Í farna mánaði kærdi sonur John Petersen viðferðina familjan hevur fingið av løgregluni í sambandi við neyðtøkumálið ímóti John Petersen, og nú hevur miðlingadóttirin eisini kært. Hon hevur sum tann einasti [...] einasti í húskinum hjá John Petersen verið til avhoyringar í sambandi við málið. Sambært henni vóru avhoyringarnar ikki hissini mjúkar. Endamálið við kæruni er, at løgreglumenninir, sum stóðu fyri avhoyringunum [...] teir vildu sær. Hon var bangin og heilt vís í, at hon var handtikin, soleiðis sum teir bóru seg at. Sambært kæruni trúttaðu løgreglumenninir undir avhoyringunum í tríggjar tímar, at pápin hevði forbrotið
landsliðsvenjari. Luis Enrique var í Føroyum í 1996, tá Spania vann 6-2 á Svangaskarði. Tá skoraði hann eitt mál. Árið eftir skoraði hann tvær ferðir, tá Spania vann 3-1 í norðurspanska býnum, Gijón. Undan [...] mintist málið hjá sær á Toftum. Í komandi mánaði spælir Føroyar aftur í Gijón móti Spania. [...] ing á Tórsvølli fyrr í ár. Landsliðsvenjarin var tó ikki við vegna persónlig viðurskifti. Nú er greitt, at níggju ára gamla dótturin, Xana, hevði krabbamein. Luis Enrique hevur í dag skrivað á Twitter
lagt fram í Fíggjarmálaráðnum, kom Taks við døggfrískum skattatølum fyri fyrstu níggju mánaðirnar í ár. Sambært tølunum hjá Taks hevur landskassin fingið 920 milliónir krónur inn í skatti frá januar til og [...] meira enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 1,3 prosent. Harumframt hevur landskassin fingið 172 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti fyrstu nýggju mánaðirnar í ár. Skattanýskipanin hjá [...] ar hjá landskassanum í 2011, 2012 og higartil í ár. (NB: Myndin, ið víst verður til, finst bara í prentaða blaðnum og pdf-útgávuni av blaðnum)
Kósini í Klaksvík vildi hava døgurðatíman avtiknan til fyrimuns fyri ein matarsteðg millum kl. 12 og 13, soleiðis at arbeiðsfólkið slapp ein tíma fyrr til hús. Tað tók sína tíð at seta hesa broyting í verk [...] verk, men 1. januar vórðu ynskini hjá meirilutanum framd í verki. Eitt "heitt epli" Á Fiskavirking á Toftum hevur nú sama mál tikið seg upp sum á Kósini og aðrastaðni, har gamla traditiónin við døgurðatíma [...] Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari, sigur, at teir hava 40 minuttir at "disponera" yvir. ? Tí hava vit í samráð við álitisfólkini skotið upp at hava ein matarsteðg uppá 20 minuttir millum kl. 12 og 13, ein
dystirnar í heyst hava Eyðun og Andreas fingið sera góð skoðsmál, og tí er dysturin í kvøld helst eisini at rokna sum eitt slag av próvtøku. Í vár vórðu Eyðun og Andreas settir at døma 1/8-finalu í EHF-Cup [...] EHF-Cup, og standa teir seg væl í kvøld, er als ikki óhugsandi, at enn ein rimmar avbjóðing bíðar í februar mánaði í 2009. [...] Talan er um triðju altjóða uppgávuna hjá føroyska dómaraparinum í vetur, og alt bendir á, at teir veruliga fáa roynt seg í kvøld. Dysturin stendur millum norska Elverum og franska Cretail, og talan er
Í gjár fall loksins dómur í stóra rúsevnismálinum. Høvuðsákærda kvinnan fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing. Hon varð funnin sek í flestu av teimum 34 ákærunum. Dómarin metti, at kvinnan hevði selt [...] kvinnuni, og einum 20 ára gomlum manni, hvørt dómur fellur seinni, handtikin í einum bili tann 1. desember í fjør. Fram til 9. januar sat hann varðhaldsfongslaður, og hesar seks vikurnar verða nú drignar frá [...] ára gamla. Ein 33 ára gamal maður fekk eisini dóm í gjár. Hann varð ákærdur í trimum førum, og varð dømdur eitt hálvt ára treytaleysa fongsulsrevsing. Í hansara føri snúðu allar ákærurnar seg um hassj,
Tveir leiðarar í tí gamla hernaðarstýrinum í Argentina eru dømdir sekir í at hava givið boð at ræna børnini hjá politiskum mótstøðumonnum, sum vórðu tiknir og fyribeindir í árunum frá 1976 ntil 1983. Tann [...] børn hjá politiskum mótstøðufólki. Í januar segði Elliot Abrams, fyrrverandi embætismaður í amerikanska uttanríkisráðnum, at USA var vitandi um, at hernaðarstýrið í Argentina rændi børn hjá politiskum
framdi í 1964. Júst 43 ár eftir at tveir 19 ára gamlir unglingar vórðu myrdir í januar í 1964 tók amerikanska løgreglan fyrr í ár tann 71 ára gamla James Seale og skuldsetti hann fyri morðini. Í gjár varð [...] hann bleiv kortini dømdur og sleppur helst at sita í fongsli tað, sum er eftir av lívi hansara, skrivar NTB. James Seale bleiv tikin beint eftir morðini í 1964, men ta ferðina varð hann latin leysur, tí løgreglan [...] varð hann dømdur sekur. Sambært løgregluni vórðu teir báðir 19 ára gomlu menninir burturfluttir. Í einum bili, sum James Seale átti, vórðu teir koyrdir til ánna Mississippi og druknaðir. Undir rættarviðgerðini
viðgjørdi í farnu viku eitt mál, har ein 61 ára gamal maður varð dømdur fyri hóttanir móti grannum og almennum starvsfólkum á Tvøroyri. Ákærurnar í dóminum strekkja seg frá januar 2017 til mai 2017. Í hesum [...] manninum átta mánaðir fongsulsrevsing. Les eina gjøllari gjøgnumgongd av málinum í Sosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í dag. [...] Michelsen ikki færri enn 100 ferðir tilsamans. Kristin Michelsen vitnaði sjálvur í rættinum. Hann greiddi frá, at familjan øll livdi í óvissu og at tað merkti familjulívið. Serliga hart gekk tað út yvir dóttur
maður er í Føroya rætti dømdur fongsulsrevsing í eitt ár fyri fleiri ferðir at hava keypt hasj. Hann skal tó í fyrsta umfari bara sita í tveir mánaðir. Í tíðarskeiðnum frá mai í fjør til 17. januar í ár keypti [...] eitt kilo av hasji frá sama manni. Handlarnir fóru fram ymsastaðni í Klaksvík og í Havn. Maðurin viðgekk seg sekan. Hann fekk í januar í fjør ein treytaðan dóm á 10 mánaðir. Nú hann varð tikin fyri at hava [...] hasj, varð tann dómurin tikin uppí, tí royndartíðin var ikki úti. Nú skal ungi maðurin halda sær í skinninum í tvey ár. Hann skal vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og skal fylgja teirra ávísingum