perspektiv eru í hesum nýroyndum. Við hesum kunnu fyri tað fyrsta skapast nýggj arbeiðspláss. Harnæst troyta vit ein fiskastovn, sum er nóg stórur og sum vit í dag fyri tað mesta veiða til mjøl. Vit kunnu so [...] Hesum eru vit ikki ósamd í, men er talan um at skapa alternativ og at troyta nakað, sum ikki flytur arbeiðspláss av landi, so er hetta nakað, sum eigur at roynast. Eftir okkara tykki eiga vit at viðgera [...] seg. VIT kunnu bert vóna, at stigtakararnir til hesa verkætlan fáa eina góða byrjan, og at teir veruliga hava treytað sær, at marknaður er fyri vøruna - og at teir ikki endurtaka somu mistøk sum vit fyrr
Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru sólskinssøgur, tí verkætlanirnar eru gjørdar við skili og fíggjaðar einfalt. Avtalan við norðoyingar og vágafólk er, at tá tunlarnir eru útgoldnir, verður ókeypis at koyra [...] hildnar. Nú stendur valið ímillum eina føroyska tunnilsloysn til Eysturoyar ella eina danska, dulda og óunniliga loysn. Føroyska loysnini tryggjar, at: - Vit byggja og fíggja tunnilin. - Vit áseta tun [...] tunnilsgjaldið. - Vit fáa vinningin (1-3 mia.kr.) - Vit ráða yvir samferðslukervinum. - Vit avgera samfelagsnyttuna av tunlinum. Dulda danska ætlanin hevur við sær, at: - Onnur (danir) byggja og fíggja tunnilin
ikki, hvar vit enda, um vit binda okkum at nýta sponsor-heiti. Tá kunnu vit lættliga standa í eini støðu, har allar deildir í ymsu ítróttargreinunum hava hvør sítt heiti, og tá fáa vit eitt problem, heldur [...] fyrsta umfari koma vit framvegis at skriva »Besta-deildin«. Men við nýggju avtaluni hava vit viðurkent rættin hjá ítróttinum at nýta slík nøvn. Fyri okkum er tó avgerandi, at tað framvegis eru redaktiónirnar [...] líkamikið, um tað eru ítróttarfeløg, politikkarar ella sponsorar, sum elva til trýst. Tað er ein prinsipiell støða, sum í okkara hugaheimi er ógvuliga týdningarmikil. Trupulleikin er jú eisini, at vit vita ikki
Vit vænta okkum fleiri gestir, nú vit hava fingið skeinkiloyvi. Vit hava fleiri ferðir upplivað, at fólk fara út aftur av matstovuni, tá tey frætta, at vit ikki hava skeinkiloyvi. Serliga um summarið, [...] vilja vit fegin varðveita, sigur Niclas Djurhuus, kokkur í Galluni. Umframt dagligu gestirnar á matstovuni, so eru tað nógv avbygdarfólk, sum ofta vitja inn á Hotel Tórshavn at fáa sær ein bita. Vit leggja [...] her, siga tey á Hotel Tórshavn. Bara tað at leysasøgur eru farnar at ganga um, at Hotel Tórshavn skuldi fáa skeinkiloyvi, hevur skapt økt virksemi. Vit hava longu fingið fleiri bíleggingar eisini til jólaborðhald
sum Tróndur í Gøtu gjørdi, vístu, at nøgdin av bæði makreli og sild var størri í ár enn í fjør. Nú eru tølini frá øllum skipunum sett saman, og hesi úrslitini vísa, at makrelurin stendur víða um í No [...] frá norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í Eysturgrønlendskan sjógv. Nøgdirnar eru tó ikki tær somu í øllum økinum, og er tað serliga í einum øki frá Norðsjónum norður um Føroyar og [...] og yvir móti norsku strondini. Hetta kemst einamest av, at eingir góðir árgangir av norðhavssild eru komnir undan síðani 2004, og at tann smáa sildin stendur vanliga nærri Barentshavinum, har hon veksur
2,4 prosent.
