um kvøldið. Jónsvein var – dugi so illa at siga var – ein maður, sum eg havi kent í nógv ár og var ein av teimum monnum, eg hevði stóra virðing fyri, hann var sera positivur og vildi altíð øllum alt tað [...] lívgaði okkum við sínum glaða sinni, gittarspæli og góða sangi – hesar løturnar – har vit bara hugnaðu okkum saman, fara vit øll at minnast aftur á við gleði og takksemi. Runavíkin hevur mist ein mann, sum [...] upp, tað tók leyst á fjørðinum, og veðurmennirnir spáddu upp í ódn, sinnið byrjaði at gera seg til at taka ímóti vetrinum av nýggjum við myrkum døgum – tá ringdi Árni og segði, at hann hevði ring tíðindi
sita eftir við júst somu fatan, góða Ingun. Tú hevði nevnliga týdning fyri okkum eisini. Bæði sum starvsfelagi og í mun til vinalag. Tú vart við tínum nærlagni og hegni við til at mynda okkum og psykiatriina [...] gleddist, tá tað gekst tínum børnum og familjuni annars væl, og altíð tosaði tú um tíni kæru við tí góða. Góða Ingun. Hóast saknurin eftir teg er stórur, og tað enn kennist sárt at hugsa um, at [...] stuttligar og góðar løtur, og tá vit hava onkur meira álvarslig evni á skrá í okkara arbeiði. Tú vart nevniliga ein, sum vit kundu heita á í so nógvum samanhangum. Við tínum stillføra og álitisvekjandi
soleiðis skal tað vera: Egg og bacon, reyðir búffar við sós, smáar pylsur og kaffi og djús í stríðum streymum. Og pitsapetti til børnini. Hvør aldur sína sjarmu Vit sessast, og í stilla sinni mínum hugsi [...] skitnir tallerkar, koppar og hálvtóm víngløs við djúsi í liggja eftir teimum 10 pápunum og 13 børnunum, sum nú eru farin út í góðveðrið – onkur helst niðan á plenuna, har B36 og EB-Streymur skulu spæla. [...] nógvum glaðum vaksnum monnum í senn – heilt vist eisini ein sera sjáldsom hending í einum barnalívi anno 2008. Bara smíl og “fitti babba”, onki grenj ella plágarí – og bara ein einkult kukkublæa í nærum
Vit gjørdu nógvar skjótingartúrar bæði til fjals eftir harum og á Víkina eftir álkum. Onkur skarvur lá eisini eftirá. Seinni fóru vit báðir við sama skipi og báðir á brúnna. Har vóru nógvar søgur fortaldar [...] leypir ein hara, og eg skjóti og raki, men haran rann eitt petti og eg aftaná. Tá eg skuldi gleiva upp um ein stóran stein, var eitt brak, og buksurnar skrædnaðu frá reimini framman og líka niður í skrevið [...] látur, og mínar skrøddu buksur fóru sendandi út av einum hamri, men dagurin var bjargaður. Nú var eg heitur restina av degnum. Jógvan og eg kennast sera væl, og er hann ein skilamaður bæði á sjógvi og landi
“Sjúti ár er æviskeið várt, og um mikil er megin áttati ár, og teirra dýrd er bert sút og møði, tí tíðin rennur, og vit fljúgva avstað.” ##med2## Hann var uppkallaður eftir abbanum Jóannesi í Innistovu [...] fingið – og kann eg yvirhøvur brúkast til nakað, so er hann ein av teimum, sum hevur verið mær dyggastur í kálvføðingini. Tað vóru júst 10 ár ímillum pápa mín og Jóhannes Arna, og teir sigldu saman – við [...] nógvum kulda og kavaroki, gjørdu honum ikki mun. Í ringum sýni gingu vit onkuntíð vakt frammi í gron og snoddaðu eftir vandum, ísflakum og fjøllum, snýstu rakdroparnar út í myrku, slavnu og køldu náttina
