FAKTA UM JOHN JOHANNESEN
Navn: John Johannessen
Aldur: 28 ár (07.10.77)
Størv:Nú: Løgtingslimur. Fyrr: Arbeitt nógv við fiski og annað fyrifallandi. Annars hevur John verið læraravikarur, arbeitt á Sosialinum og í Sjónvarpi Føroya.
Bústaður: Tórshavn
Hjúnastøða: Giftur við Ragnhild Olsen, sum John hitti fyri fyrstu ferð á einum landsfundi í Skopun, sum hann skuldi dekka fyri Sosialin.
Børn: Ein tvey ára gamlan son, Hans Oluf. Næsta barnið er á veg.
Keðiligur vani: At roykja.
--
Pínligar, villar, góðar og tungar løtur
Pínligasta løtan í lívinum?
- Eitt tað pínligasta, eg havi roynt, er at varpa ein landskappingardyst út fyri Sjónvarp Føroya. Eg boðaði frammanundan frá, at tað dugdi eg ikki, men har var eingin annar, sum kundi júst tá. Og sum nýggjur og ungur í starvinum, vildi eg fegin gera mítt besta. Mær dámar væl at leypa út í eina nýggja avbjóðing og at hava eina stóra arbeiðsbyrðu. So eg játtaði, hóast eg visti, at uppgávan var trupul. Tað kom eisini til sjóndar í hinum endanum. Tað gekk sera illa og var sera pínligt.
Tað villasta, tú hevur gjørt?
- Eg og Ragnhild gjørdu av at gifta okkum eitt fríggjakvøld og giftu okkum longu mánadagin eftir. Eg veit ikki, um tað var so vilt, men nakað impulsivt.
Hæddarpunkt í lívinum?
- At fáa sonin, at verða giftur og at verða valdur inn á ting.
- Tá eg varð valdur inn á ting, var tað ein ótrúlig álitisváttan frá fólki. Tað, at ein so stór mongd av fólki gevur tær eina so stóra álitisváttan, sum at velja teg á ting, er nakað heilt stórt. Og eftir eina slíka álitisváttan skyldar ein fólkinum nógv.
- Tá eg og Ragnhild giftust, fingu vit staðfest kærleikan til hvønn annan og valdu endaliga at siga, at tað verða vit, sum skulu liva saman restina av lívinum. Vit hava livað saman í nógv ár. Men nú eru vit altso gift.
--
Uppruni
Hvaðan, eg komi, er ein størri fløkja. Eg eri uppvaksin í Lopra, men ættaður av Skarði, Norðtoftum, Haraldssundi, Klaksvík, Havn, Sumba og Lopra. So tað er spjatt um alt landið. Føroyar áttu at verið eitt valdømi, he he J
Hevur tú systkin?
- Ja, ein beiggja og tvær systrar.
Hvussu vart tú sum ungur?
- Ein blandingur av øllum. Men mær dámdi serstakliga væl at verða við til at skipa fyri ymiskum tiltøkum. Kanska eg var tann stuttligi - entertainarin. Vit hermdu eftir politikarum, lærarum og øðrum kendum fólki enntá í útvarpinum onkuntíð. Tað gekk væl í skúlanum, hóast eg ikki gjørdi so nógv við tað. So eg havi ongantíð verið skírdur nørdur. Heldur ikki havi eg verið ein stór ítróttahetja, hóast eg bæði havi spælt handbólt og fótbólt í fleiri ár. Heldur stóð eg á odda fyri veitslum og skipaði fyri undirhaldi.
Hevði tú nógvar beundrarar?
- Uha, ja, nógvar. Nei, tvætl. Vit høvdu tað øll stuttligt og hugnaligt saman í okkara lítla studentaskúla.
Tú flutti til Havnar miðskeiðis í 90unum. Hví tað?
- Eg helt ikki, at nóg mikið av avbjóðingum og møguleikum vóru fyri meg í Suðuroy. Einki uttan at landa nøkur skip nú og tá. Eg havi somuleiðis altíð havt ein lítlan tíðindamann í búkinum. Tá eg var heilt ungur, fekk eg ein lítlan bandupptakara frá pápa mínum, og tá sat eg og gjørdi smáar útvarpssendingar. Hesin lítli tíðindamaðurin í búkinum vildi sleppa at royna enn meira, og tí flutti eg til Havnar at arbeiða. Fyrst arbeiddi eg á Sosialinum í nøkur ár og síðani í Sjónvarpinum. Nú havi eg keypt hús í Havn og angri tað ikki. Eg fari neyvan at búgva aðrastaðni í Føroyum.
