Undantaksloyvið hjá Másanum gekk út í august mánað og varð ikki longt. Tískil er tað nú Sildberin, sum røkir siglingina út í Svínoy og Fugloy.
Men norðoyingar lata illa at Sildberanum, og vilja hava Rituna setta í sigling skjótast gjørligt. Men teir mugu so bíða eina tíð aftrat.
- Tað verður í hvussu er ikki til 1. oktober, at Ternan og Ritan verða settar inn í nýggju ruturnar. Umsóknin um eykajáttan at umvæla skipini fyri liggur í fíggjarnevndini til viðgerðar, og áðrenn játtanin er samtykt í løgtinginum, eru pengar ikki tøkir til umvælingarnar, sigur Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum.
Hann roknar við, at tað fara at ganga einir tveir mánaðir frá tí at eykajáttanin er samtykt, til skipini eru klár at seta inn á Nólsoyarleiðina og á Fugloyar- og Svínoyarleiðirnar.
- Soleiðis sum tað sær út í løtuni vænti eg neyvan, at Ternan og Ritan verða settar í nýggju ruturnar fyrr enn í desember ella januar, sigur Jóhan Dahl.
Ferjulega
Eitt anað mál, sum má loysast, áðrenn Ternan kan setast í sigling um Nólsoyarfjørð, er spurningurin um atløgupláss í Nólsoy.
Strandferðslan hevur verið í Nólsoy saman við Tórshavnar Havn at kanna viðurskiftini, og sum skilst eru samráðingar í gongd millum partarnar um, hvussu málið við ferjuleguni skal loysast.
- Tórshavnar Havn hevur víst ein positivan vilja í málinum um ferjulegu, so eg vænti, at tann spurningurin verður loystur í samráðingum millum Tórshavnar Havn og Strandferðsluna, sigur Jóhan Dahl.
Hvussu leingi tað er at seta eina ferjulegu upp ber illa til at siga, men sum skilst eigur landið eina ferjulegu, sum ikki verður nýtt í løtuni, og tí rímiliga lættliga kann takast niður og setast jupp aftur í Nólsoy.
Og tað verður neyðugt at fáa ferjulegu í Nólsoy, tí tað er langt frá haldbært at leggja reyvina at bryggjuni sum er. Tað gongur bara í bestu líkindum.
Nýtt skip í pakkanum
Nógv hevur verið tosað um nýtt skip á Nólsoyarleiðini, og Jóhan Dahl hevur áður úttala seg um møguleikan fyri, at eitt nýtt skip verður bygt innan fyri rímiliga tíð.
- Alt er sjálvandi tengt at játtanini á fíggjarlógini, men eitt nýtt skip er við í samlaða pakkanum til fíggjarlóg fyri komandi ár, sigur landsstýrismaðurin.
Tað er av serligu játtanini upp á 100 milliónir krónur til arbeiðsskapandi tiltøk, at nýggja Nólsoyarskipið skal fíggjast.
Projekteringin av nýggjum skipi er mest sum liðug, og tað er longu rúm tíð gingin, síðani Strandferðslan presenteraði nýggja skipið fyri nólsoyigum. Nýggja Ritan krevur eisini eina ferjulegu, so hon má koma undir øllum umstøðum.
Alt er sum nevnt tengt at fíggingini, og áðrenn hon er komin upp á pláss mugu nólsoyingar brynja seg við toli.










