Theodor Kapnas, sum vit kanska kenna best sum tónleikatøkning og guitarist í tónleikabólkinum Hamferð, er ein av teimum helst fáu í Føroyum, sum skúgvar at kalla alt til viks fyri at síggja OL í Sochi – nærri nágreiniliga finska íshokkilandsliðið, sum hann hevur stuðlað í mong ár.
– Eg eri hálvur finni, og íshokki fyllir nógv í Finlandi, so tað hevur altíð havt mín áhuga. Eg haldi at eg ordiliga fall fyri tí til OL í Salt Lake City í 2002, har Finland tapti OL-finaluna ímóti Svøríki 1-0. Síðani tá havi eg roynt at fylgt við. Um tað liggur fyri, so plagi eg at fylgja við í HM, men tað er serliga OL sum er áhugavert, tí tá eru allar NHL-stjørnurnar við í kappingini. Íshokki-HM er eitt sindur keðiligt eftirsum NHL ikki verður steðgað meðan HM er, og tískil ávirkast tað øgiliga nógv av hvørji lið eru eftir í NHL playoffs og hvørjir spælarir eru tøkir, sigur Theodor.
Hann vísir á, at tað er uppá tal, at NHL ikki fer at steðga undir OL í 2018, men at hann vónar, at tær ætlanirnar ikki fara at halda.
Búði í Svøríki
Theodor hevur sjálvur búð í Svøríki, har íshokki er ein risa stór ítróttargrein, og tað var eisini har, at áhugin fyri íshokki av álvara varð kveiktur.
– Eg las í Karlstad í Svøríki frá 2008 til 2011. Tað eina árið búði eg fimm minuttir frá høllini hjá Färjestads BK í Karlstad, sum vann SM í 2009 og 2011. At síggja íshockey live er fantastiskt. Eitt standipláss á Löfbergs Lila Arena kostar tað sama sum at hyggja eftir einum dysti í Effodeildini, so sjálvt ein fátækur lesandi hevði ráð til nakrar dystir. Eg var til allar heimadystirnar í SM-finaluni í 2009 (í íshokki-finalum verður spælt best av sjey dystum) uttan í gulldystinum, tá ið eg lá 500 metrar burturifrá í íbúðini hjá mær við 40 í fepuri og gav atgongumerkið burt, sigur Theodor, sum síðani varð spurdur um hvat tað er við júst hesum ítróttinum, sum hevur fanga hansara áhuga.
– Íshokki er ein fantastiskur ítróttur. Tað hevur høga leikferð, kropsliga styrki, drama og taktikk. Við øðrum orðum inniheldur tað alt, sum ein ítróttur skal innihalda. Íshokki-kappingarár eru keðiligt sett upp, tí fyrra helvt av kappingarárinum er bara innleiðandi dystir til endaspælið í deildini (playoffs), sum vanliga byrjar í mars. So ein landskappingardystur eitt týskvøld í november hevur ikki so nógv uppá seg. Men tá ið avgerðirnar byrja at nærkast er tað ótrúliga spennandi, og alt verður avgjørt head-to-head, vísir Theodor á.
Familjan hyggur
Íshokki hevur ongantíð verið ein ítrótt í Føroyum, og tað munnu vera fá, sum fylgja væl við í hesum ítróttinum her um leiðir.
– Her eru sjálvandi nakrir, men tað er ikki nakað sum eg havi til felags við nakran í Føroyum um sum so. Mamma plagar at fylgja við tá ið tað eru landsliðskappingar, og tann finska familjan og nógv svensk vinfólk hjá mær fylgja sjálvandi eisini væl við, sigur Theodor.
Í Danmark er íshokki í vøkstri og nakrir leikarar eru fyri stuttum slopnir at spæla í heimsins bestu deild, amerikonsku NHL. Tað eru serliga Svøríki og Finnland, sum hava eina mentan fyri hesum ítrótti, og hava hópin av leikarum í NHL samstundis sum landslið teirra teljast millum sterkastu í heiminum.
Vunnu á vertunum
Mikudagin í síðstu viku framdi Finnland eitt bragd við at vinna 3-1 ímóti vertunum og favorittunum úr Russlandi.
– Finland hevði spælt væl og hevði júst sligið Russland út, sum er eitt bragd. OL er jú í Sochi í Russlandi, og líka sum í Vancouver í 2010 var íshokkigullið tað týdningarmesta heiðursmerkið hjá vertunum. So Russland vóru kanska størstu gullfavorittarnir til hetta OL-endaspælið, sjálvt um Russland ikki hevur imponerað í OL síðani Sovjetsamveldið fall. Finland og Russland eru gamlir rivalar og deila eina grensu, so tað var ein fantastiskur sigur í kvartfinaluni, sigur Theodor.
Fingu bronsu
Fríggjadagin var hálvfinalan ímillum arvafíggindarnar úr Finnlandi og Svøríki, og her var tað Svøríki, sum dróg longra stráðið. Finnland kom á odda 1-0, men Svøríki svaraði aftur og vann 2-1.
– Eg var til arbeiðis meðan dysturin var og sá ikki allan dystin út í eitt. Tað virkaði sum um Svøríki var betra liðið, og tað var bara harmiligt, at Rask ikki kundi spæla, sigur Theodor vísandi til finska heimsklassamálverjan Tuukka Rask, sum gjørdist sjúkur undir OL og ikki fekk verið við í hálvfinaluni.
– Dysturin varð sæddur sum ein dystur ímilum málverjarnar, men eg haldi tá ið alt kom til alt, at tað gjørdi ongan mun, heldur Theodor.
Finnland gjørdi bart í dystinum um bronsuna og vann heili 5-0 ímóti USA. Theodor er misjavnt nøgdur við bronsuna.
– Bæði ja og nei. Tað er ongantíð stuttligt at tapa ímóti Svøríki, sigur Theodor Kapnas at enda.
Kanada endurvann OL-gullið í gjár, tá ið teir vunnu 3-0 ímóti Svøríki í finaluni. Jonathan Toews, Sidney Crosby og Chris Kunitz skoraðu málini.