Aftursvar til Dagny Joensen

Dagny Joensen hevur í Dimmalætting 4. desember grein um politikkarar, sum hon kallar sjálvsøknar, har undirritaði var ein, sum fekk hendan dómin. Eg skal als ikki bera meg undan at vera sjálvsøknan í nógvum viðurskiftum. Tó royni eg í mínum starvi at gera tað, sum eg haldi er gott fyri allar føroyingar og ikki bert meg sjálvan ? sjálvandi.

Tað var tó ikki hetta, sum er høvuðsinnihaldið í greinini. Sum eg lesi greinina, snýr málið seg um rættin til at liva, sum ein sjálvur vil. Sum samkyndur, sum rúsdrekkanjótari ella hvat tað skuldi verið. Og er tað hetta, Dagny meinar við, eri eg púra samdur við henni. Sjálvandi skulu øll hava rætt til at liva lívið, sum tey sjálvi ynskja.
Hesin rætturin gongur heilt at gáttini til næstan. Tað vil siga, at so leingi, sum ein ikki ger seg inn á næstan, eigur ein at hava rætt at liva so, sum einum sjálvum lystir. Hetta er eisini í tráð við kristnu trúnna. Gud gav okkum fría viljan, júst fyri at vit sjálvi kundu avgera, hvussu vit vildu liva. Hann gjørdi okkum ikki til robottar, sum eru forritaðir til ávísa ætlan. Men samstundis sum Gud gav okkum fría viljan, gav hann okkum eisini vegleiðing um, hvussu vit áttu at liva, fyri at okkum skuldi gangast væl bæði viðvíkjandi andaligum trivnaði, sálarligari vælveru og likamligari heilsu. Tí Hann elskar okkum. Hann slepti okkum ikki upp á fjall fyri at liva okkara egna lív, men hann sendi hirðan við okkum niðan á fjøllini, so hann kundi leiða okkum til grasgrønar fløtur og til hvíldaráir. Fyri at styðja og hjálpa, tá vit ganga gjøgnum brattar skorar. Og tá vit viltust av leið, sendi hann Hirðan ? Son sín ? at leita eftir okkum fyri at bjarga okkum. Men allan vegin er talan um eitt tilboð og ikki um tvang.
Politikkarar eiga at verja rættindi til frælst lív. Hesin rættur er í tráð við kristnu lívsáskoðanina. Hyggja vit rundan um okkum, er lætt at fáa eyga á, at har ,sum gleðiboðskapurin hevur havt frítt at fara upp gjøgnum øldirnar, hevur eisini persónliga frælsið verið ein av hornasteinunum. Grundarlagið undir at kunna taka undir við gleðiboðskapinum er júst persónliga frælsið til at velja. Tí er hetta ein so týdningarmikil partur av kristna boðskapinum: frælsi til at tala og skriva og frælsi til frítt at velja.
Og hetta frælsi ? hesi rættindi ? eiga politikkarar at verja. Fyrst og fremst rættindi teirra, sum kunnu hugsast at gerast offur fyri ágangi. Tí er neyðugt við skipaðum viðurskiftum á eitt nú rúsdrekkaøkinum. Tí ov mikið rúsdrekka ger seg inn á rættin hjá hinum. Og serliga hjá børnum. Setir tú rættin hjá einum vaksnum upp móti rættinum hjá børnum, eiga børnini eftir míni fatan betri rætt. Tí tey eru veikari. Tey eru minni ment at verja seg. Tey kunnu skjótari gerast sálarliga strongd eitt nú av ógvisligum upplivingum. Slíkar upplivingar koma ofta sum ein avleiðing av ov nógvum rúsdrekka, nú vit viðgera tað. Eg haldi, at øll børn eiga rætt til eitt rúsfrítt umhvørvi. Og tað er greitt, at hesin rættur teirra avmarkar rættin hjá tí vaksna at nýta rúsdrekka. Tí er tað ikki trupult at skilja, at mong ynskja eina avmarkandi rúsdrekkalóg. Júst við persónliga rætti hins einstaka sum grundgeving.
Viðvíkjandi rættindum hjá samkyndum og rættindum hjá kvinnuni at ráða yvir egnum kroppi, sum Dagny Joensen eisini viðger, kunnu vit kjakast væl og leingi um. Men eg fari at lata lesaran sjálvan hugsa um hesi viðurskifti við atliti til tað, sum nevnt omanfyri.
Nei Dagny, tað er ikki bert í sjálvsøkni, at hesi viðurskifti verða viðgjørd. Hesir spurningar snúgva seg um mannarættindi, ikki bara teirra, sum aktivt ynskja ein rætt, men eisini teirra, sum tann rætturin gongur útyvir.