Aftur vóru rósur á vegnum, tí ein unglingi ikki var meira. Og einaferð enn runnu sálmareglurnar fram fyri teg, har takkað verður:
»...for rósurnar á vegnum, fyri tornar millum tær.«
Men tá tú stendur so bókstaviliga uppi yvir rósunum, sum lagdar eru á vegin, er ilt at síggja annað enn tornar, og tú kennir als einki vera at takka fyri.
Vit hava lyndi til at fara at hugsa og tosa um, at nú má okkurt gerast. Tað ber ikki til, at hetta skal blíva við, at ung fólk doyggja soleiðis í ferðsluni.
Men hygg eftir, um nakað verður gjørt, annað enn at tosa beint eftir, at vanlukkurnar eru hendar. Og hvør hevur skuldina annar enn tann einstaki, sum má taka ábyrgdina av sær sjálvum og egnum handlingum?
Stutt og greitt: Eingin.
Í staðin fyri at tosa og geva øllum hinum skuldina, eiga fólk at spyrja: »Hvat gjørdi eg undan eini slíkari vanlukku, sum kundi fyribyrgt henni? Hvussu ofta talaði eg at, tá onkur var, sum ikki helt ferðslulógina? Nær forðaði eg seinast einum fullum persóni at fara í bilin?«
Skulu fólk vera erlig, fara helst tey flestu at svara: »Ongantíð«.
Nei, ongantíð. Tí fólk eru í roynd og veru ræðuskítar, sum lata alt um seg ganga, fyri frið skuld.
Vit mugu ikki blanda okkum uppí, hvussu onnur fólk liva. Tað mugu hann sjálvur og løgreglan um, nær hann koyrir fullur. Eg skal ikki gerast óvinur við nakran. Og so framvegis.
Men hvussu so, tá tað gongur út yvir teg sjálvan. Tá ein ørvitisknokkur koyrir onkran av tínum egnu niður? Hvat hugsar tú tá?
Soleiðis verður tosað millum fólk, eftir slíkar vanlukkur, sum ta, sum hendi sunnumorgunin. Aftur nú.
Vegurin í lagi
Ein 20 ára gamal maður doyði sunnumorgunin av ferðsluvanlukku á Vatnavegnum í Vágum. Á hesum vegastrekkinum fram við Leitisvatni eru fleiri álvarsligar vanlukkur hendar fyrr. Og fleiri hava kravt mannalív.
Men virkandi sýslumaðurin í Vágum, Reðin Leonsson, heldur ikki, at til ber at geva júst hesum vegastrekki við Leitisrætt skuldina fyri tær vanlukkurnar, sum hendar eru.
Væl er ein bugur í vegnum, men vegurin er góður og útsýnið júst har er gott báðar vegir, sigur hann.
Uttan at taka í nakað ávíst mál, sigur Reðin Leonsson, at tað, sum umræður, er hugburðsbroyting.Vit mugu fáa fólk at læra at hava ábyrgd av sær sjálvum. Upplýsing heldur enn ræðuherferðir, er einasta loysnin.
Reðin Leonsson vísir á, at støðan hóast alt er munandi batnað seinnu árini. At so vanlukkur henda, ber ikki til at verja seg ímóti. Tað vil altíð vera so, men kann tó undir ongum umstøðum bara góðtakast, at fólk í besta aldri fara soleiðis, sigur hann.
Tosað verður dúgliga um bæði eitt og annað, sum kundi verðið gjørt, tá soleiðis er. Og hugskotini tróta ikki. Ofta koma ræðsluherferðirnar aftur upp á tal. Seta krossar fram við vegnum. Myndir av tí deyða. Og hvat fólk nú kunnu finna uppá.
Nógv hevur verið roynt, sigur Reðin Leonsson, men líkt er til, at tann gylti millumvegurin er ótrúliga ringur at finna. Fólk fáa skelk og halda seg í skinninum eina løtu. Men tað gongur bara heilt stutt tíð, so er líka galið aftur.
Fáa vit ikki tosað fólk til fornuft soleiðis, at tey minnast tað, tey hava lært, er vist einki at gera við tey, heldur sýslumaðurin í Vágum.
Hann heldur tó, at tey sum halda, at tað hevði verið eitt hugskot eisini at farið í studentaskúlar og tekniskar skúlar við ferðsluundirvísing, eru á rættari leið.
Tað er í fínasta lagi, at farið verður út í barnaskúlarnar at læra børnini, hvussu ein eigur at bera seg at í ferðsluni. Men tað er hóast alt í studentaskúlaaldri og har á leið, at fólk fara at taka koyrikort. Og tá høvdu tey ivaleyst havt gott av eini endurnýggjan av tí lærdómi, tey fingu í barnaskúlanum.
Fyri deyvum oyrum
Hóast sjálvt vegastrekkið við Leitisrætt hevur kravt fleiri mannalív, heldur Reðin Leonsson, at tað er annað strekki á Vatnavegnum, sum er nógv vandamiklari. Nevniliga strekkið millum Leitisrætt og grótbrotið við Vatnsoyrar. Har er rætt og slætt farligt at loyva yvirhálingum, sigur Reðin Leonsson.
Hann sigur, at hann í fleiri ár hevur roynt at fáa merkt økið soleiðis, at bannað verður at yvirhála. Men einki hoyrist frá viðkomandi, sum hava myndugleika at gera nakað her.
Á vegastrekkinum, Reðin Leonsson tosar um, er ringt sýni, og har kann tí vera rættiliga vandamikið at yvirhála ein annan bil. Ferðslan á hesum vegnum er rættiliga nógv. Bilar og bussar koyra til og frá flogvøllinum. Og tað er ofta við nógvum fólki. Fólk skunda sær til flogfarið. Og ikki minni tá komið verður aftur, og ferjan skal náast á Oyrargjógv.
Tað er eingin ivi um, at onkrar svakligar yvirhálingar eisini verða gjørdar har. Sýslumaðurin sigur, at hann hevur frætt frá fleiri bussførarum, sum koyra flogrutuna, at teir eru ikki altíð heilt tryggir við tað, sum har fer fram.
Sjálvandi ber ongantíð til at tryggja seg móti tí, tann einstaki kann finna uppá. Men Reðin Leonsson sigur, at hann arbeiðir hart fyri at fáa nýggjar avmerkingar á Vatnavegnum. Tað hevur hann gjørt leingi.
So kann onkur siga, at tann, sum ikki virðir ferðslulógina sum so, leggur heldur einki í, um eitt skilti kemur í vegkantin, ella ein strika verður málað á vegbreytina.
Kann vera, heldur sýslumaðurin. Men tá eingin avmarking er, halda fólk kanska, at her er trygt at yvirhála, hóast umstøðurnar vísa nakað heilt annað.
Verða avmarkingar gjørdar, kann tað halda onkrum frá at yvirhála á einum strekki, har tað ikki er tilráðiligt. Og tað kann so aftur vera við til at fyribyrgja onkrari vanlukku, sigur Reðin Leonsson, virkandi sýslumaður í Vágum.