Fiskivinna
Eingi størri skip hava lagt veiðina upp á Fiskamarknaði Føroya í Klaksvík hesa vikuna, men talið av útróðrarbátum, sum hava selt fiskin á gólvinum, hevur ligið millum 15 og 20 um dagin, ávikavist mánadagin, týsdagin og mikudagin.
Línubáturin, Skørin, er tann einasti størri báturin, sum hevur landað í Klaksvík fýra teir fyrstu dagarnar í vikuni. Ætlandi leggja teir 36.000 pund upp í dag, meginparturin er veiðini er hýsa.
Sagt verður, at fiskiskapurin hjá línubátunum undir Føroyum er góður, og tað hevur hann verið seinastu tíðina.
Á Fiskamarknaðinum vænta tey tó ikki, at línuskipini koma inn fyrr enn í komandi viku. Tey eru nýliga farin útaftur.
Útróður
Um várarnar, tá ið nógvir bátar eru á Norðhavinum, kunnu uppí 70 landingar verða á Fiskamarknaðinum í Klaksvík um dagin.
So stórt er bátatalið ikki, nú talan mest er um bátar, sum eru heimahoyrandi í Klaksvík og Hvannasundi, men er tað ein góður dagur, kann bátatalið tátta upp ímóti teimum 40.
Mánadagin, týsdagin og mikudagin hava í miðal einir 15-20 bátar lagt veiðina upp á Fiskamarknaðinum, og samlaða sølan á gólvinum hevur ligið um 120.000 pund um dagin.
Útróðrarbátarnir royna bæði við línu og snellu, og sagt verður, at meginparturin av veiðini hjá teimum, sum royna við línu, er hýsa.
Keyparar og prísur
Á Fiskamarknaðinum í Klaksvík verður sagt, at nógvir ymiskir keyparar eru til fiskin, og hesa vikuna hevur Norfra í Norðdepli keypt størstu nøgdirnar.
Afturvendandi keyparar á Fiskamarknaðinum í Klaksvík eru annars Kósin, Fiskavirkið í Gøtu, Fiskavirking á Toftum og Valhalla á Toftum.
- Annars eru keyparar úr meginpartinum av landinum her norðuri, siga tey á Fiskamarknaðinum.
Mikudagin kom prísurin á toski 1 uppí 26 kr. fyri kg., og tað er góður prísur.
Sum skilst, er prísurin á hýsu meira skiftandi enn á toskinum, og hetta avhongur av, hvussu stórur eftirspurningurin er her heima, og hvussu góður marknaðarprísurin er uttanlands.