Ein søga er um onglendingar og japanarar, sum møtast á eini ráðstevnu. Onglendingarnir arga japanararnar við, at teir gera altíð forsagnir um framtíðina, men at forsagnirnar ganga ongantíð út. Tá flenna japanararnir hjartaliga og siga, at soleiðis kunnu bara ítøkiligir onglendingar tosa. Forsagnir verða ikki gjørdar fyri, at tær skulu ganga út. Tær verða gjørdar fyri at skilja, hvussu støðan er nú, og er støðan álvarslig, má kósin broytast, so forsøgnan ikki endar sum ein beiskur veruleiki seinni.
Johnny í Grótinum hevði fylt sær lummarnar við bæði tølum og forsagnum, tá hann í farnu viku helt fyrilestur í Ósáskúlanum um fólkasamansetingina í Klaksvík og landinum annars. Høvið var, at Torradagar vóru í Klaksvík, og upprunaliga skuldi fyrilesturin haldast á Klaksvíkar Bókasavni, men búskaparfrøðingurin og bankamaðurin hevði prýtt sín fyrilestur við eini so provokerandi yvirskrift, at bæði maður og kvinnu fóru av húsum at lurta. Var tað so galið, at avtofting var í durunum, og at ljósið skuldi sløkkjast?
Hagølini tala
So galið var tað ikki, men Johnny í Grótinum greiddi við hagtølum frá, at gongdin í fólkasamansetingini í Klaksvík seinastu 20 árini hevur verið skeiv. Hann vísti á, at síðan 1990 er talið á fólki yvir 67 ár økt 33 prosent, meðan talið á fólki í arbeiðsførum aldri millum 16 og 67 ár er minkað 8 prosent. Í 1990 vóru 479 fólk yvir 67 ár í Klaksvík. Í 2010 vóru tey 637. Talið á fólki í arbeiðsførum aldri millum 16 og 67 ár var 3160 í 1990 og 2922 í 2010. Gongdin er sostatt ikki at fara skeiv av. Tey eldru fjølgast, og hini fækka.
– Sjálvur flutti eg úr Klaksvík í 1995, tá eg fór undir hægri lestur uttanlands. Í hagtølunum havi eg so eisini hugt at gongdini í mínum egna ættarliði við at hyggja at íbúgvaratalinum í aldursbólkinum 10-20 ár í 1990, 20-30 ár í 2000 og 30-40 ár í 2010. Her vísa tølini, at í Klaksvík búgva 30 prosent færri í aldursbólkinum 30-40 ár í dag, enn vit vóru í aldursbólkinum 10-20 ár í 1990. Greitt er, at hesi tølini eru ein avbjóðing, men eg vísti so eisini á, at handan tølini eru fleiri góðar søgur um væl eydnaðar karrierur hjá klaksvíkingum uttanlands, sigur Johnny í Grótinum.
Veruleikin er, sigur hann, at fleiri klaksvíkingar standa seg væl úti í stóru verð, sum við alheimsgerðingini er vorðin ein stórur arbeiðsmarknaður. Todi Jónsson í Danmark er eitt dømi. Eitt annað dømi er Jan Ziskasen í USA. Hann er KT-stjóri í størstu matvørufyritøkuni í heiminum, Kraft Foods. Ein tílík avbjóðing finst hvørki í Klaksvík, Havn ella aðrastaðni í Føroyum. Johnny í Grótinum nevndi eisini Boga Andreassen, klaksvíkingin, ið endaði sum varaborgarstjóri í Havn. Og aðrir fráfluttir klaksvíkingar vórðu nevndir.
– Fráflyting er ein trupulleiki, um fólk ikki koma aftur, men aftrat tí, at alheimsgerðingin fær fólk at flyta burtur, síggja vit so eisini í dag, at fólk skifta nógv oftari starv, enn tey gjørdu fyrr. Júst hetta kann vera ein fyrimunur fyri ein bý sum Klaksvíkina. Býurin hevur ein veruligan møguleika at lokka fleiri av sínum býarbørnum heimaaftur í komandi árum, tí at skifta starv kann eisini vera eitt gott høvi at skifta stað, og skalt tú skifta, er kanska ikki so galið at sleppa heim, sigur Johnny í Grótinum.
