í dag eru 100 ár síðani bolsjevikkarnir framdu kvett móti russiska tsarinum, vanliga nevnd Oktoburkollveltingin. Tað vóru Lev Trotskij, Vladimir Lenin og Pavel Dybenko, sum stóðu á odda fyri Oktoburko
limi. Her hevði TB annars í nøkur ár verið einsamallur limur, men í fjør komuu HB og KÍ afturat, og nú er tað so Miðvágs Bóltfelag, sum fer um tey 100. Í minningarriti, sum MB lat gera fyri 15 árum síðani [...] Miðvágs Bóltfelag, MB.« Hesin sami Carl Johansen var eisini formaður í felagnum fyrstu árini. Hann var komin til Føroya í 1893 sum vágaprestur, og hetta tengt saman við áhuganum fyri fótbóltinum førdi við sær [...] í tíðini var ikki talan um nakra skipaða kapping, men nakrir dystir vórðu so kortini leiktir. Eitt nú varð í 1908 skipað fyri tveimum dystum móti HB, sum vórðu umrøddir í Dimmalætting. Ikki minst frásøgnin