fólk at spyrja: »Hvat gjørdi eg undan eini slíkari vanlukku, sum kundi fyribyrgt henni? Hvussu ofta talaði eg at, tá onkur var, sum ikki helt ferðslulógina? Nær forðaði eg seinast einum fullum persóni [...] tornar, og tú kennir als einki vera at takka fyri. Vit hava lyndi til at fara at hugsa og tosa um, at nú má okkurt gerast. Tað ber ikki til, at hetta skal blíva við, at ung fólk doyggja soleiðis í ferðsluni [...] um seg ganga, fyri frið skuld. Vit mugu ikki blanda okkum uppí, hvussu onnur fólk liva. Tað mugu hann sjálvur og løgreglan um, nær hann koyrir fullur. Eg skal ikki gerast óvinur við nakran. Og so framvegis
mynda børnini fyrr. At hann kann fyrireika tey til læring. Og at tey koma skjótari inn í skúlakarmin. Og síðani kemur hann við einari ullintari ákæru um, at dagstovnarnir ikki fyrireika børnini á rættan [...] yvir børnini. Tað er einki sum bendir á, at tað gagnar børnum at fara fyrr í skúla. Til dømis kann eg nevna, at ein av forsprákarunum fyri forskúlum í Danmørk, Stig Brostrøm, professari, metti ikki, at [...] Landsmyndugleikan um at krevja, at øll børn fara í forskúla. Eg kann bara undrast, tí flestu argumentini snúgva seg um, at børnini skulu laga seg til skúlan. Men at hetta skal vera ein skilagóð hugsan ella
hann hevur funnið útav, at hann sleppur nøkur ting, sum hini í flokkinum ikki sleppa, tí tey ikki eru í skipanini. So tað er ikki so galið kortini. Dagrøktin hevur havt frí í fýra vikur í summar, og hon [...] fara tey heilt víst aftur, siga tey. Føðingardagar Hesi trý børnini njóta at spæla úti í sólini, men tá tey verða spurd, um tey gleða seg til veturin, svara tey játtandi beinanvegin. ? Tá kemur kavin, og [...] dag sum skúlarnir. Heili átta børn fóru úr skipanini í skúla í ár, og tey børnini sum eru fimm ár í dag eru níggju í tali. So ikki kann annað sigast, enn at framtíðin fyri skúlanum á Viðareiði sær bjørt
onkuntíð. Tað gekk væl í skúlanum, hóast eg ikki gjørdi so nógv við tað. So eg havi ongantíð verið skírdur nørdur. Heldur ikki havi eg verið ein stór ítróttahetja, hóast eg bæði havi spælt handbólt og fótbólt [...] royna enn meira, og tí flutti eg til Havnar at arbeiða. Fyrst arbeiddi eg á Sosialinum í nøkur ár og síðani í Sjónvarpinum. Nú havi eg keypt hús í Havn og angri tað ikki. Eg fari neyvan at búgva aðrastaðni [...] yvirhøvur. Hvønn sært tú upp til? - Eg síggi upp til fólk, sum brúka sína orku uppá at gera tað góða. Um tú spyrt meg, um eg síggi upp til nakran føroyskan politikara, so má eg svara Atla Dam, sála. Hann
deild hjá GÍ, sum hugurin stendur til. Hart tikin Haldóra Ranghamar hevur verið uppstillað einaferð fyrr til bygdarráðsval. Tað var til valið í 1996, men tá varð hon ikki vald. Hesaferð varð hon aftur biðin [...] Í hinum endanum stendur væl til sigur hon. Góður barnagarður er, og skúlin er eisini rímiliga væl fyri. Men til tey eldru mangla tilboð. Ikki tí. Okkurt skal eisini vera til tey, sum er í millum barnagarð [...] kundi gjørt tað sama. Hon hevði ikki loyvi at nokta kortini. Men hon hevur als einki valstríð rikið, sigur hon. -Teir, sum settu meg á listan, væntaðu nokk ikki, at eg fór at verða vald kortini, flennir