Hann vísti eisini á, at fólkasamansetingin í restini av Føroyum hevur verið øðrvísi enn í Klaksvík síðan 1990. Talið á fólki yvir 67 ár er økt 26 prosent í restini av landinum seinastu 20 árini, úr 4.357 upp í 5.470 fólk. Talið á fólki millum 16 og 67 ár er eisini vaksið, úr 25.688 upp í 26.883 fólk, ið svarar til 5 prosent. Ein uggi er tó at finna í tølunum fyri Klaksvíkina, um tey verða pettað eitt sindur sundur, tí verður hugt at gongdini har bara seinastu 10 árini, so kvinkar talið á fólki í arbeiðsførum aldri uppeftir aftur. Norðoyatunnilin kann vera ein orsøk til tess.
– Nú tosa vit altíð um eldrabylgjuna sum nakað negativt, men vit mugu eisini minnast til at frøast um, at tað, at vit verða fleiri eldri, ivaleyst stendst av betri livihátti og heilsurøkt. Sambært hagtølum hjá Hagstovuni varð í 1975 roknað við einum áramáli upp á 12 ár sum pensjónistur. Við teirri gongd, sum vit síggja nú, verður í 2050 roknað við einum áramáli upp á 20 ár sum pensjónistur, um pensjónsaldurin framvegis verður 67 ár. At vit liva longri, er sjálvandi ikki nakar trupulleiki, men tað skapar nakrar avbjóðingar, sigur Johnny í Grótinum.
Kanna vakstrarmøguleikar
Í dag eru sum nevnt 637 fólk eldri enn 67 ár í Klaksvíkar kommunu. Varisliga mett kann væntast, at 1200 fólk eldri enn 67 ár verða í býnum í 2050, vísir Johnny í Grótinum á. Tá roknað verður við samstundis, at talið á fólki í arbeiðsførum aldri verður óbroytt ella minkar, er avbjóðingin jú, hvør skal bera tyngdu byrðarnar. Forsagnirnar um alt hetta, ikki bara í Klaksvík, men í øllum í Føroyum, eiga at fáa øll at rakna við og ásanna, at framtíðin kemur ikki av sær sjálvari, heldur hann. Framtíðin má skapast, og forsagnirnar kunnu vísa kósina.
– Klaksvíkar kommuna hevur sett niður ein vakstrarbólk, sum helst fer at koma við nøkrum boðum uppá, hvussu til ber at venda rákinum í Klaksvík. Kommunan eigur rós uppiborið fyri hetta átak. Kommunan hevur verið so framsøkin at seta ein vinnusálarfrøðing at kanna ymsu málbólkarnar fyri at bøta um umdømið hjá býnum. Klaksvíkar kommuna ynskir sær fleiri borgarar, og tí hevur hon ásannað, at hon má kenna ynskini hjá møguligum tilflytarum og afturflytarum, og hetta er avgjørt eitt stig á rættari leið. Hetta er framsíggið, sigur Johnny í Grótinum.
Hann fegnaðist um góðu uppmøtingina, tá hann helt fyrilesturin í Klaksvík, og orðaskiftið eftir framløguna var eisini gott og lívligt. M.a. kom ein elektrikari til hansara og segði, at ongum nýttist at hugsa um at sløkkja ljósið, um so var, at alt fólkið fór at flyta, tí el-skipanin er soleiðis skrúvað saman, at hon slóknar sjálv. Hetta fekk sjálvandi allar láturvøddar at danda, og tann ófrættakenda yvirskriftin, »Tann seinasti pensjónisturin sløkkir,« ljóðaði ikki so álvarslig eina løtu. Johnny í Grótinum dregur saman um upplivingina á Torradøgunum:
– Góða uppmøtingin og upplivingin eftir fyrilesturin váttaðu fyri mær, at tað eri ikki bara eg, sum eri góður við mín heimbý og ynski at skapa eina bjarta framtíð fyri bæði kommununa og landið. Fyri meg hevur tað týdning, at vit í kjakinum um at skapa vøkstur taka støði í faktuellum tølum um gongdina higartil og útlitunum fyri fólkavøkstri í framtíðini. Bara á tann hátt kunnu vit fáa eitt væl grundað kjak um tey rák, sum vísa seg, og hvat vit sum samfelag kunnu gera við tey, sigur hann.










