fram, eisini at Birgit í mong ár hevur vitjað fólk, sum á ein ella annan hátt vóru illa fyri. Birgit hevur sungið, lisið Guds orð, biðið og harvið veitt troyst og gleði til mong. Tað var rørandi at hoyra [...] klaverið og sang sangin ”Góða mamma tú, ið lívið gav mær”. Nógv vóru rósandi orðini um Birgit sum góð kona, mamma og omma. Birgit viðmerkir: ”Eingin æra til mín; øll æra til Harran!”. Av tí at talurnar vóru [...] eitthvørt. Ymiskar vitjanir úr Ísrael, sum Birgit hevur tikið hond um og víst blíðskap. Síggi teg fyri mær, við kaffikannuni og onkrum góðum á borðinum til ymisku fundirnar í tykkara stovu. Í 1. Mós. 12:3a
endiliga lættari at liva fyri tað. Tað eru onnur ting, sum gera tað av. Tá tú upplivir sorg, so hugsar tú eisini, hvat hetta hevur at siga. Men eg eri glað fyri, at eg tók hetta stigið, og eg havi ikki angrað [...] hon hevur tapt seg 50 kilo, og vit kunnu í øllum førum staðfesta, at góða lagið er ikki farið sama veg sum vektin. Fyri fyrstu ferð í sínum lívi hevur Guðrun við Rættará eina vanliga vekt. Hon hevur annars [...] út av, hvat eg kundi og ikki kundi, sigur Guðrun. - Gastric bypass operatiónin ger, at tað er fysiskt ógjørligt at stappa mat í seg. Tú verður illa fyri, maturin fer bara beint ígjøgnum kroppin, tú kanst
kommuna hevur sett niður ein vakstrarbólk, sum helst fer at koma við nøkrum boðum uppá, hvussu til ber at venda rákinum í Klaksvík. Kommunan eigur rós uppiborið fyri hetta átak. Kommunan hevur verið so [...] Klaksvíkina. Býurin hevur ein veruligan møguleika at lokka fleiri av sínum býarbørnum heimaaftur í komandi árum, tí at skifta starv kann eisini vera eitt gott høvi at skifta stað, og skalt tú skifta, er kanska [...] uppeftir aftur. Norðoyatunnilin kann vera ein orsøk til tess. – Nú tosa vit altíð um eldrabylgjuna sum nakað negativt, men vit mugu eisini minnast til at frøast um, at tað, at vit verða fleiri eldri, ivaleyst
óansæð um tú ert føroyingur ella afrikanari og um tú trýrt uppá Guð ella ikki. Tað haldi eg, at nógvir føroyingar kundu lært nógv av - hetta at virða, at fólk kunnu halda og trúgva nakað annað enn tú sjálvur [...] multi-kulturellum býi fyri at lært, at okkara húðarlitur, trúgv ella seksuella sannføring ikki avger, um vit eru eitt gott ella ringt menniskja. - Tá eg hoyri um, at summi ikki fara til konsert hjá Elton John [...] gjørt konsulent arbeiði fyri Sendistovuna - fram til 1. januar, tá ið hann flutti heim til Føroya. Føroyingar mugu læra av øðrum Fyri Jákup Dahl hevur tað verið hugtakandi at uppliva eina øðrvísi mentan, ein
ómøguligar vegleiðingar um, hvussu tú varðveitir tína góðu heilsu, hevur tú hana, ella vinnur hana aftur, hevur tú mist hana í lívsstílssæluni, ella hvussu tú fært hana, hevur tú ongantíð havt hana, ta góðu heilsuna [...] ófør inntøkukelda hjá teimum, sum selja heimaráðini. Ella eina bøn ella báðar tvær. Fyri eina tíggjund frá tær biðja vit krabban hjá tær í hel. Ella kom á skeið. Lær at hugsa positivt fyri 4.000 kr. um [...] sum hava brúk fyri teimum. Og arbeiðsleys ella óarbeiðsfør hava annað at hugsa um enn at gera fimleik og kóka havragreyt allan dagin. Tí hvørja ferð, eg lesi ella hoyri um alt hetta nógva, sum skal vera
