Ráðgeving
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Mynd Àlvur Haraldsen
Vilt tú út í heim at lesa? Á Setrið? Gerast lærlingur? Mást tú supplera, fyri at sleppa víðari? Og ivast tú í, júst hvussu tú skalt bera teg at? Spyr so á ASK.
- Fólk eru altíð vælkomin at ringja, maila ella støkka inn á gólvi, um tey hava onkran trupulleika viðvíkjandi víðari lestri. Tað sigur Holger Arnbjerg, sum í fleiri ár hevur beitt ungar føroyingar inn á ta kósina, tey ynskja sær. Hann hevur tí drúgvar royndir eftirhondini og tað, sum hann ikki veit, tað kannar hann.
Væntaði sesongarbeiði
Holger Arnbjerg greiðir frá, at hann hevði væntað, at arbeiðstrýstið fór at vera serliga stórt beint uppundir donsku freistirnar. Men hann fór skeivur. Orsøkin er, at so nógvir føroyingar ynskja at sleppa longri enn til Danmarkar.
- Freistirnar í ymsu londunu fella ymiskt. Í Danmark er kvota 2 nú í mars, og kvota 1 í summar, men í Avstralia er freistin í august, í Onglandi er hon í januar og í Noregi og Svøríki í apríl. Tað ger, at tað allatíðina er nokk at gera.
Hann greiðir frá, at tað er ymiskt, hvussu góðari tíð fólk eru í.
- Summi koma beint fyri freistina, meðan onnur eru eitt ár fyri tíðina. Og tað kann altíð viðmælast, at fólk eru í góðari tíð. Men hitt letur seg eisini gera, sigur Holger.
Hann leggur dent á, at øll, sum hava ivamál ella spurningar, eru vælkomin inn á gólvið á Altjóða Skrivstovuni.
- Tað er best at gera eina avtalu, ringja ella maila, men fólk kunnu eisini taka kjansin og vita, um eg havi tíð at hjálpa teimum. Eg havi eisini nógvar faldarar og annað tilfar um hægri lestur á skrivstovuni, so tað er bara at leggja leiðina inn á gólvið.
Góð ráð tá tú spyrt um hjálp:
Jú fleiri upplýsingar tú letur, jú lættari er tað at finna júst røttu útbúgvingina til tín.
Greið frá um bakkgundina, hvørjar próvtøkur tú hevur, hvørji próvtøl tú hevur, hvar tú ynskir at sleppa, nær tú vilt undir útbúgvingina og hvat tú vilt.
(mynd av Holger Arnbjerg)
-------------
Í ein kassa:
Hentar heimasíður:
Kunning til føroyingar, ið ætla sær uttanlands at lesa:
Altjóða Skrivstovan www.ask.fo
Meginfelag Føroyskra Studenta www.mfs.fo
Mentamálaráðið www.mmr.fo
Ráðgevingin fyri føroyingar í Dk www.radgevingin.dk
Yrkisdepilin www.yrkisdepilin.fo
Hvat skal eg lesa:
Uddannelsesguiden www.ug.dk
Karrierevejviser www.karrierevejviser.dk
Pengaviðurskifti:
Studni www.studul.fo
Taks www.taks.fo
SU www.su.dk
SAAS www.saas.gov.uk/student_support/special_circumstances/postgrad_list.htm
Lestur uttanfyri norðurlond:
Ucas www.ucas.co.uk
Ansa www.ansa.no
Bústaður í Danmark:
Boligportal www.boligportal.dk
--------