Tann 71 ára gamli Ku Klux Klan-maðurin James Seale er nú dømdur fyri tvey morð, sum hann framdi í 1964.
Júst 43 ár eftir at tveir 19 ára gamlir unglingar vórðu myrdir í januar í 1964 tók amerikanska løgreglan fyrr í ár tann 71 ára gamla James Seale og skuldsetti hann fyri morðini. Í gjár varð hann dømdur sekur.
Sambært løgregluni vórðu teir báðir 19 ára gomlu menninir burturfluttir. Í einum bili, sum James Seale átti, vórðu teir koyrdir til ánna Mississippi og druknaðir. Undir rættarviðgerðini noktaði James Seale seg sekan, men hann bleiv kortini dømdur og sleppur helst at sita í fongsli tað, sum er eftir av lívi hansara, skrivar NTB.
James Seale bleiv tikin beint eftir morðini í 1964, men ta ferðina varð hann latin leysur, tí løgreglan hevði eingi prógv ímóti honum.