Datt av bingju og knústi báðar armarnar

- Eingin sá tilburðin, og eg stúrdi fyri, at maðurin í krananum fór at lyfta bingjuna, meðan eg lá har, sundurbrotin. Eg royndi at koma á føtur við egnari hjálp og sleppa mær burtur. Visti, at armarnir vóru brotnir, tí eg hoyrdi knekkið. Rullaði mær á og slapp at enda burtur úr vandaleið.
Soleiðis greiðir Asbjørn Knudsen frá um arbeiðsvanlukkuna, ið rakti hann eitt oktoberkvøld.
Fyrst í árinum keyptu hann og konan hús í Leirvík, so vanlukkan kom ógvuliga illa við hjá familjuni.

Arbeiðsvanlukka
Mánakvøldið, 7. oktober í ár, broyttist lívið hjá Asbjørn Knudsen, sum er ættaður úr Runavík, men giftur og búsitandi í Leirvík við konu og trimum børnum.
  Starvið hjá honum er at koyra buss, og um kvøldarnar plagdi hann at lossa hjá Skipafelagnum í Saltangará fyri at tjena nakrar krónur aftrat, nú hann og konan høvdu keypt hús fyrst í hesum árinum.
- Vit vóru í ferð við at lossa ein av bátunum hjá Skipafelagnum. Eg var farin
uppá eina bingju við stiga at krøka í, so kranin kundi taka bingjuna.

Stigin gleið?
Tá ið Asbjørn hevði krøkt í og skuldi stíga í fyrsta trinið á stiganum, sum rakk nakað upp um kantin á bingjuni, hendi vanlukkan.
 - Stigin gleið undan mær fyrst, eg steig í hann. Hevði hjálm á høvdinum, men longu í fyrsta fallinum, slerdi eg høvdið í annað hornið á bingjuni, so hjálmurin reyk av. Fallið helt fram við høvdinum fremst, so eg tók armarnar fyri meg fyri at verja høvdið móti stoytinum, ið mátti koma, tá ið eg rakti bryggjuna.
 Har lá Asbjørn so, sundurbrotin. Eingin hevði sæð tilburðin. Vandi var nú fyri, at maðurin í krananum fór at lyfta bingjuna, og tá kundi rættiliga staðið um lív.
- Hetta hugsaði eg um, har eg lá. Royndi ti at koma á føtur við egnari hjálp.
Eg visti, at armarnir vóru brotnir, tí eg hoyrdi knekkið. So, teir kundi eg ikki brúka at reisa meg uppaftur við. Rullaði mær á og slapp at enda á føtur ? og burtur úr vandaleið.
Aðrir menn vóru til arbeiðis á bryggjuni hetta kvøldið, men eingin var beint
har, sum Asbjørn datt.
- Stýrimaðurin umborð á farmaskipinum sá tó, at alt ikki var, sum tað átti, tí
ein hjálmur lá á bryggjuni.
 Asbjørn bleiv koyrdur í privatbili norður til læknan í Gøtu, sum hevði vakt hetta kvøldið. Har var einki ivamál um, at maðurin noyddist suður á Landssjúkrahúsið, tí báðir armarnir vóru brotnir.
 - Tíðin tóktist ógvuliga long frá tí, at vanlukkan hendi um 21-tíðina um kvøldið, til eg var komin suður á Landssjúkrahúsið um 23.30-tíðina, sigur Asbjørn.
 Høgri armur var brotin í 2-3 støðum, meðan verri var statt við vinstra armi, sum var rættiliga illa farin.
- Eg noyddist undir skurð í vinstra armi, tí kúlan omanfyri handliðin og
liðugurin sjálvur vóru brotin í fleiri støðum. Haldi, hetta var alt tað bera pulvur, sigur Asbjørn, sum hevur fingið at vita frá læknunum, at vinstri armur ongantíð verður hin sami aftur.
 Stoyturin, hann fekk í høvdið, førdi til, at hann fekk dupulta sjón, men hetta er nú komið uppá pláss aftur.

Kom illa við
Hjá Asbjørn og familju hansara kom vanlukkan ógvuliga illa við, tí fyrst í hesum árinum keyptu tey hús í Leirvík.
- Konan arbeiðir á virkinum hjá Kjartani Joensen, og nú eg einki fái gjørt,
noyðist hon at ganga heima og passa meg ? við forsorgarhjálp. Hon kann ikki sjúkrameldast, siga myndugleikarnir, tí eg eri ikki í lívsvanda. Men eg fái ikki fingið mær at eta sjálvur, og eti eg einki, vildi eg mett, at eg í longdini var í lívsvanda.
Sum skilst á Asbjørn, er hann ikki nøgdur við avgerðina um, at konan ikki
kann sjúkrameldast, nú tey eru so hart rakt.
 Hann veit ikki, nær ella um hann nakrantíð verið so nøkulunda arbeiðsførur aftur.
- Hetta er ein stórur fíggjarligur smeitur fyri okkum, tí eg fái heldur ikki teir
nógvu pengarnar, meðan eg gangi sjúkrameldaður. Eg tjenti nógv sum bussførari og við mínum eykaarbeiði sum lossari. Longu nú meti eg meg at hava mist einar 30.000 krónur av tí, sum hendi.
Í sínum arbeiði á bryggjuni, er Asbjørn tryggjaður sum aðrir arbeiðsmenn hjá
Skipafelagnum, men enn veit hann ikki, hvat spyrst burtur úr hesum.
- Øll klæðini vórðu klipt av mær, og tey fóru øll fyri skeyti. Havi spurt
Tryggingarfelagið, har eg sum arbeiðsmaður eri tryggjaður, um eg fái endurgjald fyri klæðini, men felagið sigur, at tað kann eg ikki, tí eg havi ikki pakkatrygging hjá teimum. Vit hava okkara tryggingar í Trygd, og haðani er einki svar komið enn, sigur Asbjørn.

Beina leið í bankan
- Beint eftir vanlukkuna, sum broytti øll okkara fíggjarligu viðurskifti, fór eg beina leið í
bankan og bað tey steðga øllum lánsgjøldum av fíggjarkontoini, tí tann peningur, vit fáa í dag, røkkur nóg illa til tær føstu dagligu útreiðslurnar.
 Asbjørn sigur, at eina ferð um vikuna ella so, noyðist hann á Landssjúkrahúsið til eftirlit, og tá noyðist konan at koyra hann, tí hann fær ikki koyrt sjálvur.
- Tá mugu børnini í pleygu, og tað kostar eisini pengar, leggur hann aftrat.
 At enda sigur Asbjørn Knudsen seg fegnast um, at hann ongantíð hevur havt nakra pínu í ørmunum ? ikki síðan beint eftir skurðviðgerðina.
 - Eg taki ongan heilivág fyri pínu, tí tað er ikki neyðugt, sigur hann at enda.