Fylg dreyminum - ikki streyminum

Bogi Bech Jensen

Hvussu eitur tú? Bogi Bech Jensen
Aldur? 33 ár
Hvaðani ert tú? Úr Tórshavn
Hvat hevur tú lisið? Eg byrjaði við at lesa verkfrøði á Fróðskaparsetrinum og flutti síðan til Onglands, har eg læs sivilverkfrøði (M.Sc.) og tók síðan eina Ph.D.
Hvar hevur tú lisið? Eg læs á Newcastle University í Onglandi og eri nú lektor á DTU í Lyngby.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan/undirvísingina? Undirvísingin sjálv var nokkso traditionel, men tað vóru góðir møguleikar fyri at arbeiða við spennandi verkætlanum. Eg kom at arbeiða í einum bólki, sum hevði tætt samstarv við fleiri altjóða fyritøkur.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið? Ógvuliga dynamiskt og internationalt umhvørvi við stórum úrvali av aktivitetum. Av tí at eg eri giftur og havi børn, so tók eg ikki líka stóran lut í aktivitetunum, sum onkrir av mínum lestrarfeløgum.
Fyrimunir við at lesa har tú vart? Fleiri av undirvísarunum vóru millum allar fremstu granskarar í heiminum. Eg fekk tí atgongd til - og kundi luttaka í - fremstu granskingini innan mítt øki. Ongland er eisini rættiliga bíligt land at liva í, serliga nú pundið er lágt, og SU kemur í donskum krónum, so man hevur væl ráð at liva, meðan man lesur.
Vansar við at lesa har tú vart? Ikki lætt at koma til og frá Føroyum.
Hvussu eru arbeiðsmøguleikarnir í Føroyum við tíni útbúgving? Teir skuldu verið góðir, men eftir at hava arbeitt nøkur ár í Onglandi, fór eg til Danmarkar at arbeiða, so eg havi ikki kannað møguleikarnir í Føroyum
Skriva til Boga og spyr um lesnaðin ella skúlan á: bbj@elektro.dtu.dk