Hetta er ein vanligur mikudagur í apríl mánaði 2010. Klokkan er farin at nærkast fimm, og dagurin í búðini er skjótt at enda komin.
Klokkan eitt lótu tær tríggjar rituvíkskonurnar - Lis Højgaard, Irena Johannesen og Jona - upp dyrnar í Blákrossbúðini í Saltangará.
Tær eru partur av teimum 62 kvinnunum, sum so trúliga - sjálvbodnar og ókeypis - halda búðina opna seks dagar um vikuna.
Inn í búðini hava fólk møguleika at velja millum ein hóp av góðum brúktum klæðum, - og haraftrat eisini sera bíligum klæðum.
- Ja, vørurnar eru bæði góðar og bíligar. Tað nógva kostar minni enn 50 krónur, sigur Jona Olsen.
Hetta ger uttan iva sítt til, at fólk av báðum kynum og í øllum aldrum vitja í búðini, sum lat upp 20. mars í hesum hølunum.
Frammanundan lá handilin longur inni, men har vóru umstøðurnar ikki eins góðar og tær eru her.
- Nú liggja vit meiri sentralt, og møguleikarnar at parkera eru nógvar ferðir betri her. Og eg haldi eisini, at tað eru nógv fleiri vitjandi nú enn áður, vísir Jona Olsen á.
Drúgt
Liðin eru longu nógv ár, síðani Blái Krossur lat upp ein endurnýtsluhandil við brúktum klæðum í Havn, nevndur Blákrossbúðin.
Nú hevur felagsskapurin fingið búð nummar 2, ið er við til at geva eitt fíggjarligt íkast til víttfevnda virksemið hjá hesum fráhaldsfelagsskapinum.
Henda dagin, ið Sosialurin vitjaði í Blákrossbúðini í Saltangará gekk hurðin dúgliga og fólk var allatíðina inni í handlinum.
Hóast væl av fólki vitja inn í búðina hvønn dag - væl omanfyri 30 - so tekur tað sína tíð at fáa nakað burturúr, hóast hvør einstøk króna er kærkomin til umfatandi virksemið hjá Bláa Krossi.
- Ja, vørurnar eru jú sera bíligar, so tað er eitt drúgt arbeiði, sigur Jona við einum brosi. - Eg haldi ikki, at nøkur vøra kostar omanfyri 100 krónur.
Allastaðni frá
Nógv koma sjálvandi inn í Blákrossbúðin bert fyri at hyggja eftir úrvalinum, meðan onnur ogna sær eitt gott og ikki minst bíligt plagg.
Tey brúktu klæðini koma úr ymsum heraðshornum, har bert tey bestu klæðini verða tikin frá og fara út í handilin. Hini klæðini verða koyrd fyri seg og send øðrum felagsskapi.
Tær tríggjar í endurnýtsluhandlinum kenna sjálvandi ikki andlitini á øllum teimum vitjandi. Men tað er kortini ein sannroynd, at higar koma fólk allastaðni frá.
- Ja, her kunnu gott koma bæði suðuroyingar, klaksvíkingar og fólk úr Havn, sigur Jona.
Talan er um menn og kvinnur í øllum aldri, eisini ungdómurin, sum tykjast duga væl at finna sær góðar samansetingar av klæðum.
- Eg haldi, at tað gamla er in nú.
Einki suff
Hóast Jona Olsen er komin væl til árs, er hon framvegis virkin í hesum arbeiðinum, sum hon eisini brennur fyri.
- Um eg nakrantíð eri farin suffandi frá húsum? Nei, tað havi eg ongatíð gjørt, sigur Jona, sum dámar væl at arbeiða saman við hinum báðum bygdarkvinnunum.
Tær arbeiða her eftir fastari skipan, saman við 59 øðrum kvinnum úr Eysturoynni. Og tær hugna sær saman í Blákrossbúðini.
- Vit fara so altíð glaðar til arbeiðis.