100 ár síðani oktoburkollveltingina

Í dag eru 100 ár síðani bolsjevikkarnir framdu kvett móti russiska tsarinum, vanliga nevnd Oktoburkollveltingin.

 

Tað vóru Lev Trotskij, Vladimir Lenin og Pavel Dybenko, sum stóðu á odda fyri Oktoburkollveltingini. Hetta gjørdist byrjanin til russiska borgarakríggið, sum endaði við at Vladimir Lenin gjørdist statsleiðari.

 

7. novembur 1917, (sum er 25. oktobur eftir gregorianska kalendaranum, har av navnið), tók russiska gardan ræði á stjórnarbygningunum í Petrograd, í dag Sankta Pætursborg. Somu nátt lupu teir á og tóku Vetrarslottið.

 

Orsøkin til, at hon verður nevnd Oktoburkollveltingin, hóast vit nú eru komin út í novembur, er at Russland áðrenn kollveltingina nýtti julianska kalendaran. Eftir honum fóru hendingarnar fram 25. og 26. oktobur. Eftir kollveltingina skifti nýggja stjórnin kalendara til tann gregorianska, sum restin av Evropa nýtti.