Allir fjølmiðlar við sunnari virðing fyri sær sjálvum, men ikki fyri lesarumlurtarumhyggjarum, leggja stóran dent á allar møguligar og ikki minst ómøguligar vegleiðingar um, hvussu tú varðveitir tína góðu heilsu, hevur tú hana, ella vinnur hana aftur, hevur tú mist hana í lívsstílssæluni, ella hvussu tú fært hana, hevur tú ongantíð havt hana, ta góðu heilsuna.
Soleiðis grava fjølmiðlarnir sína egnu djúpu og køldu og avgjørt ikki heilsufremjandi grøv, tí hvørjum skulu teir liva av, eru eingi sjúk, brekað, klikkað, hálvdeyð, steindeyð at siga søgurnar um?
Fjølmiðlarnir liva av neyð og elendigheit og kæra sína neyð.
Eingin vandi á ferð. Fyribyrging og góð heilsuráð rína ikki við hjá teimum, sum hava brúk fyri teimum. Og arbeiðsleys ella óarbeiðsfør hava annað at hugsa um enn at gera fimleik og kóka havragreyt allan dagin.
Tí hvørja ferð, eg lesi ella hoyri um alt hetta nógva, sum skal vera so øgiliga gott fyri heilsuna, er mín einfalda, mentalt heilsugóða, niðurstøða, at hatta er ikki fyri fólk, sum arbeiða. Nær skulu fólk, sum arbeiða, hava stundir til at fáa sær ein blund mitt um dagin, gera 700 venjingar klokkan 10.00 og 800 klokkan 15.00? Renna fjórðings maraton fyrrapart og hálvt seinnapart? Leita eftir matvørum, sum ikki eru eitraðar ella stytta lívið, í tveir dagar fyri hvønn dag, tú etur tær?
Og hví skal eingin gleði vera í frítíðini heldur. Drekka grønt te, sum smakkar sum súrhoyggj, og eta brokkoli, sum smakkar sum ein køstarenna luktar?
Havi onga staðni lisið ella hoyrt, at tað er heilsugott at arbeiða. Tvørturímóti gerast vit sjúk av arbeiðinum. Hetta er eitt dilemma, sum ikki krevur nakað svar.
Nú er allur hasin heilsugleðiboðskapurin ikki nakar næstrakærleiki, men bisniss, big bisniss.
Okkara lívstílssjúkur eru ein ófør inntøkukelda hjá teimum, sum selja heimaráðini. Ella eina bøn ella báðar tvær. Fyri eina tíggjund frá tær biðja vit krabban hjá tær í hel.
Ella kom á skeið. Lær at hugsa positivt fyri 4.000 kr. um dagin. Heilsan verður avroknað í krónum.
Hatta við, at ein snapsur um dagin er góður fyri heilsuna og tveir eru dupult so góðir, telur ikki rættiliga við her, hóast tey eru heimaráðini, sum virka best. Men tey kosta eisini eina hundans rúgvu, uttan so at snapsurin er heimagjørdur ella smuglaður.
Ella tvey gløs av reyðvíni um dagin. Segði nakar, hvussu stór, gløsini skulu vera? Hetta heilsufremjandi er jú so ekstremt.
Sjálvur havi eg eitt ástøði, eina teori, sum eg ikki hava sæð í nøkrum fjølmiðli fyrr enn nú. Men eg havi roynt hana sjálvur við góðum úrsliti.
Eg sigi, at tað er gott fyri heilsuna, ta fysisku, at fáa karm, hvørja ferð eg fari út í postkassan, gangi til arbeiðis ella heim frá arbeiði, ja, fari út fyri dyr yvirhøvur.
Brokkoli eitur spergilkál á føroyskum.
Og tað skal vera so øgiliga gott fyri heilsuna, at ótu vit øll spergilkál fimm ferðir um dagin, so var ikki brúk fyri sjúkrahúsunum, heldur ikki tí í Klaksvík.
Kanska nýggi finansministarin strikar meirvirðisgjaldið á brokkoli, nú vit hava kostár, og meðan vit bíða eftir nýggja politiska grindatilmælinum.
Kostár merkir ikki, at alt tað heilsugóða kostar minni. Tvørturímóti verður reyðvínið bara dýrari og dýrari.
Brokkoliblues
Kókaði mær eitt spergilkál
smakkurin hevði onga sál
men árini 110 eru mítt mál
gjørdi tí eitt rimmar vitaminhál.










