Mugu føla okkum fram

Hóast nýggja avtalan um sendirættindi staðfestir, at Kringvarpið viðurkennir nøvn á ískoytisveitarum, so merkir hetta ikki, at sponsor-heiti á nakran hátt verða kroystar yvir redaktiónirnar.
Spurdur beinleiðis, hvørt Sjónvarpið í komandi 3-2 sending fór at skriva »Sunset-kappingin« og »Atlantic Airways-kappingin« á skíggjan, svaraði Øssur Winthereig, tíðindaleiðari, at tað fóru tey ikki.
 Í fyrsta umfari koma vit framvegis at skriva »Besta-deildin«. Men við nýggju avtaluni hava vit viðurkent rættin hjá ítróttinum at nýta slík nøvn.
 Fyri okkum er tó avgerandi, at tað framvegis eru redaktiónirnar, sum gera av, hvat verður sagt og víst í sendingunum. Og tá er altso líkamikið, um tað eru ítróttarfeløg, politikkarar ella sponsorar, sum elva til trýst. Tað er ein prinsipiell støða, sum í okkara hugaheimi er ógvuliga týdningarmikil.
 Trupulleikin er jú eisini, at vit vita ikki, hvar vit enda, um vit binda okkum at nýta sponsor-heiti. Tá kunnu vit lættliga standa í eini støðu, har allar deildir í ymsu ítróttargreinunum hava hvør sítt heiti, og tá fáa vit eitt problem, heldur hann.
Øssur leggur tó samstundis dent á, at hetta komandi árið skal nýtast sum eitt slag av royndarári.
 Í londunum kring okkum eru sum so ikki nakrar greiðar reglur fyri, hvussu slíkar avtalur verða viðgjørdar. Nú kann væl verða, at hondbóltskappingin í onkrum føri verður rópt Sunset-kappingin og onkra tíð okkurt annað. Tað er jú ymiskt, hvussu náttúrlig slík heiti fella. Bæði viðvíkjandi heitinum sjálvum og viðvíkjandi tí, sum sigur frá. Tað er millum annað tað, sum hetta komandi árið skal nýtast til at finna útav, staðfestir Øssur Winthereig at enda.