Talan er um triðju altjóða uppgávuna hjá føroyska dómaraparinum í vetur, og alt bendir á, at teir veruliga fáa roynt seg í kvøld.
Dysturin stendur millum norska Elverum og franska Cretail, og talan er tí um tvey lið við hampuliga høgum europiskum flokki.
Fyri hinar báðar dystirnar í heyst hava Eyðun og Andreas fingið sera góð skoðsmál, og tí er dysturin í kvøld helst eisini at rokna sum eitt slag av próvtøku. Í vár vórðu Eyðun og Andreas settir at døma 1/8-finalu í EHF-Cup, og standa teir seg væl í kvøld, er als ikki óhugsandi, at enn ein rimmar avbjóðing bíðar í februar mánaði í 2009.










