Gunnar og FH taptu aftur ímóti Fjølnir

Ósigurin hjá FH kom eisini illa við hjá ÍBV í niðurflytingarstríðnum

Gunnar Nielsen vardi málið hjá FH, tá hann og liðfelagarnir spældu ein útsettan dyst í íslendsku pepsideildini á útivølli ímóti Fjølnir.

 

Fyri aðru ferð í ár tapti FH ímóti Fjølnir. Fjølnir vann eins og í fyrra dystinum fyrr í ár 2-1 yvir FH. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Igor Jugovic legði Fjølnir á odda 1-0, tá 52 minuttir vóru farnir. Gunnar Nielsen royndi at rudda bóltin burtur, men spældi bóltin til Igor Jugovic, sum gagnnýtti, at Gunnar var komin langt úr málinum hjá sær, og sendi bóltin uppum Gunnar og í málið. 

 

Matija Dvornekovic javnaði fyri FH, tá 74 minuttir vóru farnir, Tveir minuttir seinni kravdu spælararnir hjá Fjølnir Gunnar Nielsen vístan av vølli, tá hann feldi Birnir Snær Ingason uttanfyri brotsteigin hjá FH, men Gunnar slapp við einum gulum korti. Morgunblaðið skrivar, at Gunnar Nielsen, sum vanliga er sera tryggur var ikki sær sjálvum líkur í kvøld.

 

FH hevði við einum sigri í kvøld kunnað vissað sær eitt Europa League pláss, men ístaðin var tað Fjølnir, sum vann trý týdningarmikil stig í niðurflytingarstríðnum. Aftaná eitt hornaspark lá Igor Jugovic aftur framvið, og sendi bóltin upp í málhornið hjá Gunnari Nielsen. Hetta hendi stutt undan, at vanliga leiktíðin var farin. Igor Jugovic segði við Morgunblaðið aftaná dystin, at talan var um besta málið hann hevði skotið.

 

FH liggur tó væl fyri at vinna silvur ella bronsu, sum gevur rætt til at kappast í Europa League komandi ár. Teir eru fýra stig frammanfyri KR nú bert tveir dystir eru eftir at spæla í pepsideildini. 

 

Sunnudagin spælir FH á útivølli ímóti Víkingi Ólafsvík, sum liggur tvey stig aftanfyri ÍBV. ÍBV, sum hevur Jónas Tór Næs og Kaj Leo í Bartalsstovu á liðnum spælir á útivølli ímóti Breiðablik. Liðið hjá René Shaki Joensen, Grindavík spælir á útivølli ímóti KA. 

 

Valur eru staðfestir íslendskir meistarar 2017. 

 

Støðan:

 

1Valur20      13 5 2      37:16  44
2Stjarnan2098344:2335
3FH2097432:2334
4KR2086629:2630
5Grindavík2084828:3628
6KA2068635:2726
7Víkingur Reykjavík2075829:3226
8Breiðablik20731030:3324
9Fjølnir2066829:3624
10ÍBV20641027:3522
11Víkingur Ólafsvík20621223:4320
12Akranes20361128:4115