The Anatomical Exhibition of Real Human Bodies.
Tað var eitt sindur av tilvild, at eg endaði inni á hesari framsýning ? var í veruleikanum bert í umráðnum fyri at hyggja meg um í tí indiska partinum av London, Brick Lane, har tað hvønn leygardag og sunnudag eru marknaðardagar og tá er nógv spennandi at síggja í hesum annars heldur trista býarpartinum. Eg hevði verið har vikuna framman undan og tá ið eg gekk framvið framsýningarhøllina, misti eg pippið av tí longu kø?ini. Eg havi ikki rættuliga funnið tolið, ið skal til fyri at standa í einari kilometurlangari kø í sniglaferð. Henda leygardagin var annaðleiðis, so eg fór inn, einki vitandi um, hvat fór at møta mær har inni.
Í veruleikanum eri eg komin higar til London fyri at læra um alt annað enn meg sjálva, soleiðis reint fakliga talað. Men tað, sum møtti mær á hesari framsýning, var eg sjálv, menniskjakroppurin í øllum hansara blóma og blóði. Tað byrjaði við smáum fittum beinagrindum, fingrarnir, tærnar, knøini, heilaskølturin og so við og við kom meira uppá beinini og liðirnar; æðrar, vøddar, innvølir, hjarta, eygu, húð og hár. Satt at siga hevði eg torført við at ?kapera?, at hetta vóru verulig menniskju, sum høvdu donerað teirra likam til hetta prosjektið, hvørs grundarlag týskarin Gunther von Hagens skapaði í 1978 á lærda háskúlanum í Heidelburg. Grundarlagið er ein sokallað ?plastinate? mannagongd, sum viðger organini á menniskjanum á ein slíkan hátt, at alt blóð, vatn og feitt fer úr og á henda hátt verða organini varðveitt betur. Henda mannagongd sigst vera slóðbrótandi innan læknavísundina, tá ið tað snýr seg um læruna av mannakroppinum. Tað var undarligt at ganga her henda dagin og vita, at eyguni, tú hugdi at, einaferð eisini høvdu hugd at onkrum, ja kanska at tær ella mær?
Skaparin av menniskja-kroppinum man vera eitt tað størsta og klókasta listarfólkið í "heiminum (?)", ja, orsaka, eg havi torført við at finna tey røttu orðini, sum kunnu lýsa, hvat fyri niðurstøðu, eg kom til meðan eg gekk her ímillum okkum. Beinagrindin við hennara meira enn 200 beinum og 100 liðum er sterkari enn tað sterkasta cementið og vigar bert ein fimtapart so nógv. Um allar okkara blóðæðrar vórðu lagdar saman úr enda í annan vildu tær rokkið tvær ferðir runt um ekvator. Um lunguni vórðu flatað og beidd út, høvdu tey dekkað eitt 100m2 stórt areal. Hóast slíkir faktuellir upplýsingar vóru sera áhugaverdir, so var tað heldur tað, ið eygað sá, sum var tað mest spennandi við hesari framsýning. Kroppurin á fólkunum var sýndur fram á ein sera listarligan og til tíðir stuttligan hátt, á onkrum vóru vøddarnir at líkna við veingir, sum vóru heftir á beinagrindina. Á onkrum øðrum var øll húðin hongd yvir armin. Og hóast eg til tíðir helt tað verða eitt sindur skakandi, so var hetta í veruleikanum líka so nógv ein listaframsýning av menniskjakroppinum sum ein læknafrøðilig framsýning. Og júst tí varð hon spennandi, tí hon setti menniskjakroppin í eitt annað perspektiv enn tað, vit vanliga hugsa um. Sum kvinna hevði eg tað nú ikki so lætt, tá ið eg kom til tann partin av framsýningini, sum vísti bert mánaðargomul fostur, nøkur heilt vanskeplað meðan onnur vóru heilt ?vanlig? men tó ikki fingu lív lagað. Eisini lá ein kroppur av einari kvinnu við uppskornum búki við einum lítlum 8 mánaðargomlum barni í móðirlívinum. Kundi ikki lata verða við at hugsa um ta vanlagnu, sum hevði rakt kvinnuna, barnið og tey, sum stóðu eftir við ongum. Deyðin var eyðsýndur alla staðni, serliga har lívið ongantíð hevði veruliga vunnið. Men onkus-vegna kláraði ein fyri tað mesta at síggja burtur frá hesum dapra bardaga og hyggja eftir og verða hugtikin av tí, sum varð víst fram. Framsýningin hevur higartil vitjað í Týsklandi, Japan, Eysturríki, Sveits, Belgia og Onglandi. Yvir 9 milliónir fólk hava hugt eftir framsýningini og upp til 60 skúlaflokkar vitja hvønn dag. Nevnt verður í skránni, at framsýningin er sera væl egnað til skúlafrálæru. Um nakar heima í Føroyum fær áhuga at fáa tilfar til vega, kann hetta gerast ókeypis við at senda teldupost til exhibition@plastination.com og meira upplýsing er at finna á www.bodyworlds.com Kanska tað er vert at hyggja eftir sær sjálvum viðhvørt við øðrum eygum ella eygunum hjá øðrum?