Manshondbóltur
Tað var rættiliga lagt upp til stórdyst í Vestmanna mikukvøldið. Kyndil kom á vitjan, og tó at hesir dystirnir ikki hava havt sama undirhaldsvirðið tey bæði seinastu árini, sum teir oftani hava havt, so tóktist vend vera komin í í so máta. Vestmenningar tykjast ikki hava somu styrki í ár, sum teir hava havt, meðan Kyndil hinvegin rættiliga hevur riggað til, so alt í alt skuldu útlitini fyri einum sera spennandi dysti so avgjørt verið til staðar.
Spenningurin reyk
Tað var tó skjótt, at stórur partur av hesum spenninginum hvarv. Eftir eina hampuliga javna byrjan, har liðini bæði royndu at finna stevið, var tað nevnliga VÍF, sum brádliga byrjaði at draga frá, og hetta hevði sína avgjørdu orsøkir.
Meðan VÍF hampuliga skjótt fekk takið í álopsspælinum hjá Kyndli, sum í stóran mun varð miðsavnað um strikuspælið hesa fyrstu løtuna, so megnaði verjan hjá teimum grønu snøgt sagt ikki at koma inn í dystin. Onkursvegna tóktust leikararnir hava ta fatan ? hóast tað neyvan var taktiska uppleggið - at skilabest mundi vera at standa inni og bíða. Og við skjúttum sum eitt nú Inga og Áka Olsen umframt Piti Negru, so gest hetta ikki órevsað. Serliga Ingi tóktist vera væl fyri, og tað var mest sum eftir vild, at málini fuku úr hondum hansara uttan nakran livandi møguleika hjá hvørki Lars Black ella Johan Danielsen at bjarga.
Hóttu við sorli
Eitt var, at verjuspælið hja Kyndli ikki koyrdi. Liðið hevur kanska ikki tí sterkastu verjuna í landinum, og tí er tað kanska ikki so ofta her, at teirra dystir verða vunnir. Men so hvørt sum dystirin leið, so gjørdist eisini greitt, at heldur ikki í álopspartinum var nóg gott skil á. Tað kann annars tykjast merkisvert, tá liðið telir fleiri av bestu álopsmonnunum í landinum, men sæð burtur frá innspælingunum fyrstu tíðina, so var tað merkisvert, at Kyndil somikið sjáldan megnaði at spæla tunt í álopspartinum. Heldur ikki tá Vestmenningar vóru bæði ein og tveir í undirtali tóktist hetta á nakran hátt at bila, tí bólturin varð aloftast førdur alt ov seint runt.
Skilið var á leið hitt sama eftir steðgin. Eina løtu fann Eli Müller í VÍF málinum eisini stórspælið fram, og nú hóttu vestmenningar við einum veruligum sorli. Snøgt sagt alt tóktist bera til móti einum mátt- og mótleysum kyndilsliðið, og var tað ikki fyri tað sannroynd, at teir seinatu løtuna royndu seg við ymsum snildum, so hevði VÍF uttan iva vunnið dystin við enn størri muni enn teimum níggju, sum talan varð um.
Fyri VÍF var dysturin fyrst og fremst ein staðfesting av, at teir framvegis eru týðandi partur í oddastríðnum. Ein partur, sum roknast skal við, og har leikararnir veruliga vilja ofra seg fyri hvørjum øðrum. Serliga var hetta sjónligt í fyrra hálvleiki, har liðið fekk seks av sínum sjey útvísingunum, men har hinir á vøllinum afturfyri stríddust tað meira. Verður hugburðurin hjá leikarunum tann sami til komandi nógvu dystirnar, so er einki at ivast í, at liðið aftur í ár fer at hoyra til har, sum teir sjálvir halda seg hoyra heima. Tað er uttan iva dyggur smeitur, at Sámal ikki verður við aftur í ár, men hinvegin verður fjallaklintrarin, Johnny Joensen, helst skjótt aftur at síggja, og vestmenningar hava áður sýnt, at teir megna at standa seg, hóast týðandi leikarar sita uttanfyri.
Júst hugburðurin tykist hinvegin vera nakað, sum teir í Kyndli av álvara skulu arbeiða við. Liðið hevur í ár víst, at teir væl megna at spæla sum besta lið í landinum, men hinvegin hava avrikini aðrar tíðir verið merkt av líkasælu og kanska eisini ræðslu fyri mótstøðumonnunum.
Til hendan dystin hevði kiðið annars styrkt seg við Jónleifi Sólsker, sum eftir øllum at døma hevur útsett ætlanirnar um eina pensionisttilveru á øðrum liði. Í longdini kann hetta væl vísa seg suim ein góður styrkur, tí Jónleif kann bæði avlasta Jakob Jónsson í miðspælinum, umframt at hann dugir at halda ungu leikarunum til. Men skal liðið vera við í oddinum, so krevst nógv meira støðufesti. Leikarar sum eitt nú Høgni Klein og Finnur Hansson sýna ov sjáldan, at teir eru millum teir bestu í landinum, eisini tá tað gongur ímóti, og so noyðast leikararnir eisini at hugsa meira um verjupartin, skulu teir gera sær vónir um at toga seg longur uppeftir.
Dysturin í tølum
VÍF-Kyndil 37-28 (20-15)
Málskjúttar:
VÍF: Ingi Olsen 12, Áki Olsen 10(2), Áki G. Olsen 6, John Zachariasen 4, Daniel Rápa 2, Eli Müller 1(1), Agnar Joensen 1, Piti Negru 1
Kyndil: Jacob Jónsson 7(3), Finnur Hansson 5(1), Hans Áki Dal-Christiansen 5(2), Jónleif Sólsker 3(2), Janus Einar Sørensen 3, Regin Johannesen 2, Heini Bendtsen 2, Rúni Mohr 1
Brotskøst: VÍF 4, Kyndil 10
Útvísingar: VÍF 7, Kyndil 3
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen: Vestmenningum dámdu lítið hørðu linjuna fyrstu løtuna, men tá leikararnir høvdu rættað seg til eftir hesari, so tóktist dysturin glíða uttan teir heilt stóru trupulleikarnar.