Kommunurnar havt avlop í trý ár rað

Fíggjarliga liggja føroysku kommunurnar í eini støðugari legu og tær hava nú havt avlop í trý ár ár rað

- Eftir stórar íløgur í 2008 og fíggjarkreppu sær út til, at raksturin hjá kommununum er komin í eina støðuga legu.

 

Tað sigur Hagstovan, sum hevur gjørt fíggjarligu støðuna hjá kommununum, upp.

 

- Triðja árið á rað høvdu kommunurnar samanlagt eitt lítið avlop, og bæði rakstur, íløgur og inntøkur vuksu hóvliga.

 

- Í 2012 brúktu kommunurnar 1,5 milliardir til rakstur og íløgur, og tað var 50 milliónir meira enn í 2011.

 

Talan er um ein vøkstur á 3,3 prosent. 


 

Síðan 2001 eru útreiðslurnar vaksnar javnt, tó við onkrum undantøkum. Serliga væl síggjast stóru útreiðslurnar í 2008 og fallið í 2009.

 

- Í 2008 gjørdu kommunurnar óvanliga nógvar íløgur. Árið eftir, í 2009, fullu rakstrar- og íløguútreiðslurnar 300 milliónir, sum er ein minking á 16 prosent.

 

- Síðan 2010 eru útreiðslurnar vaksnar 100 milliónir krónur.

 


Skattainntøkurnar hjá kommununum í 2012 vóru 1.570 milliónir krónur og tað vóru 36 milliónir meira enn í 2011, ella 2,4 prosent. 


 

Í 2001 var skatturin umleið ein milliard. Síðani eru skattainntøkurnar vaksnar, uttan í 2009, tá í fíggjarkreppa var men nú er samlaði skatturin hjá kommununum næstan 1,6 milliardir.

 

Úrslitið hjá kommunum í 2012 var 32 milliónir krónur og hetta er nakað tað sama sum undanfarnu tvey árini.

 


Fyrst í øldini høvdu kommunurnar sum heild stórt yvirskot, sum bleiv brúkt til at rinda niður skuld. Tá kommunurnar gjørdu stóru íløgurnar í 2007 og 2008, var stórt undirskot, sum varð fíggjað við lántøku. Tilsamans er skuldin hjá kommununum tó ikki so stór, at tað er neyðugt at hava stór avlop í løtuni.

 

Í 2006 vóru kommunurnar undir einum at kalla skuldarfríar. Hetta sæst við, at bæði rentuútreiðslurnar og nettoskuldin vóru í botni.

 

Men fyri at fíggja íløgur, vaks skuldin til 740 milliónir í 2009. Nettoskuldin stóð nærum í stað frá 2009 til 2011, men minkaði 125 milliónir í 2012.

 

Tað var ikki tí, at kommunurnar rindaðu aftur, men heldur tí at tær hava lagt meira pening í kassan í fjør, sigur hagstovan.

 

Hóast kommunurnar ikki hava rindað skuldina aftur í stórum síðan 2009, er lutfallið millum nettoskuldina og skattin tó fallið heilt fitt.

 

Í 2009 høvdu tær eina nettoskuld, sum var eini 55 prosent av skattainntøkunum, og í 2012 var hetta fallið niður í 39 prosent.

 

Orsøkin er í høvuðsheitum, at skattainntøkan veksur.

 

Hvør sær er støðan hjá kommununum tó ymisk, nakrar noyðast at hava yvirskot fyri at rinda niður skuld, aðrar hava undirskot, tí tær gera íløgur og so framvegis, sigur Hagstovan.