Álitið um Landsbankan: Meirilutin mælir til avtøku

Meirilutin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen, taka undir við ætlanini at avtaka Landsbanka Føroya.

Í álitinum grundgeva teir ikki fyri, hví teir taka undir við uppskotinum. Teir mæla bara til, at umleggingin verður framd tann 1. apríl næsta ár, og ikki tann 1. januar, sum upprunaliga ætlað.

- Meirilutin tekur undir við ætlan landsstýrismansins at umskipa stovnar og virksemi undir Fíggjarmálaráðnum. Meirilutin heldur, at nú málið hevur ligið í so leingi í tinginum, eigur landsstýrismaðurin at fáa longri tíð at fremja umskipanina, skriva teir um avtøku Landsbankans í álitinum.

Andstøðan mælir staðiliga frá

Uppskotið hjá Jørgeni Niclasen at umskipa Landsbanka Føroya hevur elvt til drúgt orðaskifti, har serliga andstøðan hevur funnist harðliga at ætlanini. Minnilutin í fíggjarnevndini, Kristina Háfoss, Eyðgunn Samuelsen og Aksel V. Johannesen, taka heldur ikki undir við avtøku av Landsbanka Føroya.

Á sjey telduskrivaðum síðum grundgeva tey fyri sínum.

Tey vísa á, at øll lond hava styrkt munandi um sítt fíggjareftirlit og sínar tjóðbankar, ella stovnum, sum líkjast tjóðbankum. Føroyar skulu somuleiðis styrkja tann einasta óhefta tjóðarbúskaparliga stovnin, skriva tey í álitinum.

- Hetta fyri at tryggja óhefta og framkomna almenna gjaldførisumsiting, og fyri at menna eitt enn betri tjóðarbúskaparligt eftirlit, ið støðugt kann meta um, ráðgeva og ávara, um viðurskifti eru, ið krevja ábøtur – við serligum atliti til fíggjargeiran, skriva tey.

Tey halda, at eingin av teimum grundgevingum, ið landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er komin við í málinum, hava víst seg at vera undirbygdar. Allar eru hinvegin afturvístar, og eftir stendur, at verður málið framt sum landsstýrismaðurin vil, verður tað til skaða fyri føroyska samfelagið, vísa tey á.

Minnilutin heldur somuleiðis, at málið varð lagt ófyrireikað fyri Løgtingið, og uttan at hava verið til hoyringar. Einasta frágreiðingin, sum var við í uppskotinum, er sjey ára gomul, frá 2005, sum varð skrivað av einum fólki við tøttum tilknýti til føroysku peningastovnarnar. Allir partar hava eisini mælt frá at samtykkja uppskotið, undantikið felagið peningastovnar.

- Tað mest ræðandi er, at tað eru tveir persónar, ið ynskja at avtaka henda grundleggjandi stovnin fyri samfelagið, og at ein heil samgonga sær út til at lata seg trýsta til at ganga teirra ynskum á møti. Hetta hóast allar ávaringarlampur lýsa og allir hoyringspartar, uttan felagið peningastovnar, mæla frá.

- Skulu so stórar broytingar fremjast, sum at avtaka einasta óhefta tjóðarbúskaparfrøðiliga stovn í Føroyum, sum tekur sær av týðandi samfelagsuppgávum, má í minsta lagi verða gjørd ein dagførd lýsing av fyrimunum og vansum, so greitt er, hvør avleiðingin er av broytingini, skrivar minnilutin í áltinum.

LES ÁLITIÐ HJÁ FÍGGJARNEVNDINI HER

LES UPPSKOTIÐ HJÁ LANDSSTÝRISMANNINUM HER

LES HOYRINGSSKRIVINI HER