so regluliga, sum tað ber til. Hetta hendi á einum tekniskum fundi leygarmorgunin 19. oktober, sum er ein fundur, har tað eitt nú ber til at taka svimjarar úr einari kapping. Tað, sum helst vakti ríkiligan [...] havi alla ábyrgdina av tí, sum er farið fram. Tí kann eg eisini liva við, tí eg havi jú sum høvuðsvenjari evstu ábyrgd av tí, ið hendir í einari kapping. Men nevndarlimurin, sum var við okkum í Klaksvík [...] forða fyri tí, sum hendi, tá vit gjørdu av at taka allar svimjararnar úr kappingini. Sostatt er fyrrverandi venjarin hjá Havnar Svimjifelag alt annað enn nøgdur við málið, soleiðis sum tað liggur í løtuni
undirhaldsvirðið tey bæði seinastu árini, sum teir oftani hava havt, so tóktist vend vera komin í í so máta. Vestmenningar tykjast ikki hava somu styrki í ár, sum teir hava havt, meðan Kyndil hinvegin rættiliga [...] stevið, var tað nevnliga VÍF, sum brádliga byrjaði at draga frá, og hetta hevði sína avgjørdu orsøkir. Meðan VÍF hampuliga skjótt fekk takið í álopsspælinum hjá Kyndli, sum í stóran mun varð miðsavnað um [...] standa inni og bíða. Og við skjúttum sum eitt nú Inga og Áka Olsen umframt Piti Negru, so gest hetta ikki órevsað. Serliga Ingi tóktist vera væl fyri, og tað var mest sum eftir vild, at málini fuku úr hondum
fundur í morgun kl. 9-10. Fundur verður í kvøld kl. 17-18 og sunnudagin kl. 11-12. Heimasíða: http://heima.olivant.fo/~aa-fo/ AA-fundur í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. [...] 00. Fyrsta mikudag í mánaðinum er opið til kl. 19.30. Tú ert vælkomin at ringja og spyrja um alt, sum hevur við sinnistrupulleikar at gera á tlf. 322544. Javni Skrivstovan er opin týsdag til fríggjadag
átaka sær hetta hevur hann fingið greivaløn. Hann hevur gingið og spankulerað sum ein annar klovnur, bæði her heima og sum tjóðarinnar umboð í útlondum. Hann hevur fyri stuttum verið á alheims umhvørv [...] Fólkafloks løgmanni og einum Fólkafloks landsstýrismanni, sum kanska báðir eru kriminellir! Og nú omaná við einum landsstýrismanni í umhvørvismálum, sum voldir tjóðarinnar umdømi slíkan skaða. [...] tøða Føroya bara versnað. Hesi ár hevur hann prógvað til fulnar, at hann er inkompetentur at sita sum landsstýrismaður í umhvørvismálum. Politiska avleiðingin má verða, at Eyðun Elttør verður koyrdur frá
eygað sá, sum var tað mest spennandi við hesari framsýning. Kroppurin á fólkunum var sýndur fram á ein sera listarligan og til tíðir stuttligan hátt, á onkrum vóru vøddarnir at líkna við veingir, sum vóru heftir [...] av menniskjakroppinum sum ein læknafrøðilig framsýning. Og júst tí varð hon spennandi, tí hon setti menniskjakroppin í eitt annað perspektiv enn tað, vit vanliga hugsa um. Sum kvinna hevði eg tað nú ikki [...] mánaðargomlum barni í móðirlívinum. Kundi ikki lata verða við at hugsa um ta vanlagnu, sum hevði rakt kvinnuna, barnið og tey, sum stóðu eftir við ongum. Deyðin var eyðsýndur alla staðni, serliga har lívið ongantíð