Í 2001 var skatturin umleið ein milliard. Síðani eru skattainntøkurnar vaksnar, uttan í 2009, tá í fíggjarkreppa var men nú er samlaði skatturin hjá kommununum næstan 1,6 milliardir. Úrslitið [...] - Eftir stórar íløgur í 2008 og fíggjarkreppu sær út til, at raksturin hjá kommununum er komin í eina støðuga legu. Tað sigur Hagstovan, sum hevur gjørt fíggjarligu støðuna hjá kommununum, upp. - Triðja [...] íløgur, og tað var 50 milliónir meira enn í 2011. Talan er um ein vøkstur á 3,3 prosent.
Síðan 2001 eru útreiðslurnar vaksnar javnt, tó við onkrum undantøkum. Serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008
ávara, um viðurskifti eru, ið krevja ábøtur við serligum atliti til fíggjargeiran, skriva tey. Tey halda, at eingin av teimum grundgevingum, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er komin við í málinum, hava [...] ætlan landsstýrismansins at umskipa stovnar og virksemi undir Fíggjarmálaráðnum. Meirilutin heldur, at nú málið hevur ligið í so leingi í tinginum, eigur landsstýrismaðurin at fáa longri tíð at fremja umskipanina [...] hava víst seg at vera undirbygdar. Allar eru hinvegin afturvístar, og eftir stendur, at verður málið framt sum landsstýrismaðurin vil, verður tað til skaða fyri føroyska samfelagið, vísa tey á. Minnilutin
ella bronsu, sum gevur rætt til at kappast í Europa League komandi ár. Teir eru fýra stig frammanfyri KR nú bert tveir dystir eru eftir at spæla í pepsideildini. Sunnudagin spælir FH á útivølli ímóti Víkingi [...] Nielsen royndi at rudda bóltin burtur, men spældi bóltin til Igor Jugovic, sum gagnnýtti, at Gunnar var komin langt úr málinum hjá sær, og sendi bóltin uppum Gunnar og í málið. Matija Dvornekovic javnaði fyri [...] útivølli ímóti Breiðablik. Liðið hjá René Shaki Joensen, Grindavík spælir á útivølli ímóti KA. Valur eru staðfestir íslendskir meistarar 2017. Støðan: 1 Valur 20 13 5 2 37:16 44 2 Stjarnan 20 9 8 3 44:23
Undantaksloyvið hjá Másanum gekk út í august mánað og varð ikki longt. Tískil er tað nú Sildberin, sum røkir siglingina út í Svínoy og Fugloy. Men norðoyingar lata illa at Sildberanum, og vilja hava Rituna [...] skipini fyri liggur í fíggjarnevndini til viðgerðar, og áðrenn játtanin er samtykt í løgtinginum, eru pengar ikki tøkir til umvælingarnar, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum. Hann roknar við [...] við, at tað fara at ganga einir tveir mánaðir frá tí at eykajáttanin er samtykt, til skipini eru klár at seta inn á Nólsoyarleiðina og á Fugloyar- og Svínoyarleiðirnar. - Soleiðis sum tað sær út í løtuni
sum er málað úti, haldi eg, smílist listamaðurin. Nú Pól Skarðenni hevur framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, gleðir hann seg at hitta tey vitjandi. Hetta eru nevniliga ofta fólk, sum eiga onkra av hansara myndum [...] Árnafirði, eitt reytt neyst í Miðvági, ein ávís gøta við Gjógv. Nógvir av málingunum hjá Pól Skarðenni eru ikki bara bundnir at eini ávísari føroyskari bygd. Oftast tykist myndin eisini at savna ein heilt serligan [...] tvørturímóti. - Umbindu málningarnir leiða meg oftast fram á støð og myndevni, sum eg neyvan var komin í tankar um sjálvur. Ofta leiti eg aftur til hesi støðini seinni, tí tey hava givið mær nýggj hugskot