Hvør er grundvøllur tín í tilveruni?
- Fyrst og fremst sonurin og Ragnhild. Annars átrúnaðarligu grundvirðini og familjan yvirhøvur.
Hvønn sært tú upp til?
- Eg síggi upp til fólk, sum brúka sína orku uppá at gera tað góða. Um tú spyrt meg, um eg síggi upp til nakran føroyskan politikara, so má eg svara Atla Dam, sála. Hann var ein framúr politikari. Ógvuliga gløggur og ein ótrúligur strembari, sum fekk nógv av skafti og broytti nógv viðurskifti til tað betra í okkara samfelag. Tíverri fagnar søgan hjá okkum sjáldan øðrum enn nationalistum.
Ambitiónir í lívinum?
- Persónliga eru mínar ambitiónir at kunna vera ein góður maður og pápi, sum hevur tað gott saman við familjuni. Hinvegin eru tær politisku ambitiónirnar at megna at halda fram í mínum politiska starvi við tí endamáli at gera tað lættari fyri vanliga føroyingin at liva í Føroyum.
--
At verða foreldur
At vera pápi er tað besta, sum finst. Sjálvandi setir tað nøkur krøv og kann vera strævið til tíðir, men tað er veruliga ein framúr uppgáva.
Hvussu var tað at gerast pápi?
- Uha. Tann dagin, Ragnhild átti, var tað sera strævið, tí alt gekk so illa. Eisini eg var fyrilagstur, men tá sonurin kom í verðina, var tað heilt fantastiskt, og tað er tað enn.
- Eg veit ikki, hvussu nógv børn vit ætla at fáa okkum, men tað næsta er á veg.
Hvussu ert tú sum pápi?
- Mær dámar ótrúliga væl at vera saman við soninum. Hóast eg havi rættiliga tíðarkrevjandi arbeiði, royni eg at taka mær tíð til hansara. At vera tingmaður er eitt sesongarbeiði, so eg eri nógv til arbeiðis, men aðrar tíðir havi eg meira frítíð.
- Tá bara vit báðir feðgarnir eru saman, plaga vit eitt nú at svimja, fara ein túr í býin, lesa eina søgu og syngja saman, tá vit leggja okkum at sova. Onkuntíð sníkja vit okkum ein túr í BR. Eg noyðist somuleiðis at viðganga, at vit loyniliga hava verið nakrar ferðir í SunSet og fingið okkurt lekkurt.
--
Kristindómur
Kristindómur hevur stóran týdning í mínum lívi. Men eg ynski ikki at brúka hann til at hevja meg sjálvan.
Hvørji viðurskifti hevur tú til kristindóm?
- Eg meti meg sjálvan at vera trúgvandi, uttan at ganga úti og rópa upp um tað og seta onnur fólk í bás.
Tú hevur eina ferð lisið andakt í Útvarpinum. Hvussu ber tað til?
- Tá gekk eg í studentaskúla. Vit høvdu ein lærara, sum skrivaði andaktir og deildi tær út til okkara at lesa. Hóast eg fleiri ferðir havi ætlað mær at lisið gudfrøði og byrjaði at lesa sjálvlestur í fjør, so vóru tað ikki andaktirnar í Útvarpinum, sum góvu mær blóð á tonnina. Men eg gavst at lesa, so gudfrøðin liggur á hillini fyri fyrst.
Gongur tú í kirkju ella á møti?
- Í kirkju. Meira enn bert á jólum og ikki hvønn sunnudag. Um eg skal vera erligur, so havi eg ikki altíð so góðan hug at fara upp klokkan sjey sunnumorgun eftir eina heila arbeiðsviku. Eg eri sera tungur um morgunin og ringur at fáast við. Men um allar kirkjurnar í Havn ikki høvdu havt guðstænastu so tíðliga í senn, hevði eg farið oftari.
--
Kenslulag
Eg eri ikki snarsintur tvørturímóti. Eg royni altíð at lata vera við at øsa meg, men tá eg endiliga verði illur, verði eg ræðuliga illur. Tá sleppi eg veruliga dampinum, og tað tekur langa tíð, áðrenn eg komi niður aftur á jørðina.
Hvat fær teg at øsa teg upp?
- Órættvísi, svik, fals og fólk, sum nýta keðiliga atferð fyri at sleppa framat.
Angrar tú nakað, tú hevur gjørt í illsinni?
- Ja, men bert til eitt vist. Um onkur er botnórættvísur og lýgur, er tað í lagi at øsa seg.