Skipasmiðju fyri, at hetta – og annað virksemi, sum skipasmiðjan hevur – er lív lagað. - Arbeiðsplássini og fólkini, sum mynda arbeiðsplássið, eru eitt. Uttan virki, er einki starvsfólk – og uttan starvsfólk er [...] vit eitt lítið prát, og Magnus duldi ikki fyri, at hann heldur nógv av synum sínum. Umframt vinnulívsmenninar, Gunnbjørn og Hans Andrias, eiga Magnus og Gundrun, ein annan son og eina dóttir. Nýggjur sáttmáli [...] at síggja møguleikar – og eisini møguleikar, ið aðrir ikki síggja í sama mun. Fyritøkan í Hósvík hevur vaksið ógvuliga nógv um sítt virksemi í seinastuni, og nú bíða vit bara eftir, hvat næsta stigið hjá
r úr Finnlandi og Svøríki, og her var tað Svøríki, sum dróg longra stráðið. Finnland kom á odda 1-0, men Svøríki svaraði aftur og vann 2-1. – Eg var til arbeiðis meðan dysturin var og sá ikki allan dystin [...] at vinna 3-1 ímóti vertunum og favorittunum úr Russlandi. – Finland hevði spælt væl og hevði júst sligið Russland út, sum er eitt bragd. OL er jú í Sochi í Russlandi, og líka sum í Vancouver í 2010 var [...] sindur keðiligt eftirsum NHL ikki verður steðgað meðan HM er, og tískil ávirkast tað øgiliga nógv av hvørji lið eru eftir í NHL playoffs og hvørjir spælarir eru tøkir, sigur Theodor. Hann vísir á, at tað
býin, og eru húsini í tveimum til fýra hæddir í flestu gøturnunum og stilurin victoryanskur og virkar býurin bretskur at vera í – tað er sum at uppliva ein bretskan bý. Her eru fleiri standmyndir og parkir [...] Columbia, og øki bleiv valgt av George Washington til at vera býarøki til høvuðsstaðin, og er tikið av statunum Maryland og Virginia. Á vegnum suðureftir, vit eru nú í Virginia og koyra eftir vegi 95, [...] løttum, og har ferðafólk steðgar á at nýta hetta vakra øki við havnabryggjum, góðum matstøðum og pubbum. Eisini er her miðstað til ferðafólk at kunna seg í, og er hjálparfólkið sera fryntligt og hjálpsamt
, tónleiki úr hátalarum og frá fólki. Ein kakafoni av ljóði og fólki sum elska at spæla – Jona og Katrin eru í essinum, báar vunnu 120 dollar og 150 dollar. Áslaug, Herdis og undirritaði fóru í barrina [...] bókmentir, vísind og ikki minst filmslist og hevur við uppfinningum og menning av øllum handa slag av brúkslutum lætt um okkara dagliga dag og gjørt hann ríkari við alt meiri innihaldi og lukku, og ikki minst [...] verið bæði í Korea- og Vietnamkrígnum. Jona hevur arbeitt sum sjúkrasystir og tannteknikkari og hevur eisini eitt skifti verið í canadiska militerinum og er nú eisini »retired«. Eftir ein langan koyritúr
komst av, at smáu valdømini – Norðstreymoy, Vágar og Sandoy – áttu trygd fyri størri valdømisvaldari umboðan, enn tað bar til í stóru valdømunum – Suðurstreymoy og Eysturoy – at rætta upp aftur við eykavaldu [...] ein meiriluti í løgtinginum – eitt sindur óvæntað – fyri fýra árum síðani samtykti, at farast skuldi frá sjey valdømunum, sum eisini vóru gomlu prestagjaldini og sýslurnar, og sum høvdu livað síðani løgtingið [...] sindur undirumboðað, og Eysturoy varðar av fýra prosentum minni av tinginum enn millum fólkið. Norðoyggjar og Suðuroy eru yvirumboðaðar. Lutfallið millum fólkatal og umboðan í tinginum eftir løgtingsvalið 19