Ein heilsan til Birgit av Lofti

Ein megnar kvinna rundaði tey sjeyti tann 14. februar 2011.
Føðingardagurin varð hild­in á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin leygardagin 19. februar, har uml. 360 fólk vóru samankomin. Har var nógvur góður matur, góður sangur og nógvar góðar tal­ur.
Ymiskt kom fram, eisini at Birgit í mong ár hevur vitjað fólk, sum á ein ella annan hátt vóru illa fyri. Birgit hevur sungið, lisið Guds orð, biðið og harvið veitt troyst og gleði til mong.
Tað var rørandi at hoyra sonin, Petur, sum spældi eina­­standandi á klaverið og sang sangin ”Góða mamma tú, ið lívið gav mær”. Nógv vóru rósandi orðini um Birgit sum góð kona, mamma og omma.
Birgit viðmerkir: ”Eingin æra til mín; øll æra til Harr­an!”.
Av tí at talurnar vóru so nógvar, fekk eg ikki sagt tað, sum lá mær á hjartað. Eg fari við hesi heilsan at takka tykkum, Birgit og Svenning, fyri tann stóra leiklut tit hava í Føroyum viðvíkjandi Ísrael. Svenning sigur, at tað hevði ikki verið gjørligt hjá honum at útint Harrans verk, bæði at ferðast runt í Føroyum og allar túrarnar til Ísrael (uml 40 í tali) um ikki Birgit stóð so trúgv saman við sær í bøn og í tí praktiska. Hugsi um allar tær ferðir, ið telefonin ringir um eitthvørt. Ymiskar vitjanir úr Ísrael, sum Birgit hevur tikið hond um og víst blíðskap. Síggi teg fyri mær, við kaffikannuni og onkrum góðum á borðinum til ymisku fundirnar í tykkara stovu. Í 1. Mós. 12:3a stendur, at tann, sum signar Ísrael skal Harrin signa. Tit bæði, Birgit og Svenning, hava signað Ísrael og eru signað av Harranum. Eisini hava vit sæð hvussu signingin hevur spreitt seg sum ringar í sjónum, við at tit hava signa føroyingar og jødar við tykkara kærleika.
Enn einaferð hjartaliga tillukku við føðingardegnum Birgit. Vit eru mong sum ynskja tær og Svenning Guds ríku signing framyvir.

Shalom
--------------
Ása Lützen