Tað er ikki altíð so lætt at broyta gamlar vanar, óvanar ella traditiónir, vildi onkur sagt.
Sosialurin fylgdi gongdini, tá ið ein stórur meiriluti av arbeiðsfólkinum á Kósini í Klaksvík vildi hava døgurðatíman avtiknan til fyrimuns fyri ein matarsteðg millum kl. 12 og 13, soleiðis at arbeiðsfólkið slapp ein tíma fyrr til hús.
Tað tók sína tíð at seta hesa broyting í verk, men 1. januar vórðu ynskini hjá meirilutanum framd í verki.
Eitt "heitt epli"
Á Fiskavirking á Toftum hevur nú sama mál tikið seg upp sum á Kósini og aðrastaðni, har gamla traditiónin við døgurðatíma er brotin.
Eisini her eru ymiskar meiningar um, hvussu fram skal farast. Fleiri eru fyri atavtaka døgurðatíman til fyrimuns fyri ein matarsteðg; onnur vilja varðveita døgurðatíman, soleiðis sum hann er.
Meiningarnar fyri og ímóti eru ymiskar, og tað veldst eisini um nógv ymisk viðurskifti, sum tala fyri ella ímóti.
Birgir Nónsgjógv, virkisleiðari, sigur, at teir hava 40 minuttir at "disponera" yvir.
? Tí hava vit í samráð við álitisfólkini skotið upp at hava ein matarsteðg uppá 20 minuttir millum kl. 12 og 13, ein kaffisteðg fyrrapart og ein seinnapart uppá 15 minuttir hvør. Men fyri at "kompensera" teir 10 minuttirnar, sum her fara útyvir teir 40, vit hava at ráða yvir, hava vit skotið upp at arbeiða til kl. 16.10.
Prinsippmál
Virkisleiðarin sigur, at teir hava tosað við arbeiðsmannafelagið um hesi viðurskifti, men líkt er ikki til, at felagið er sinnað at ganga við til at loysa málið á henda hátt, tí sum skilst, er hetta eitt prinsippmál.
? So, hetta málið verður møguliga ikki so lætt at loysa, sum tað kanska átti at verið, sigur Birgir.
Hetta heldur hann vera spell, tí eftir hvat hann hevur skilt, eru arbeiðsfólkini yvirhøvur fegin um hetta uppskotið.
? Okkum kann tað sum so gera tað sama, um vit hava døgurðatíma ella matarsteðg, men tey eru fleiri, sum vildu havt frí ein tíma fyrr um dagin, sigur virkisleiðarin at enda.
Sosialurin fer at venda aftur til málið í komandi viku.