Dømdur fyri at keypa hasj

Ein ungur maður er í Føroya rætti dømdur fongsulsrevsing í eitt ár fyri fleiri ferðir at hava keypt hasj. Hann skal tó í fyrsta umfari bara sita í tveir mánaðir. Í tíðarskeiðnum frá mai í fjør til 17. januar í ár keypti hann umleið 20 ferðir samanlagt eitt kilo av hasji frá sama manni. Handlarnir fóru fram ymsastaðni í Klaksvík og í Havn.

Maðurin viðgekk seg sekan.

Hann fekk í januar í fjør ein treytaðan dóm á 10 mánaðir. Nú hann varð tikin fyri at hava keypt hasj, varð tann dómurin tikin uppí, tí royndartíðin var ikki úti.

Nú skal ungi maðurin halda sær í skinninum í tvey ár. Hann skal vera undir eftirliti hjá Kriminalforsorgini og skal fylgja teirra ávísingum viðvíkjandi bústaði, arbeiði og viðgerð móti rúsdrekkamisnýtslu.