Luis Enrique var spanskur landsliðsvenjarin, tá Spania og Føroyar spældu EM-undankapping á Tórsvølli fyrr í ár. Landsliðsvenjarin var tó ikki við vegna persónlig viðurskifti. Nú er greitt, at níggju ára gamla dótturin, Xana, hevði krabbamein.
Luis Enrique hevur í dag skrivað á Twitter, at Xana eftir fimm mánaðir av kemoviðgerð nú er deyð. Xana var yngst av trimum systkjum. Luis Enrique takkaði í boðunum eisini øllum, sum hava víst samkenslu.
##med2##
Spania vann dystin á Tórsvølli 4-1. Hjálparvenjarin, Robert Moreno, stóð á odda fyri liðnum tá. Hann er í dag spanskur landsliðsvenjari. Luis Enrique var í Føroyum í 1996, tá Spania vann 6-2 á Svangaskarði. Tá skoraði hann eitt mál.
Árið eftir skoraði hann tvær ferðir, tá Spania vann 3-1 í norðurspanska býnum, Gijón. Undan dystinum á Tórsvølli fyrr í ár, segði Robert Moreno at hann hevði tosað við Luis Enrique um dystin í Føroyum. Hann segði at Luis Enrique ikki altíð minnist so væl dystir, ið hann hevur spælt, men mintist málið hjá sær á Toftum.
Í komandi mánaði spælir Føroyar aftur í Gijón móti Spania.