har hann hevur verið næstan ein mansaldur. »Alt mítt lív havi eg verið sjómaður, og tað eri eg glaður fyri, eg havi haft góða heilsu ikki verið sjúkur fyrrenn nú«, sigur tann sera fryntligi Hellumaðurin [...] seinri kom skúlin á Hellunum. Børnini hjálptu til Jóhann Marius greiðir frá, at sum børn spældu tey nógv úti. Tað var serliga í bønum, og dreingirnir høvdu sjálvandi tokka til havið, so teir løgdu ofta leiðina [...] leiðina oman í fjørðuna. Men tað var ikki bara spæl, tá eg var barn hjálptu vit nógv foreldrum okkara við tí dagliga arbeiðinum. Vit bóru torv, tóku eplir upp og hjálptu til í hoyna, greiðir Jóhann Marius frá
hví skal eg orka meir? Hvussu kann eg orka meir? ? eg orki ikki meir«. Eg haldi, at vit skulu royna at orka meir, tí tað hevur stóran týdning, at gleðiboðskapurin ljóðar á móður(hjarta)málinum, sjálvt [...] tungumál at hoyra til dagligt, og vit hava valt at hetta kakofoniska kórið eisini skal hava føroyskan íblástur við boðunum: »Kom, kom til Jesus«. Hví kunnu vit ikki bert siga: »Kom, kom til Jesus« (á donskum) [...] endan; men eg haldi nú at vit skulu halda á við at halda um endan. Vit kundu sagt sum unglingin við sjóverki og timburmonnum um borð á Drotningini á veg heim úr Íslandi í sekstiárunum: »Eg orki ikki meir, hví
”góðu” mikroorganismurnar? Hvi skuldi ikki her verið ein øko-skipan eins og í øllum øðrum lívfrøðiligum umhvørvi, har javnvágin kann flyta seg? Men kanska skula vit als ikki stremba eftir at einsrætta ein smakk [...] smáum nøgdum, men foredlað til sjáldsom og serstøk vøra. Italiumenn hava sína ”culatello”, ið er turkað og visnað skinka. Hon verður seld fyri meira enn kr. 1.000 fyri kg til millióningar um allan heim [...] meira skipaði viðurskifti við sláturhús, ið hava heilsuváttan. So fer kanska eisini at bera til at spjaða slaktið til fleiri mánaðir um árið. At virða tey sum løgdu lunnar undir okkara matmentan og samstundis
ella lygn. Orsøkin til at eg skrivi í bløðunum er, at eg havi roynt at ganga frá samkomu til samkomu og leitað eftir svarum, og eg eri bert blivin vístur frá einum einstaklingi til annan, har hvør segði [...] svarið verður. Tá eg spyrji um Gud veruliga drap børnini í Egyptalandi, av tí at Hann var illur við foreldur teirra, so vænti eg ikki at nakar fer at nokta, at so var. Heldur ikki vænti eg, at nakar kann [...] smábørnum frámíhjárætt til automatiska frelsu, livir ikki upp til hetta hugtakið (rættvísi altso), men tað vil ikki siga, at eg leggi uppskot fram um, at Hann átti at koyrt børnini í helviti eisini. Hetta
eri eg púra samdur við henni. Sjálvandi skulu øll hava rætt til at liva lívið, sum tey sjálvi ynskja. Hesin rætturin gongur heilt at gáttini til næstan. Tað vil siga, at so leingi, sum ein ikki ger seg [...] ov nógvum rúsdrekka, nú vit viðgera tað. Eg haldi, at øll børn eiga rætt til eitt rúsfrítt umhvørvi. Og tað er greitt, at hesin rættur teirra avmarkar rættin hjá tí vaksna at nýta rúsdrekka. Tí er tað [...] Tað var tó ikki hetta, sum er høvuðsinnihaldið í greinini. Sum eg lesi greinina, snýr málið seg um rættin til at liva, sum ein sjálvur vil. Sum samkyndur, sum rúsdrekkanjótari ella hvat tað skuldi verið