tjenti nógv sum bussførari og við mínum eykaarbeiði sum lossari. Longu nú meti eg meg at hava mist einar 30.000 krónur av tí, sum hendi. Í sínum arbeiði á bryggjuni, er Asbjørn tryggjaður sum aðrir arbeiðsmenn [...] har, sum Asbjørn datt. - Stýrimaðurin umborð á farmaskipinum sá tó, at alt ikki var, sum tað átti, tí ein hjálmur lá á bryggjuni. Asbjørn bleiv koyrdur í privatbili norður til læknan í Gøtu, sum hevði [...] Arbeiðsvanlukka Mánakvøldið, 7. oktober í ár, broyttist lívið hjá Asbjørn Knudsen, sum er ættaður úr Runavík, men giftur og búsitandi í Leirvík við konu og trimum børnum. Starvið hjá honum er at koyra
dreingjalótir. Seinasta vikuskifti høvdu nakrir ungir menn eisini verið á hurðini heima hjá Jenisi. Sjálvur var hann ikki heima ? hann var staddur í Suðuroy hetta vikuskifti, men konan var inni. Teir ungu mennirnir [...] serliga tí tað kemur sum ein liður í fleiri hóttanum. Jenis sigur, at fyrsti skelkurin kom eftir at hava lisið eina grein í Fregnum. Greinin snúði seg millum annað um samrøðuna, sum Miðflokkurin hevði við [...] merkja á annan hátt. ? Sjálvur veit eg ikki, hví eg fái slíkar hóttanir, tí eg havi onki havt við málið sum so at gera. Eg varð biðin at gera nakrar viðmerkingar til Sosialin tað eina kvøldið og dagin eftir
- Barsilsskipanin skal nú broytast til tað, sum hon upprunaliga varð ætlað at vera. Tað sigur Bjarni Djurholm, sum borið eitt uppskot um at broyta skipanina niðan í Løgtingið. Sambært uppskotinum skal [...] fyri so vítt eisini galdandi fyri menn, men royndirnar vísa, at tað serliga verða kvinnurnar, sum koma at ver verri fyri.Til dømis kann hugsast, at smáir arbeiðsgevarar fara at aftra seg við at seta fólk [...] kvinnur Nú Barsilsskipanin hevur nærum hálvt annað ár á baki, eru tað framvegis dupult so nógvar kvinnur sum menn, ið nýta skipanina. Skipanin Av teimum 26 vikunum, ið foreldur hava rætt til barnsburðarfarloyvi
útróðrarbátum, sum hava selt fiskin á gólvinum, hevur ligið millum 15 og 20 um dagin, ávikavist mánadagin, týsdagin og mikudagin. Línubáturin, Skørin, er tann einasti størri báturin, sum hevur landað í [...] fyri kg., og tað er góður prísur. Sum skilst, er prísurin á hýsu meira skiftandi enn á toskinum, og hetta avhongur av, hvussu stórur eftirspurningurin er her heima, og hvussu góður marknaðarprísurin er [...] verða á Fiskamarknaðinum í Klaksvík um dagin. So stórt er bátatalið ikki, nú talan mest er um bátar, sum eru heimahoyrandi í Klaksvík og Hvannasundi, men er tað ein góður dagur, kann bátatalið tátta upp ímóti
hava í kvittanum, at nýta hetta sum lopfjøl til komandi krøv, og sum greinin ikki er ætla til, herundir krøv sum happa kristnivirðir. T.d. frælsinum at boða Bíbliuna sum autoritet. Vit hoyra fyri tíðina [...] evnir fyri okkum øll og Føroyar. Vit eru tó samd um at vera ímóti allari happing. Uttanlands ella heima Sum eg skilji ráðharran í heilsumálum frá tíðindamiðlunum, vil hann, um hann sær skilagóðar møguleikar [...] nevnda økið, ferðir og ferðafylgir, veit eg ikki? Men at vit eiga at fáa meira fyri tær her heima, er so sjálvsagt sum at 2 + 2 = 4. Tað er annars ikki rætt, einans at taka støði í hvussu nógv um árini fóru