frá eini støðu til eina aðra. Er tú í transithøllini í eini floghavn merkir hetta, at tú ert í gongunum, ið leiða teg frá einum flogfari til tað næsta. Hvussu flytur ein seg frá einum til nakað annað? Har [...] at eg havi ikki langt eftir.? Úr vestri til eystur. Frá sólsetri til sólarris. Frá óveruleika til veruleika. Frá stríði til at geva seg yvir. Frá deyðanum til lívið. Teir klientar og sjúklingar, sum eg [...] uttanmun til um tað snýr seg um broytingartíðir í lívinum ella tað snýr seg um at hjálpa fólki yvir um frá deyða til lív við verðsliga lívsendan. Ann Madsen hevur gjørt nógvar ferðir út í heim til Ný Sæland
Hvussu eitur tú? Sunva Eysturoy Lassen Aldur? 33 ár Hvaðani ert tú? Úr Havn Hvat hevur tú lisið? Bachelor of Arts (BA): Professional Photography Hvar hevur tú lisið? Á Brooks Institute of Photography í [...] Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Tað er so kul at búgva har, tí møguleikarnir eru so nógvir. USA hevur alt, sum tú kundi hugsað tær. Tað er ein tími at koyra til LA, 4 tímar til Mexico, 3 tímar til Las Vegas [...] glað fyri. Fyrimunir við at lesa har tú vart? Tú verður tikin inn í eina verð, har tú ikki hevur nakað Føroyahús, kristnastovu ella føroyskar grannar at styðja teg til. Vit høvdu bara amerikanskar vinir
ráð tá tú spyrt um hjálp: Jú fleiri upplýsingar tú letur, jú lættari er tað at finna júst røttu útbúgvingina til tín. Greið frá um bakkgundina, hvørjar próvtøkur tú hevur, hvørji próvtøl tú hevur, hvar [...] hvar tú ynskir at sleppa, nær tú vilt undir útbúgvingina og hvat tú vilt. (mynd av Holger Arnbjerg) ------------- Í ein kassa: Hentar heimasíður: Kunning til føroyingar, ið ætla sær uttanlands at lesa: Altjóða [...] eydna@sosialurin.fo Mynd Àlvur Haraldsen Vilt tú út í heim at lesa? Á Setrið? Gerast lærlingur? Mást tú supplera, fyri at sleppa víðari? Og ivast tú í, júst hvussu tú skalt bera teg at? Spyr so á ASK. - Fólk
Hvussu eitur tú? Mirjam Absalonsen Aldur? 26 Hvaðani ert tú? Tórshavn Hvat lesur tú ?(hvussu langt ert tú komin?) Eg lesi til lærara á 6. semestri í Keypmannahavn á Metropol læreruddannelserne. Verði væntandi [...] væntandi liðug summarið 2012. Hvar hevur tú verið í stravsvenjing? Í fjør var eg í starvsvenjing í Sao Paulo, Brasilia í 3 vikur. Hvussu kanst tú lýsa skúlan/undirvísingina? Skúlin var ein av dýrastu [...] var eg bara noydd at góðtaka tað. Vansar við at lesa har tú vart? Áðrenn eg kom til Brasil, dugdi eg ikki eitt orð á portugisiskum, og tað førdi til nógvar "frustrationir" í handlum, matstovum osfr. Eitt
Hvussu eitur tú? Maria Meinhardsdóttir Jakobsen Aldur? 25 ár Hvaðani ert tú? Úr Søldarfirði Hvat lesur tú? Eg gangi á fyrsta ári á læknaskúla. Amerikanska skúlasystemið krevur fyrst fýra ár av bachelor [...] (lestur+sergrein) skalt tú søkja um danska autorisatión frá Sundhedsstyrelsen. Eftirsum tú ert útbúgvin í einum 3. heimslandi skal tú fylgja reglum fyri 3. heimslond. Hesar reglur merkja, at tú fyrst mást søkja [...] serskild útbúgving frá læknaútbúgvingini. Um tú vilt spyrja Mariu meiri um skúlan ella um at lesa í Karibia, kanst tú senda henni t-post á: mariameinj@gmail.com ella meimar@sgu.edu