Ert tú ein bleytur maður?
- Ja, eg havi sera lætt við at fella tár. Eg kann millum annað gott finna uppá at gráta, tá eg síggi ein syrgiligan film. Men seinast eg græt, var tó, tá eg giftist fyri tveimum mánaðum síðani.
Hvat gleðir teg?
- At familjan hevur tað gott, og tá fólk kring meg eru í góðum lag. Men í dag gleðir tað meg serstakliga, at eg havi fingið at vita, at sonurin hjá einum vinmanni hevur tað gott eftir eina drúgva skurðviðgerð.
--
Starv
Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri politikki, men tað var ongantíð ætlanin at gerast politikari. Tað var ein tung avgerð at taka.
Hví fórt tú at arbeiða sum politikari?
- Um hetta mundið var eg ikki limur í nøkrum flokki, tí eg gekk nokkso høgt uppí at vera neutralur, tá eg arbeiddi sum tíðindamaður. Men tað er eingin loyna, at mínar hugsjónir hava verið sosialdemokratiskar. Ein dagin varð eg uppringdur av fleiri í Javnaðarflokkinum, sum bóðu meg stilla upp. Fyrst segði eg nei nakrar ferðir, men í síðstu løtu helt eg allíkavæl, at tað kundi verið stuttligt. So eg fór.
Tú arbeiddi í sjónvarpinum um hetta mundið. Vart tú noyddur at satsa eitt sindur?
- Tað var ein tung avgerð at taka, tí avgerðin hevði við sær, at so var eg liðugur í tíðindaheiminum. Eg mátti satsa, tíbetur varð eg valdur, og í dag angri eg tað avgjørt ikki.
Hví slapst tú inn?
- Helst tí, at veljararnir høvdu álit á mær. Vónandi eru veljararnir nøgdir við meg og hava fingið okkurt øðrvísi við at velja meg.
Verður tú politikari restina av lívinum?
- Tað er trupult at siga, tí veljarin velur. Eg kundi væl hugsað mær tað, tí mær dámar væl starvið. Tá tað gongur illa á tingi, leingist mær onkuntíð eftir tíðindalívinum. Í staðin fyri at sita á tingi og krimpa tær, so heldur farið og gjørt nøkur kritisk innsløg... Men eg eri enn ein partur av tíðindaheiminum. Nú siti eg bara hinumegin borðið.
Tú hevur onga universitetsútbúgving. Ætlar tú at fáa tær eina?
- Ja, tað havi eg vónir um. Í løtuni siti eg og kanni ymiskt. Onkuntíð ætli eg at fáa mær eina útbúgving við síðuna av politiska arbeiðinum. Onnur hava fulltíðarstørv við síðuna av, so hví skal eg ikki megna at lesa víðari? Serstakliga hevði tað hóskað væl, um eg fekk mær eina samfelagsliga útbúgving.
Dámar tær at vera í miðdeplinum?
- Viðhvørt haldi eg, tað er ótrúliga deiligt at ganga á gøtuni uttanlands, uttan at nakar veit, hvør tú ert. Tá eg arbeiddi í Sjónvarpinum, kundi tað vera nokkso strævið at fara út um eina hurð, men sum politikari fært tú meira frið. Kanska tí eg ikki eri frammi hvønn einasta dag, so tað er ikki nakað, eg havi trupulleikar av yvirhøvur.
--
Fáfongd og klæðir:
Eg eri ikki serliga fáfongdur. Tað fer spakuliga við árunum. Mær dámar væl at vera í fínum klæðum, men eg gjørdi meira burtur úr útsjóndini fyrr. Nú eri eg giftur he he.
Keypir tú ofta klæðir?
- Als ikki hvønn dag. Mær dámar væl at keypa klæðir og keypi sum oftast merkjavørur, tí mær dámar væl góðsku.
Tú gekst høgt upp í slips fyrr. Ert tú enn ein slipsafjeppari?
- Tá eg var í sjónvarpinum, savnaði eg upp á slips og átti eina rúgvu. Tá var eg í stovuni hjá hvørjum húski hvørt kvøld og vildi vera fínt klæddur. Men nú orki eg ikki at sita í løgtinginum ein heilan dag í slipsi. So tey eru onkursvegna býtt um við poloskjúrtur. Men sjálvsagt eri eg í slipsi, tá eg haldi tað vera hóskandi at vera í slipsi.
Títt yndisslips?
- Í løtuni eitt blóðreytt, men tað er skiftandi.









