Døggfrísk skattatøl

Dagin eftir at fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram sendi Taks út døggfesk skattatøl fyri fyrstu níggju mánaðirnar í ár sum vísa, at fleiri skattakrónur renna í landskassan í ár enn í fjør

Um tað er tilvild ella timing skal vera ósagt, men dagin eftir at fíggjarlógaruppskotið fyri 2014 varð lagt fram í Fíggjarmálaráðnum, kom Taks við døggfrískum skattatølum fyri fyrstu níggju mánaðirnar í ár.
Sambært tølunum hjá Taks hevur landskassin fingið 920 milliónir krónur inn í skatti frá januar til og við september. Tað eru 13 milliónir meira enn sama tíðarskeið í fjør, svarandi til ein vøkstur á 1,3 prosent. Harumframt hevur landskassin fingið 172 milliónir krónur inn í eftirlønarskatti fyrstu nýggju mánaðirnar í ár.
Skattanýskipanin hjá landsstýrinum kom í gildi 1. januar 2012. Tá bleiv gamli skattastigin broyttur til flatan skatt, umframt at eftirlønir vórðu skattaðar við inngjald, heldur enn útgjald.
Myndin vísir skattainntøkurnar hjá landskassanum í 2011, 2012 og higartil í ár.

(NB: Myndin, ið víst verður til, finst bara í prentaða blaðnum og pdf-útgávuni av blaðnum)