Áhugaverd alternativ ætlan

NÚ frættist, at klaksvíkingar enn einaferð ganga undan á vinnulívsøkinum. Hesaferð er talan um at taka stig at menna fiskivinnuna á sjónum. Felag í Klaksvík hevur júst gjørt avtalu við norðmenn um at keypa gamlan verksmiðjutrolara, sum eftir øllum at døma skal kynda nýtt lív í aftur gomlu ætlaninar at framleiða lidna vøru burtur úr uppisjóvarfiskasløgum á føroyskum øki.

Tað eru mong ár síðani, at líknandi royndir vórðu gjørdar við stórum og nútímans førum. Ynskið var tá at kunna troyta tær stóru nøgdir av fiski so sum svartkjafti til konsumendamál - heldur enn at allur hesin fiskurin fór til fiskamjøl. Men royndirnar miseydnaðust av ymsum orsøkum.


TAÐ er greitt, at stór perspektiv eru í hesum nýroyndum. Við hesum kunnu fyri tað fyrsta skapast nýggj arbeiðspláss. Harnæst troyta vit ein fiskastovn, sum er nóg stórur og sum vit í dag fyri tað mesta veiða til mjøl. Vit kunnu so eisini fáa nógv hægri prís fyri lidnu alternativu vøruna.


FØROYINGAR eru annars ikki vanir við at arbeiða umborð á verksmiðjutrolarum um okkara egnu leiðir. Nakað hevur verið tjakast um hetta, og hevur tað fingið rættiliga stóra mótstøðu frá fakfeløgunum hjá teimum, sum arbeiða á virkjunum á landi. Hesi bera ótta fyri, at nógv arbeiðspláss fara fyri skeyti. Men her hevur kanska serstakliga verið hugsað um botnfisk. Nú verður so farið eftir fiski, sum matvøruvirkini á landi ikki gera nógv burtur úr. Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur við blaðið í gjár, at tað er hol í høvdið at flyta arbeiðsplássini av landi út á hav. Hesum eru vit ikki ósamd í, men er talan um at skapa alternativ og at troyta nakað, sum ikki flytur arbeiðspláss av landi, so er hetta nakað, sum eigur at roynast. Eftir okkara tykki eiga vit at viðgera svartkjaft, sild ol. fiskasløg bæði á landi og á sjónum.Men fyritreytin fyri hesum er sjálvandi, at hetta er nakað sum ber seg.


VIT kunnu bert vóna, at stigtakararnir til hesa verkætlan fáa eina góða byrjan, og at teir veruliga hava treytað sær, at marknaður er fyri vøruna - og at teir ikki endurtaka somu mistøk sum vit fyrr hava gjørt. Eingin ivi er um, at mong eygu fara at fylgja teimum, og tey eru helst eisini mong, sum fegnast um, at fiskasløg sum svartkjaftur, lodna, makrelur og sild heldur verða góðskað víðari til dýra matvøru enn til guano. Tað ger so eisini, at okkum nýtist ikki at hugsa í nøgd á sama hátt. Harfyri er ikki sagt, at okkum ikki eisini tørvar at veiða uppisjóvarfisk til mjølframleiðslu. Men í tann mun tað ber til og marknaður er fyri at brúka fiskin til matvøru eigur hetta at verða gjørt. Sjálvandi brúkar tú hann eisini til matvøru óbeinleiðis, tá hann fer til alifóður, men tað er gott at hava fleiri bein at standa á. Og eisini tá talan er um at kunna arbeiða hann bæði á sjónum og á landi. Tí ynskja vit klaksvíkingum góða eydnu við hesi royndini.