Fyrsti heyst stormurin var við at byggja seg upp, tað tók leyst á fjørðinum, og veðurmennirnir spáddu upp í ódn, sinnið byrjaði at gera seg til at taka ímóti vetrinum av nýggjum við myrkum døgum – tá ringdi Árni og segði, at hann hevði ring tíðindi at bera.
Vinur okkara Jónsvein var deyður, tað var sum um alt støðgaði á, og samtalan var sera stutt, vit vóru báðir so ávirkaðir, at hugurin at tosa var burtur, illveður og ófrættaboð gjørdu sinnið sera viðkvæmt. Vit samdust um at hoyrast seinni um kvøldið.
Jónsvein var – dugi so illa at siga var – ein maður, sum eg havi kent í nógv ár og var ein av teimum monnum, eg hevði stóra virðing fyri, hann var sera positivur og vildi altíð øllum alt tað besta, hetta er kanska lætt at skriva, men soleiðis kendi eg hann.
Vit komu báðir í nevndina hjá Føroya Reiðarafelag í 1992. Hendan tíðin var beint aftan á euforiska dansin um gullkálvin í 80inum. Nógv lá í pinnabrenni eftir fíggjarligu skaðasjógvarnar, ið land okkara hevði verið fyri. Tá er tað menn sum Jónsvein reisast aftur, vísa á gongdar leiðir og fara í gongd aftur. Her koma orðini hjá A.P. Møller bókstavliga til sín rætt, tá hann segði, at tann sum hevur evnini, hevur eisini ábyrgdina. Jónsvein tók ábyrgdina og prógvaði síni evnir til stórt gagn fyri bygdafólkið og Eysturoynna.
Hendan trupla tíðin gjørdi, at vit báðir fingu eitt sera gott vinalag, vit vóru í yngra partinum av teimum gomlu garvaðu reiðarunum, og vinalagið gjørdist betri, sum árini fóru. Vit, sum mannaðu nevndina seinastu árini, felagið var virkið, vóru eitt nýtt ættarlið og mangan, sum ein skúlaflokkur, har allir vóru bestu vinir. Hetta ávirkaði eisini arbeiðið, og fundirnir vóru tí lættir og positivir. Hetta gjørdi, at vit megnaðu at flyta nøkur mørk. Vit gleddust eisini at koma saman, sjálvandi vóru vit ikki samdir í øllum, men ongantíð beiskir. Konurnar hjá okkum vóru eisini saman við okkum, tá vit tóku okkum av løttum, og tær gleddu seg líka nógv sum vit til hesar løturnar saman – tað var sjálvandi tí, at kemiin passaði sera væl saman ímillum hesi fólkini. Nú er ein farin, sum lívgaði okkum við sínum glaða sinni, gittarspæli og góða sangi – hesar løturnar – har vit bara hugnaðu okkum saman, fara vit øll at minnast aftur á við gleði og takksemi.
Runavíkin hevur mist ein mann, sum veruliga var góður við heimbygdina, hann var upptikin av, at tað gekk bygdini væl, um tað so var kirkja, fótbóltur, skúli og alt sum hoyrir bygdini til. Sjálvandi var tað vinnulívið, sum lá frammarlaga í huganum, men hann dugdi eisini at síggja, at alt er ikki bara arbeiði, tað andaliga og mentunarliga skal eisini til, um fólk skulu trívast. At hansara stríð eydnaðist, prógvaði tann veldigi skarin, sum fylgdi honum hendan dagin, tá hann var lagdur til hvíldar, har í vakra umhvørvinum við Skálafjørðin.
Saknurin verður stórur hjá tykkum børnunum, og ikki minst hjá abbabørnunum, sum hann var so góður við, hann segði altíð, hvussu glaður hann var fyri síni, sum hann elskaði.
Tann sum hevur mist mest, er tú góða Ady, hetta kvøldið, tá boðað var frá ódn, vardi tað okkum ikki, at tú skuldi blíva so hart rakt, men sangurin sigur at:
Tá myrkast var náttin, ódnin herjaði á, Eg mítt andlit tá fjaldi, onki skjól var at sjá
Eg úr storminum rópti, Harri aldri tú svav, varða meg inntil ódnin er av.
Inntil svunnin er náttin, inntil ódnin horvin er, blikalogn er um lond og víða hav ,
Halt mær fast við títt bróst, inntil aftur verður ljóst, varða meg inntil ódnin er av.
Orð eru so fátøk, men tú skal vita, at vit hava allar størstu samkenslu við tær og tínum. Komandi dagar verða ikki lættir, tá er gott at tú hevur tíni tætt at tær.
Vit lýsa Guds frið og drýpa høvur í sorg um missin av heiðursmanninum Jónsvein Knudsen. Hvíl í friði frægi vinur okkara.
------
Vegna okkum, sumvarðaðu av Føroya Reiðarafelag
Viberg Sørensen